Eik triðja árið á rað!

Virkisleikir verða leygardagin
08.09.2011
Hvirlan umboða til European Masters Game
12.09.2011

Eik triðja árið á rað!

Tað vísti seg at blíva heili 10 lið, sum høvdu avgjørt at royna seg á virkisleikum 2011. Hesi umboðaðu, Studentaskúlan og HF skeiðið í Hoydølum (“Mikkjal” og “Helmsdal”), Psykiatriska Depilin á landssjúkrahúsinum (“Team Psyko” og “Endorfin Team”), Eik (“Eik-Svart” og “Eik-Grátt”), Føroya Tele (“Føroya Tele 1” og “Føroya Tele 2”), P/F Wenzel og Jarðfeingi. Onkur hevði gjørt nógv burturúr “uniforminum”.

Fyrsta kappingargrein var 100 m renning, har fimm kvinnur og fimm menn royndu seg. Í fyrsta riðlinum hendi tað óhepna at el-tíðin sveik, og noyddust tey so at royna aftur. Hetta nervaði tó ikki, tí at skjótastu tíð á degnum átti Føroya Tele 1 (Brian Smedemark), við 14,55 sek í kraftiga mótvindinum. Tað var tó, eins og í teir tveir undanfarnu Virkisleikirnar Eik (Annika Thomsen), sum fekk flest stig. Hon fekk heili 360 stig, og legði Eik-Svart á odda frammanfyri Team Psyko (225 stig), við Helmsdal á triðja plássi (200 stig).

So fóru spjótkast og longdarlop í gongd. Í spjótkastinum var lítil ivi um hvør fór at vinna, tí at maðurin sum hevur føroyska metið arbeiðir hjá P/F Wenzel. Rógvi Højgaard vann við 53,96 metrum, sum gav heili 737 stig, meðan Mikkjal (Hans Mikkelsen) kastaði 37,71 m á øðrum plássi og fekk 498 stig. Føroya Tele (Thomas Hansen) fekk 448 stig.

Nú var støðan tann at P/F Wenzel hevði lagt seg á odda við 760 stigum, móti 716 til Eik-Svart og 661 til Team Psyko.

Longdarlop vísti seg hesaferð at verða staði har nógv stak góð úrslit komu. Viðmerkjast skal at í mun til undanfarin ár, so var zonu-avsett nýtt. Tvs mált var har lopi var frá og ikki frá plankanum. Longsta lopi átti Føroya Tele 1 (Dánjal Olsen), sum leyp heilar 5,55 m, ið var ein góðan metur longur enn nummar tvey (P/F Wenzel – Torleif Johansen), ið leyp 4,40 m. Flest stig fekk Helmsdal tó, við tað at Rakul N. Joensen leyp 4,30 m, ið gav 628 stig, móti 609 stigum til Føroya Tele 1, meðan Eik-Grátt (Tomma Petersen) fekk 559 stig, og endaði sostatt við 6 stigum fleiri í innanhýsis kappingini móti Eik-Svart (Randi Wardum).

Eftir tríggjar greinar var tað so Eik-Svart, sum lá á odda við 1269 stigum, meðan Føroya Tele 1 hevði 1204 stig og P/F Wenzel hevði 1149 stig.

Enn var tó mílin eftir og har kundi nógv henda. Eik-Svart (Niels Poulsen) vildi tó gera sítt til at heiðurin sum ársins frælsavirki aftur fór til Eik, og legði hann hart út. Hann økti støðugt og endaði við at vinna ein tryggan sigur. Harvið vóru tó ikki allar súður syftar, tí millum luttakarnar var m.a. Rigmor N. Joensen (Team Psyko), sum undan síðstu grein lógu á sætta plássi, 329 stig aftanfyri Eik-Svart. Rigmor kom á mál eitt lítið minut aftanfyri Eik-Svart. Tíðin var 6 min 24,42 sek, ið gav 445 stig. Tað vísti seg tó at Niels Poulsen hevði gjørt nóg mikið tí at tíðin hjá honum (5 min 33,07 sek) gav 235 stig.

Endaliga støðan gjørdist tí at Eik-Svart vann við 1504 stigum, meðan Føroya Tele 1 gjørdist nummar tvey við 1374 stigum og Team Psyko vunnu sær broncumerkini við 1365 stigum. Sostatt hevur Eik vunnið Virkisleikir øll árini, sum henda kapping hevur verið. Tað verður tí spennandi at vita um tey megna at halda áfram í 2012.

Um hugt verður eftir einstøku úrslitunum, so var tað vinnarin í spjót (P/F Wenzel) sum fekk flest stig (737 stig), meðan Helmsdal fekk 629 í longdarlop á øðrum plássi og Føroya Tele 1, somuleiðis í longdarlop fekk 609, og Eik grátt (longdarlop) fekk 559. Hægsta stigatali hjá vinnandi liðnum var í longdarlop (553 stig), ið var fimt-hægsta stigatal á degnum.

Øll úrslitini síggjast her, og fleiri myndir eru í myndasavninum. Myndir sum Tórvør Ø. Vang hevur tikið síggjast her.

1 Comment

  1. Eg havi lagt nøkur videobrot á Youtube. Fólk kunna mótmæla her, hvis tey vilja klippast úr filmunum 🙂

    100 m renning – 1. riðil
    100 m renning – 2. riðil
    spjótkast
    longdarlop
    míla renning
    áskoðarir

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *