FM í ½ marathon 2016

Leygardagin 14. mai, var FM ½ marathon í Klaksvík. Heili 130 fólk høvdu meldað til og harav komu 103 á mál.

Rutan var broytt eitt sindur, soleiðis at brekkan úti á Bumshamri var strikað og sosatt var teinurin væl slættari. Veðrið var av tí allar frægasta. 

Átta Hvirlur høvdu meldað til, men tríggjar teirra høvdu forfall og vóru tíverri ikki við.

Hóast fimm Hvirlur luttóku, var reyði liturin ikki at forsmáa.

Regin Arge rann sítt fyrsta ½ marathon nakrantíð og kom hann á mál við flottu tíðini 1.44,30. 

Páll H. Vesturbú, kom á mál við tíðini 1.32,25, og var hetta góðir 2 minuttir skjótari enn hann hevur runnið ½ marathon fyrr. Hann vann sín bólk í NS ½ marathon.

Hjá bæði Regin og Páll var kappingin ein liður í venjingini til marathon sum veður tann 4. juni.           

Hjá kvinnunum rann Adelaid Kirke eina góða tíð 1.50,13. Hon rann hesuferð væl betri enn hennara seinasta ½ marathon.

Birna Mohr Joensen, rann sera væl og tók góðar 4 minuttir av hennara bestu tíð. Við flottu tíðini 1.39,57 rann hon sær til eitt greitt triðja pláss í opna bólkinum og veteran bólkinum. 

Rigmor N. Arge, vann FM gull í opna og vetaran bólkinum, við tíðini 1.31,13.

Samanumtikið var hetta ein góður dagur hjá Hvirluni. Trý persónlig met (PR) og annars sera góð úrslit.

Screen Shot 2016-05-18 at 09.41.58 Screen Shot 2016-05-18 at 09.42.17 Screen Shot 2016-05-18 at 09.43.20 Screen Shot 2016-05-18 at 09.42.42 Screen Shot 2016-05-18 at 09.43.58

Myndirnar hevur Jóannes N. Poulsen tikin.

Mannfólkarenning 3. mai. Kom við! :-)

Annað árið á rað skipar frælsafelagið Hvirlan fyri mannfólkarenning. Tiltakið í fjør var somikið væl eydnað, at vit taka táttin upp aftur. Sjá umrøðu av tiltakinum í Prei her.

Kom við 3. mai, – vit byrja kl. 13.00

Vit halda til eins og í fjør úti við Sandá, so runnið verður í kallmansligum umhvørvi. Talan er bæði um kapping fyri lið og einstaklingar. Allir luttakar, ið melda til í seinasta lagi hósdagin 1. mai fyri kl. 18.00 fáa blusu frá Thomas Dam Inter Sport. Blusan fæst við at fara eftir henni hjá Thomas Dam Inter Sport fríggjadagin 2. mai. Melda til á renn.fo og tilmeldingin er galdandi, tá ið goldið er á kontonummar: 9181 – 4218215.

Tilmeldingarfreistin er 1. mai ella á degnum.

Kostnaður fyri einstaklingar er 150,00 kr.

Kostnaður fyri lið er 400,00 kr, og luttakarakravið er tríggir mans.

Um meldað verður til á degnum er kostnaðurin 200,00 kr. fyri einstaklingar og 500,00 kr. fyri liðið. Tikið verður bert móti reiðum peningi.

Vit byrja kl. 13.00, og tilmelding á staðnum fer fram frá kl. 11.30-12.30.

Kom við! Hetta er gott høvi hjá vinmonnum, arbeiðsplássum, ítróttafólki og øllum møguligum monnum at dyrka seg sjálvar.

Hvirlan bjóðar øllum monnum vælkomnum á mannfólkarenning 3. mai 🙂

GG! Hvirlan kann ikki ábyrgdast fyri óhapp, miss ella líknandi í sambandi við tiltakið

Grein um Mannfólkarenningina í Prei sæst her.

Kirkjurenning fyri tíggjundu ferð

Tíggjunda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Í fjør broyttu vit barnatúrin nakað, soleiðis at vit runnu eftir postum eftir gøtunum í Hoydølum. Børnunum dámdi væl, og fyriskipararnir vóru væl nøgdir, tí har veðurgott og trygt.

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum, og á hvørjari leið hevur felagið ein ábyrgdarpersón, sum sær til, at øll koma aftur í øllum góðum:

  1. Barnatúrurin er skipaður við evninum renning, rørsla og kunning í huga. Runnið verður eftir gøtunum í náttúrvøkru Hoydølum, og renningin fer fram sum postarenning fyri lið. Øll børn eru hjartaliga vælkomin, men tey, ið eru yngri enn 10 ár, skulu fylgjast við onkrum, sum í minsta lagi er 10 ár. Vit enda eins og vanligt við onkrum hugnaligum á Tórsbreyt.
  2. 7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.
  3. 11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.
  4. 30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)

Ruturnar eru at síggja her.

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Luttakaratalið tykist hava lagt seg á tey fimmti pluss minus 20, og hetta fólkaslagið, kirkjurennarar ella bara rennarar, lata seg ikki tarna av veðri.

Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil aftur í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka, at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”.

Edna Maria tók føroyska metið í 100 m forðarenning

Eitt føroyskt met, minst níggju bólkamet og nógv persónlig met var úrslitið hjá ungu Hvirlunum í triðja og síðsta umfarið av Grand Prix á breyt 2013

Gentur 8-9 ár

Børka Berg Jørgensen, Barbara Hammer Anjudóttir og Esther Ellingsgaard byrjaðu við longdarlopi. Her gjørdu tær sum so ofta áður, tá tær kappast og ognaðu sær tey bæði fyrstu plássini. Børka leyp 3,09 m meðan Barbara leyp 2,80 m.

Eftir longdarlop fóru genturnar til 80 m, har báðar vóru í riðli 2, har tær skjótastu runnu. Sum vant, so runnu báðar væl, og bøttu báðar um síni persónligu met, hóast tað var ein lítil mótvindur. Børka til 14,08s og Barbara til 14,12 s.

Í bóltkasti gjørdu tær báðar, sum vanligt bart, tí báðar bøttu tær aftur um síni met, og hesaferð rakk tað til tey bæði fremstu plássini. Børka kastði 21,70 m og Barbara 19,61 m.

Síðsta greinin var miðteinurin, sum hesaferð var ein umgangur á Tórsbreyt, tvs 400 m. Her strídust tær aftur væl allan vegin, og á málinum vóru tær nærum samstundis. Tíðin hjá Børku var 1 min 28,16 s, meðan Barbara bøtti um sítt 2 vikur gamla persónliga met við 7 sekundum til 1 min 18,53 s.

Gentur 10-11 ár

Natasja Anjudóttir og Rakul Vang lupu longdarlop tá 10-11 ára gomlu genturnar byrjaðu sínar kappingar hesaferð. Natasja leyp 3,30 m meðan Rakul ognaði sær eitt persónligt met tá hon leyp 2,77 m.

Eftir longdarlop royndu báðar seg á fyrsta sinni á 200 m teininum. Báðar debuteraðu tær flott. Tíðirnar hjá teimum vóru 33,26 s (Natasja) og 39,01 s (Rakul).

Natasja royndi seg eisini á 600 m teininum. Her var hon allan vegin við í fremra endanum, og kom hon á mál við tíðini 2 min 18,58 sek.

Dreingir 10-11 ár

Teir 10-11 ára gomlu dreingirnir byrjaðu dagin við bóltkasti. Aftur hesaferð var Pauli tryggur á fyrsta plássi. Endaliga úrslitið er tó ikki tøkt í løtuni.

Eftir bóltkast fóru teir til 200 m. Her vóru Silas Vang og Pauli Jacobsen í fyrsta riðlinum. Her rann Silas teinin uppá 36,21 sek, meðan Pauli rann teinin uppá  40,04 sek. So var tað Mattias Isaksen, sum royndi seg í øðrum riðli. Hetta var eisini debut hjá honum, og var tað ein flott debut. Tíðin var 34,37 sek.

Allir tríggjir royndu seg eisini í longdarlop. Her kom Silas heilt út á 3,28 m, meðan Mattias leyp 3,13 m og Pauli 3,10 m.

Pauli var aftur klárur tá skotið fór fyri 600 m. Her kom hann á mál við tíðini 2 min 23,42 sek.

Gentur 12-13 ár

Fyrstu skuldu 12-13 ára gomlu genturnar royna seg við 400 g tungu spjótinum. Her vóru Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge, Guðrið Káradóttir Petersen, Helena Svabo Ziska og Kezia Vang klárar tá byrja var.  Her bøtti Kezia um sítt persónliga met við næstan 2 metrum til 11,40 m. Bjørk kastaði 14,72 m, Guðrið 14,44 m meðan Helena kastaði 9,94 m.

Bjørk royndi seg síðan á 200 m teininum. Her rann hon eina sterka kapping, og bøtti um sítt persónliga met við meir enn einum hálvum sekundi. Tíðin hjá henni var 31,50 sek.

Síðsta greinin var trýstøkk og her royndu Kezia og Guðrið seg. Her leyp Guðrið 6,73 m meðan Kezia leyp 5,55 m.

Dreingir 12-13 ár

Spjótkast var fyrsta greinin hjá Dánjal Dahl Ljósheim og Dávið Hentze. Dávið var tryggur á fyrsta plássi við at kasta øll síni kast longur út en longsta kast hjá nummar tvey. Hansara longsta var 10 m longri enn hann hevði kasta áður og eisini omanfyri B-kravið til talentbólkin. Tað restar nú minni enn ein metur til A-kravið. Kasti var 31,16 m. Á øðrum plássi byrjaði Dánjal eitt sindur ósikkur, men hann økti hvørt kast, og endaði við at bøta um sítt persónliga met, so tað nú er 25,55 m.

Næsta greinin var 200 m, har Dánjal var einsamallur í reyðum. Hann var í seinna riðlinum, og aftur her bøtti hann um sítt persónliga met. Tíðin hjá honum var 30,66 sek.

So var 1500 m á skránni. Ein óvanliga langur teinur fyri so ungar dreingir, men hetta nervaði ikki Dánjal, sum rann eitt flott løb, har hann lá líka aftanfyri teir fremstu allan vegin. Á síðstu 100 m setti hann so spurtin inn, og var hann líka við at takað allar, men tað bleiv til eitt flott annað pláss við tíðini 5 min 32,89 sek, ið er 50 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður.

Síðsta greinin var trýstøkk, og eins og í spjótkast, so var tað Hvirlan í oddinum. Dávið kom enn einaferð uppum B-kravið til talentbólkin. Hansara longsta var 9,00 m, ið er persónligt met. Dánjal bøtti á fjóra sinnið í fýra kappingum um sítt persónliga met. Longsta lop hjá honum var 8,85 m.

Gentur 14-15 ár

Tær 14-15 ára gomlu genturnar byrjaðu við, at renna 80 m forðarenning. Rebecka Monja Jørgensen var í fyrra riðlinum. Hetta var hennara fyrsta kapping á hesum teininum, og kom hon á mál við tíðini 17,19 sek. Í næsta riðli vóru Marita Káradóttir Petersen og Tinna Berg Jørgensen. Marita var fyrst avstað og økti allan vegin frammanfyri Tinnu, sum somuleiðis økti til næstu gentu. Tíðin hjá Maritu var 13,49 sek, ið er ½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Tað er eisini skjótari enn gamla bólkametið, sum Edna Maria átti. Tinna, sum hevur tikið seg nógv fram í forðarenning í seinastuni, rann 15,53 sek í síni fyrstu kapping á hesum teininum. Ein sera flott debut.

So var kúluvarp á skránni, og royndu allar tríggjar seg her eisini. Tað var ongantíð ivi um hvør fór at vinna, tí Marita stoytti 3 kg tungu kúluna út á 9,98 m longu í fyrsta umfarið. Hetta er næstan 2 m longri enn gamla bólkametið. Rebecka royndi seg á fyrsta sinnið við 3 kg kúluni, og her megnaði hon, at stoyta hana longur út enn hon fekk 2 kg kúluna í 2012. Stak flott. Tinna debuteraði við 5,28 m.

Eisini í longdarlopi vóru allar við, og aftur hesaferð var Marita trygg á fremsta plássinum. Hon bøtti um sítt persónliga met tá hon í øðrum umfarið leyp 4,47 m, frammanfyri Tinni á øðrum plássi í leyp 4,19 m. Rebecka bøtti eisini um sítt persónliga met til 3,21 m.

Síðsta greinin var 1500 m renning, og her var Rebecka einsamøll um at umboða Hvirluna. Hetta var samstundis fyrstu ferð Rebecka royndi seg á hesum teininum. Hon kom á mál við tíðini 6 min 26,52 sek.

Dreingir 14-15 ár

Tórur Mortensen og Jákup Dahl Ljósheim byrjaðu við at royna seg á 100 m forðarenning. Her vann Tórur við tíðini 16,83 s, ið er 5 sek skjótari enn gamla bólkametið. Jákup kom eisini undir gamla bólkametið, og bøtti samstundis um sítt persónliga met til 19,09 s.

So var longdarlop. Her vóru øll lopini hjá Tórur væl longri enn longsta lop hjá næsta leypara. Longsta hjá Tórur var 5,13 m, ið er 18 cm longri enn hansara einans góðan mánað gamla persónliga met og 17 cm longri enn gamla bólkametið. Næstur var Jákup, sum leyp 4,32 m.

Kúlustoyt var síðan á skránni. Aftur royndu báðir seg. Hesi úrslit eru ikki tøk í løtuni.

Síðsta greinin var 1500 m renning, har Jákup var klárur á startinum. Her gjørdi Jákup sum yngri bróðurin og bøtti um sítt persónliga met við næstan einum minutti, so tað nú er 5 min 21,67 sek

Gentur 16-17 ár

Tær 16-17 ára gomlu genturnar byrjaðu við 100 m forðarenning, og vísti tað seg at verða vorði sum byrjan, tí av tí at Edna Maria Debes var einsamøll, spurdi hon um tað ikki bar til at koyra forðingarnar upp á 84 cm, ið er hæddin kvinnurnar renna. Endamálið var at fáa fatur á føroyska metinum. Hetta met tók hon so dyggiliga, tí hon var meir enn 2 sek skjótari enn gamla metið um teir 100 m. Tíðin hjá henni var 18,47 sek.

So var kúlustoyt á skránni. Her var Bjørk Reynagarð Svabo eisini við. Tær skuldu royna seg við 4 kg tungu kúlunum. Tað vísti seg at blíva ein tættur dystur millum hvirlurnar báðar. Endin var tó at Bjørk var tann drúgvara við 7,60 m, 18 cm frammanfyri Ednu Mariu, sum royndi seg á fyrsta sinnið við 4 kg kúluni. Bjørk bøtti um bólkametið hjá 17 ára gomlu gentunum, meðan Edna Maria bøtti um bólkametið hjá 16 ára gomlu gentunum. Bjørk átti gamla metið hjá teimum 16 ára gomlu.

Edna Maria royndi seg eisini í longdarlopi. Her leyp hon 4,10 m, sum rakk til enn eitt fyrsta pláss, og eitt bólkamet.

Dreingir 16-17 ár

Tóri Nielsen var einsamallur um at umboða Hvirluna í hesum bólkinum. Hansara fyrsta grein var longdarlop, har hann bøtti um sítt persónliga met við uml. ½ m tá hann í fyrsta umfarið leyp 4,34 m.

Tóri royndi seg eisini í kúlustoyt. Hetta úrslit er ikki tøkt í løtuni.

Dreingir 18-19 ár

Hesin bólkur er altíð væl umboðaður, og so var aftur hesaferð. Heilar átta hvirlur royndu seg . Í fyrstu greinini, sum var tó 110 m forðarenning, vóru tað einans tvær sum royndu seg. Tað vóru Hallur Simonsen og Tummas Napoleon Arge. Hvørgin venur forðarenning, men hetta helt teimum tó ikki aftur. Hallur var tann fremri á mál við tíðini 19,75 sek, meðan Tummas Napoleon rann teinin uppá 22,16 sek. Tíðin hjá Hallur er bólkamet.

So var farið til longarlop har Tummas Napoleon royndi seg móti m.a. Trygva Laksáfoss. Trygvi var eitt sindur eymur í vinstra beini, sum hann vanliga leypur við og valdi hann tí at leypa eitt einkult lop við høgra beini. Hetta var nóg mikið til at tryggja honum sigurin á degnum. Lopið var 5,39 m. Tummas Napoleon leyp 4,50 m, ið er persónligt met.

Síðsta greinin við Hvirlu-luttøku var kúlustoyt, har allir teir seks luttakarnir vóru í reyðum. 17 ára gamli Hallur Simonsen, ið er einasti føroyingur í nýtur rotatións-teknik vann ein  tryggan sigur við 12,45 m, ið m.a. røkkur til eitt triðja pláss á danska ranglistanum hjá teimum 18-19 ára gomlu. Hanus Bergsson kom út á 11,01 m, Steinolvur Geyti 10,80 m, Hans Hjørleivur Magnussen 10,13 m, Tróndur Arge 9,33 m og Teitur Arge Seloy 8,19 m. Úrslitini hjá Hanus, Steinolvu og Teiti eru persónlig met. Bæði Hallur og Steinolvur bøttu um bólkametini í ávikavist D18 og D19. Teir áttu sjálvir gomlu metini.

Kvinnur

Ein kvinina umboðaði Hvirluna, tað var Louisa Svabo, sum royndi seg í kúlustoyti. Hesaferð kom hon út á 5,14 m við 4 kg tungu kúluni.

Menn

Mennirnir byrjaðu við longdarlopi, har Øssur Debes Eiriksfoss og Helgi Geyti luttóku. Øssur avgjørdi kappingina í fyrsta lopið, tí hetta vísti seg at verða einasta lop omanfyri 6 m á degnum. Lopið bleiv mált til 6,11 m. Helgi leyp 4,52 m.

Í kúlustoyti vóru tað Helgi Geyti og Kristian Martin Garðalíð, sum júst er heimkomin eftir at hava roynt seg á HM fyri fólk við menningartarnið. Kristian Martin hevur arbeitt nógv við einari tekniskari detalju í síðstuni, og nú situr hon. Hetta gjørdi at kúlan, hóast tunga venjing, fleyg longur enn hon plagar. Longsta stoyti kom í siðsta umfarið. Tað bleiv mált til 9,43 m, ið rakk til eitt fyrsta pláss. Helgi kom út á 8,79 m á øðrum plássi.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

FM í orienteering 7. juli

Um ein mánað skipar Hvirlan vegna FÍF fyri FM í orienteering. Hetta er fyrstu ferð at kappast verður um hetta heiti, og vóna fyriskiparnir at hesin háttur at kappast uppá verður væl móttikin.

Kappingin er í samband við FAR-O, ið er partur av NATLOC. FAR-O er í døgunum 5. til 7. juli. Kappingarnar í FAR-O eru

  • 5. juli: Sprint í miðbýnum í Tórshavn. Eftir kappingina verður felags døgurði, ið ein kann tekna seg til.
  • 6. juli: Miðteinur á Nólsoynni.
  • 7. juli: Langteinur við Rossagøturnar (hetta er FM teinurin).

Fleiri enn 100 útlendingar hava longu meldað til FAR-O, so tað er ongin ivi um at tað verður áhugavert og gevandi fyri føroysku luttakarnar at royna seg í hesi kappingini. Tann í klárar seg best samanlagt teir tríggjar dagarnar í Føroyum vinnur FAR-O, meðan tann í klárar seg best í teimum trimum londunum Grønlandi, Íslandi og Føroyum gerst North Atlantic Orienteering Champion. Video frá FAR-O 2012 sæst her.

Orienteering fer fram á tann hátt at íðkarar starta ein í senn við ½-1 minut  ímillum. Tá tíðin startar fær rennarin eitt kort yvir rutuna. So er endamálið at finna allar postarnar í røttu raðfylgju og koma aftur á mál so skjótt sum gjørligt. Chip verða nýtt til at registrera at rennarar náða allar postarnar. Kortini eru tekna serliga til orienteering. Hesi kort eru m.a. eyðkend við at onki staðarnavn er á kortinum (dømi úr miðbýnum í Tórshavn sæst omanfyri). Av tí at hetta slag av kapping setur krøv til evnini at lesa kort og velja rutu millum postarnar eru tað ikki altíð bestu rennarnir, sum vinna, men heldur tann, ið megnar at velja bestu rutuna til hvønn postin.

Tilmelding er her. Kostnaðurin er 150,- fyri hvønn teinin, meðan døgurin kostar 200,-. Ikki er neyðugt at hava egnan SI-brick (chip skipan, ið verður nýtt), tí hesir kunna leigast á staðnum.