Edna Maria bar flaggi

Skrúðgonga á ólavsøku – “Kom við!” :-)
26.07.2019
8 gull fyrsta dagin á FM
18.08.2019

Edna Maria bar flaggi

Síðan Hvirlan bleiv stovnað í 2008, hevur hon luttikið í ólavsøkuskrúðgonguni. Hóast Hvirlan er lítið felag, so hevur hon ikki smæðst ímillum øll tey stóru feløgini í høvðustaðnum. Hesaferð vóru tað heili 26, sum høvdu funnið hvirlubúnan framm fyri at luttaka í ársins skrúðgongu.

Tað er ein heiður at bera flaggi, og hesaferð fall hesin heiður á Ednu Mariu Debes. Edna Maria hevur vant við Hvirluni í nógv ár. Hesi árini hevur hon serliga víst síni evnir innan sprint og lop, har hon m.a. hevur ogna sær bólkamet og føroyskt met innan bæði sprint og lop, har 110 m rimarenning enn stendur sum føroyskt met. Samstundis hevur hon víst seg sum ein venjari, ið megnar at síggja einstaka barnið og hjálpa tí.

Fyri góðum árið síðan flutti Edna Maria til Danmarkar at lesa til lærara, har fór hon beinan vegin í gongd við at venja í felagnum Aarhus 1900. Veturin bleiv nýttur til at venja og byggja ein grundform, fyri síðan at fara í gongd við at arbeiða við sprint, sum er grundarlagi undir longum lopum. Hetta loysti seg, tí í apríl bøtti hon um sítt persónliga met í longdalrop til 4,90 m. Hetta var eisini nóg langt til at hon ognaði sær pláss á oyggjaleikalandsliðnum.

Stóra avbjóðingin á oyggjaleikum er óvanliga stóra trýsti frá umhvørvinum. Edna Maria er tó ein fightari, og við fokuseraði venjing fram móti leikunum megnaði hon í finaluni á Gibraltar at leypa síni tvey longstu lop nakrantíð.

Tað er lítil ivi um at við tí venjing, sum Edna Maria leggur í frælsu ítróttina í Aarhus, er vantandi at hon framhaldandi kemur at taka seg fram. Í Hvirluni gleða vit okkum eisini til, at hon kemur heim aftur eftir loknan lestur bæði at venja við, men eisini at verða partur av venjaratoyminum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *