Broytingar í venjingartilboði til ung

Hvirlan í ólavsøkuskrúðgonguni
23.07.2008
Vaktatalva á ólavsøku
26.07.2008

Broytingar í venjingartilboði til ung

Frá og við komandi mikudegi, 30. juli 2008, verður venjingarbólkurin, ið nevnist “sprint, lop og kast (ung)”,  víðkaður til at umfata 10-15 ára gomul eisini, so at bólkurin vendir sær til ung frá 10 ár til uml. 20 ár. Venjingin verður tó skipað á ein hátt so, at ymsu aldursbólkarnir fáa venjing, ið er hóskandi og avbjóðandi til teirra aldurs- og menningarstig.

Av tí at eftirspurningurin hevur verið minni enn væntað, og tað samstundis hava verið einstakir fyrispurningar frá foreldrum at 10-15 ára gomlum børnum, hava vit avgjørt at víðka bólkin til at umfata ung niður til 10 ár. Hetta letur seg gera, tí at grundtankin í venjingartilgongdini hjá Hvirluni er, at tann einstaki íðkarin skal møtast á tí aldurs- og menningarstigi viðkomandi er á.

Í praksis merkir henda víðkan av bólkinum, at ymsu aldursbólkarnir koma at venja somu greinar, men at venjingarhátturin verður tillagaður støðið hjá tí einstaka.

Vegna venjararnar

Heri

P.S. Øll eru vælkomin í Hvirluna. Og til teirra, ið eru forvitin, men kanska ikki tora, tí tey vita ikki, hvat frælsar snúgva seg um og/ella eru ikki vís í, at tey tíma at halda á at venja: Kom kortini, – øll eru vælkomin at royna einar 2-3 ferðir, áðrenn tey melda seg inn í felagið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *