Edna Maria kláraði oyggjaleikakravið í Aarhus

Elin langt útum talentkravið í fyrstu royndini
29.03.2019
Nógv børn tá Hvirlan hevði opið hús á Tórsbreyt
06.04.2019

Edna Maria kláraði oyggjaleikakravið í Aarhus

Edna Maria Debes flutti til Aarhus síðsta heyst í lestrarørindum. Nakað av tí fyrsta hon gjørdi var at leita sær venjing, tað fann hon í felagnum Aarhus 1900. Her venur hon hjá einum, ið fyri nøkrum árum síðan var millum bestu stangarleyparum í Danmark.

Kappingin var í Marseilsborghøllini, sum Aarhus 1900 eigur. At kappast innandura, merkir at har er ongin møguleiki fyri at fáa hjálpa frá einum góðum undanvindi. Edna Maria legði út við at leypa 4,28 m. Í næsta fekk hon ferð og avsett at ganga upp í eina hægri eind, og gjørdist úrslitið 4,90 m, sum er 32 centimetrar longri enn hon hevur lopið innandur áður. Tað er eisini 10 centimetrar longri enn hennara 4 ára gamlar persónliga met uttandura. Næsta lopið gjørdist 4,80 og so var orkan uppi, tí eftir at hava lopið 4,43 m í fjórða umfarið komu tvey yvirtrakk. Við 4,90 m hevur Edna Maria tó lopið 5 centimetrar longri enn oyggjaleikakravið. Um hon leyp uttandura við 2 m/s í ryggin, sum er tað mest loyvda, hevði hon uttan iva komi útum 5 m strikuna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *