Eik fór við gullinum

Sjey lið á Virkisleikum
08.05.2009
Áhugaverd vitjan til barnavenjing
14.05.2009

Eik fór við gullinum

Seks lið møttu á Tórsbreyt tá Virkisleikir fóru av bakkastokki. Nakrir áskoðarar vóru eisini møttir at stuðla sínum starvsfeløgum í royndini at vinna heiðurin sum ársins frælsavirkið, og rópini vóru nógv tá eitthvørt gott úrslit kom.

Dagurin byrjaði við 100 m, har tríggir menn og tríggjar kvinnur fóru í startblokkarnar, og tá skoti fór sást ikki at hetta vóru fólk sum ikki høvdu roynt startblokkar fyrr. Tað var tætt í byrjani, men Finn Mørk hjá Jarðfeingi dróg frá allan vegin og endaði við at vinna trygt framman fyri Thorleif Johansen hjá P/F Wenzel. Á triðja plássinum kom Høgni Hansen hjá SP/F DÍGJ. Tá stigini vóru roknaði vísti tað seg tó at Annika Thomsen úr Eik ið fekk næstflest stig og Jannie Dam Jacobsen hjá TAKS fekk triðjflest stig.

Virki   Rennari   Tíð   Stig
Jarðfeingi   Finn Mørk   12,0 sek   590 stig
Eik   Annika Thomsen   15,2 sek   568 stig
TAKS   Jannie Dam Jacobsen   15,6 sek   520 stig
P/F Wenzel   Thorleif Johansen   12,4 sek   492 stig
Bónus   Anja Sólsker   16,7 sek   399 stig
SP/F DÍGJ   Høgni Hansen   13,2 sek   322 stig

 

So fóru báðar tær sokallaðu teknisku greinarnar í gongd, tvs longdarlop og spjótkast. Her vóru tað tey, sum lupu sum vóru tey fyrru at gera seg liðug, men tað var ikki heilt uttan dramatikk, tí at Tummas Pauli Djurholm, sum skuldi fylgja góða úrslitinum hjá Annikku upp gjørdi yvirtrakk í fyrstu royndini meðan øll hini fingu síni úrslit góðkend. Í øðrum umfarið tók Tummas Pauli tó og setti trumf á tá hann leyp 4,62 m, sum vísti seg at verða nógv tað longsta lopi á degnum. Næstur honum kom Jónleif Sólsker hjá TAKS og síðan Uni Højgaard hjá P/F Wenzel. Viðmerkjast kann at hetta var fyrstu ferð at nakar kappaðist í longdarlop á Tórsbreyt.

Virki   Leypari   Longd   Stig
Eik   Tummas Pauli Djurholm   4,62 m   433 stig
TAKS   Jónleif Sólsker   4,05 m   320 stig
P/F Wenzel   Uni Højgaard   4,00 m   310 stig
SP/F DÍGJ   Erling Dalsgaard   3,91 m   292 stig
Jarðfeingi   Romica Øster   3,86 m   283 stig
Bónus   Helena Olsen   2,55 m   269 stig

 

Eftir fyrstu tvær greinarnar lá Eik sostatt á einum tryggum fyrstaplássi við 1001 stigi, meðan Jarðfeingi hevði 873 á øðrum plássi og TAKS 840 stig á triðja plássi.

Spjótkast, ið fór fram samstundis sum longdarlop, vísti seg at verða ein tættari kapping millum øll liðini. Munurin í stigum tá avtornaði var minni millum nummar 1 og 6 enn tað var millum nummar 1 og 2 í longdarlop. Vinnarin gjørdist Kári Mortensen av Jarðfeingi, frammanfyri Jógvan Højgaard hjá P/F Wenzel, meðan Kári Nielsen á triðja plássi tryggji at Eik helt fyrsta pláss undan 1500 m sum var seinasta grein. Tað vóru einans smáðir tveir metrar millum hesar tríggjar, og tað var einans eitt stig sum skilti tey seinastu trý. Vorði sum tættur dystur!

Virki   Kastari   Longd   Stig
Jarðfeingi   Kári Mortensen   34,50 m   421 stig
P/F Wenzel   Jógvan Højgaard   33,26 m   403 stig
Eik   Kári Nielsen   32,84 m   397 stig
TAKS   Andrea Nielsen   20,00 m   309 stig
Bónus   Leon Hanseon   26,67 m   309 stig
SP/F DÍGJ   Fríði Hansen   26,58 m   308 stig

 

Áðrenn síðstu grein hevði Eik lagt seg trygt á odda við 1398 stigum, meðan Jarðfeingi á øðrum plássi hevði 1294 stig og P/F Wenzel hevði 1205 stig á triðja plássi.

1500 m byrjaði við einum øgiligum tempo, men spjaðing kom ikki í fyrr enn á triðja umgangi tá Bartal Højgaard (Jaðfeingi), Dánjal Davidsen (Eik) og Heini Mortensen hjá P/F Wenzel byrjaðu at draga frá hinum. Tá farið var undir síðsta umgang mátti Heini sleppa og tá einir 200 m vóru eftir setti Dánjal spurtin inn og vann trygt frammanfyri Bartal, við Heina á triða plássi.

Virki   Rennari   Tíð   Stig
Eik   Dánjal Davidsen   5 min 03,3 sek   271 stig
Jarðfeingi   Bartal Højgaard   5 min 11,6 sek   219 stig
P/F Wenzel   Heini Mortensen   5 min 18,1 sek   181 stig
TAKS   Johan Joensen   5 min 31,3 sek   117 stig
SP/F DÍGJ    Djóni í Geil Johansen   5 min 34,6 sek   103 stig
Bónus   Franklin Henriksen   DNF   0 stig

 

Tá talt var saman vísti tað seg at Eik vann ein tryggan sigur við 1669 stigum móti 1513 til Jarðfeingi og 1386 til P/F Wenzel á triðja plássi. Nummar fýra gjørdist TAKS við 1266 stigum, meðan SP/F DÍGJ gjørdist gjørdist nummar fimm við 1025 og Bónus fekk 977 á sætta plássi.

Tey trí fremstu liðini fingu hvør heiðursmerkir fyri avrikið og vinnar fekk harafturat ferðasteyp í varveiðslu inntil næstu Virkisleikir, sum verða sama stað um somu tíð komandi ár. Tryggingarfelagið Føroyar lat íðkarnum á vinnandi liðnum hvør sína ítróttartasku við nógvum góðum í. Meðan øll sum høvdu roynt seg fingu sær frugt sum Poul Mikkelsen hevði givið til tiltakið.

Ein talva við úrslitum sæðst her. Gult merkir at kvinna eigur úrslitið, meðan grønt merkir at maður eigur úrslitið.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

3 Comments

  1. bartal says:

    Hatta var ófatiliga strævið 🙂

  2. hziska says:

    Men vónandi tað vert 😉

  3. Ingela Nilsson says:

    Roligt att se hur duktiga ni börjar bli på att ha tävlingar på arenan.

    Hälsningar Ingela i Växjö, Sverige

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *