Diskar flugu á Tórsbreyt

Runnu skjótt í mótvindinum
25.05.2016
Bólkamet á Tórsbreyt
28.05.2016

Diskar flugu á Tórsbreyt

Heili níggju luttakarar, tveir dreingir og sjey gentur, royndu seg í opnari kapping á Tórsbreyt í dag, har diskuskast var á skránni.

Dreingirnir vóru Dánjal Dahl Ljósheim (D16-17), sum kastaði 1,5 kg tungan diskus og Bárður Jóhansson (D14-15), sum kastaði 1 kg tungan diskus. Dánjal kastaði diskin út á 17,50 m, meðan Bárður kastaði hann út á 14,68 m.

lydia

Hvirlugenturnar vóru Guðrið Káradóttir Petersen (G16-17), Lydia Simonsen (G14-15), Sunniva Bogadóttir (G14-15) og Helena Svabo Ziska (G14-15). Allar kastaðu tær við 750 g tungum diski. Guðrið, sum bøtti munandi um sítt persónliga met fyri viku síðani, kom aftur langt út, men ikki útum viku gamla metið. Longsta kastið gjørdist 18,50 m. Lydia Simonsen bøtti um sítt viku gamla persónliga met við hálvum fimta metri, so tað nú er 21,01 m. Sunniva bøtti eisini um sítt vikugamla met. Hennara nýggja met er 16,16 m. Helena kastaði 15,78 m.

Øll úrslitini síggjas her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *