“Death camp” – dagur 1

Aðalfundur 18. september
“Death camp” – dagur 2

“Death camp” – dagur 1

Venjingarlegan “Skálavík”, sum eins og tvey undanfarnu árini er heima á Sandi, byrjaði eins spennandi og vanligt, tí sjálvandi stóð ein bilur eftir á Gomlurætt, og sjálvandi var tað bilurin við matinum, so har var panikkur í frá byrjan. Har var onki annað at gera, enn at fáa tríggjar tær størstu og sterkastu hvirlunar at sita vakt yvir matinum á Gomlurætt, meðan restin av ferðalagnum fór um sundið. Stóri vágin var, at matur og hesir menn kundi verða ein óheppin blanding, men aftur var hjálp at heinta, tí ein umhugsin mamma kom við einum bommpakka til hvønn, og so ein eyka, um tað stóð ov illa til. Hetta gjørdi at maturin fekk frið, meðan bíðja var eftir Teistanum.

Restin av ferðalagnum kom um sundið í øllum góðum, enntá uttan tunnil. Á skopunarkaj sást longu eyðkendi blíðskapurin, tí har stóðu tveir bussar, ein til dals og ein til skálavíkar, og buðu báðir seg til at koyra ungu hvirlurnar beint til hurðina á “Isengard”, ella Ísandsgarði, sum Sandingar nevna tað. Lukkutíð var Saruman fluttur, so ongin vandi fyri at møta hansara “tænarum”.

skalavik2016-img_9883

Ísandsgarður hevur níggju kømur, so við tólv íðkarum og einum leiðara ið koma á gátt, so fyllist skjótt, ella ikki. Tí, tá tey fyrstu níggju høvdu funnið sær kamar, so vóru enn sjey kømur tóm. Deiliga sosialt.

skalavik2016-img_9889

Ongin matur var, so har var ikki annað at gera enn at fara ein túr oman á sandin at venja. Hetta var mest fyri, at rista ferðina úr beinunum, ella rættari minna beinini á at nú fara vit í gongd aftur. Byrjað var við at hoppa band, so var spælt “dopp-bold” á sandinum við 1 kg vektarbóltinum. Dysturin var so mikið tættur, at har mátti umdystur til, har avgerðin endiliga fall. Møguleiki var tó fyri revanchu, tí nú var boðrenning á skránni. Her var aftur sera tætt, so mikið tætt at har skuldi málfoto til. Málfoto var tó ikki á staðnum, og tí var harði dómurin at har var javnt. Endað var við útfallsgongu, sum uttan iva kemur at síggjast á gongulagnum í morgin.

skalavik2016-img_9960

So var farið heim, og skjótt fóru ungu hvirlurnar út at leita eftir einum opnum handli, tað gekk tó ikki heilt eftir vild, tí Eldhúsið var stongt, so onkur fór í Effo meðan rest fór í Magn, og so heim at gera mat.

skalavik2016-img_9999

Í meðan vóru kempurnar við matinum komnar fram, og har var farið beint í venjingarklæðir og so oman á sandin at venja í mykrinum. Har var so mikið myrkt at vant varð við lummalygt. Tað riggaði tó heilt væl, tí ein rennitúr, nøkur burpees og so útfallsgongu seinni var viðmerkingin, at ein “brekka” uppá 30 cm var í meira lagi at kempa seg niðjan ígjøgnum.

Heima var gongd komin á matgerð, og meðan hetta verður skrivað breiður lukturin av lasagna seg um allan Ísandsgarð. Vit gleða okkum til í morgin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *