So hvirla vit aftur sum fyri summarferiuna! :-)
16.08.2015
Rúni nærkast føroyska metinum á 100 m
24.08.2015

DM fyri ung

Sjey ungar hvirlur royndu seg í dysti um danska meistaraheitið fyri ung. Hesi vóru við í kast (kúlu og diskus), lop (longdarlop og trýstøkk) og renning (100 m og 200 m).

all

Leygardagurin byrjaði við at Edna Maria og Marita royndu seg í trýstøk. Edna Maria í bólkinum gentur 18-19 og Marita í bólkinum gentur 16-17. Edna Maria byrjaði við einum miseydnaðum lopi. Í øðrum umfarið riggaði betur, og lendi hon á 9,69 m. Í triðja lopið fekk hon ferðina væl við sær. Annað avsetti sat tó ikki. Máltalvan vísti tó 10,06 m, sum er nakað longri enn føroyska metið. Tíðanverri var vindurin 0,5 m/s omanfyri mest loyvda. Næstu lopini líktust nógv. Longdirnar blivu 9,82 og 9,79 m, meðan tað síðsta miseydnaðist. Tað vísti seg at einasta lopið, har vindurin var ov nógvur var tá hon leyp útum tað føroyska metið. Hon fekk tó eitt broncumerkð fyri avrikið. Marita hevur ikki vant stórvegis, men arbeiddi væl. Fyrsta lopið miseydnaðist, næsta somuleiðis. Í tí næsta kom hon á talvuna við 9,28 m. Fjóra umfarð kom hon inn í lopið við betur krops-burði, og fekk tí fótin undir seg. Úrslitið gørdist 9,43 m. Síðstu tvey umførðini miseydnaðust. Marita endaði sostatt á sætta plássi.

emd-tj-podium

Trygvi, sum flutti tl Danmarkar í 2014 í lestrarørindum, venur nú við Københavns Idræstforening, hann royndi seg í trýstøkk. Hetta var hansara fyrsta kapping í trýstøkk síðan hann flutti til Danmarkar. Hansara fyrsta lop var 12,51 m. Tað næsta var yvirtrakk. Trygvi valdi so at leypa eitt umfarð um. Í fjóra lendi hann á hælinum í triðja avsettinum, og fekk tá ilt í hælin og valdi at gevast. Vónandi er skaðin ikki alvárligur. Trygvi ognaði sær silvurmerkið fyri avrikið.

tzl-tj-podium

Meðan Trygvi leyp, var tíð hjá Hallur at royna seg í kúlustoyti. Tiðanverri var bland komi í tíðirnar, so hann var ov seinur avstað. Hann møtti sostatt á staðnum, uttan upphiting, tá fyrstu tvey umførðini vóru farin afturum. Hann lat seg ikki steðga, og tók eitt uttan atrenning í triðja fyri at koma í gongd. Fjóra kom hann so út á góðar 10 m, í fimta legði hann ein metur á, tá hann stoytti 7,26 k tungu kúluna út á 11,22 m. Fimta var eitt sindur styttri. Tekniskt sást at stór framstig eru við at henda, men enn er Hallur varðin í rørslunum. Tá rørslurnar hava segg seg, og hann kann fokusera uppá tempo er vantandi at kúlan ferð munandi longri út.

hs-disk

So skuldi Tórur í gongd við trýstøkk, har hann fór heim við gullinum. Nærri frágreiðing sæst her.

Meðan Tórur leyp, fór Rúni í gongd við sítt fyrsta DMU. Tað var við 100 m. Nærri frágreiðing sæst her.

Marita , sum longu hevði roynt seg í trýstøkk, fór í gongd við spjótkast, sum er hennara besta grein. Hon hevur leingi stríðst við ein tekniska trupulleika, men í síðstu venjing sá út til at ein loysn var funnin. Tað var tí við spenningini at Marita fór inn í kappingina. Fyrsta kasti var góðan metur longri enn hon hevur kasta í ár. Tað næsta miseydnaðist, meðan hon í triðja økti við góðum metri til 35,36 m. Fjóra var aftur omanfyri 35 m. Tey bæði síðstu miseydnaðust, men tað var stuttligt at síggja at Marita er við at fáa stabilisera sín teknik. Maria endaði á einum fimta plássi.

mkp-jav2

Sunnudagurin byrjaði longu kl 9 um morgunin, tá Edna Maria skuldi royna seg í longdarlopi. Beinini vóru tung frá trýstøkk degnum fyri, men hon fekk góða ferð á atrenningina, men tungu beinini høvdu ilt við at fáa konvertera ferðina til hædd, og harvið longd. Hon kom út á 4,33 fyrsta lop, og eitt vet longri í øðrum. Í triðja kom hon út á 4,44 m. Hóast hon var troytt, so megnaði hon at koma út á 4,54 m í síðsta umfarið.

EMD-lj

Hallur Simonsen var næstur í eldin í síni favoritgrein, Diskuskast. Hann vísti til upphiting at har er massar av power, tí hann hevði eitt kast uttan atrenning, sum lendi á 40 m strikuni. Tekniskt var tað tó meir spennandi hvat fór at koma burturúr, tí hann hevur arbeitt nógv við at fáa eitt meir liniert drive gjøgnum ringin. Enn er teknikkurin tó óstabilur. Tað sást eisini tá kappingin byrjaði, tí tað fyrsta miseydnaðist heilt. Í øðrum kom hann meir fram í fyrru helvt, men í avleveringini misti hann drivið. Kasti bleiv tó mált til góðar 40 m og sostatt legði hann seg á triðjapláss. Triðja miseydnaðist aftur, meðan hann í fjóra økti til góðar 41 m. Tekniskt vildi tað tó ikki sita, so tað longsta bleiv hansara síðsta kast, ið lendi á 42,65 m, sum rakk til eitt broncumerkið.

hs-podium

Síðsti hvirlu-starturin var Tórur, sum skuldi royna seg í longarlopi. Hann er so mikið heldigur at hann er í einum av sterkastu bólkunum á DMU, harumframt vóru nógvir við, so hann skuldi hava eitt lop uml 6 m fyri at sleppa at leypa seks ferðir. Í teimum fyrstu tveimum lopunum var tempo sera gott, men hann gjørdi yvirtrakk í báðum. Í triðja valdi hann so at leypa trygt. Hann setti tempo nógv niður, og umgekk harvið at enda aftast. Hóast hann soleiðis setti tempo niður, so var lopið mált til 6,32 m, sum rakk til eitt sætta pláss eftir trý umførð, og eitt plass millum teir síðstu átta. Síðstu umførðini broyttu tó onki fyri Tórur, tí tvey vóru yvirtrakk og eitt leyp hann um.

RM-lj1

Fleiri myndir eru i myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *