Brekka og vindur i Nólsoynni

Tórshavn ein av heimsins bestu býum til o-renning.
06.07.2013
FAR-O 2013 sera væl eydnað
07.07.2013

Brekka og vindur i Nólsoynni

Annar dagurin á FAR-O byrjaði á Kongabrúnni. Har fóru útvið 150 fólk umborð á Ternuna, tí miðteinurin skuldi rennast á Nólsoynni.

Komin til Nólsoyar var fyrst farið niðan í “event centri”, sum hesaferð var missiónshúsið. Tað er hugaligt at koma til Nólsoyar at skipa fyri, tí vælvildin frá Nólsoyingum er altíð so stór. Hesaferð var onki undantak. Bygdarhúsið var upptikið, men so stóð missiónshúsið opið í staðin. Har luktaði longu gott av heitari suppu tá luttakararnir komu. Tíð var tó ikki til slíkt, tí miðteinurin stóð fyri framman.

Byrjað var nærhendis vatnbrunninum. Har leiðin lá suðureftir, og tey, ið skuldu út á longu torføru rutuna, sluppu næstan upp a toppin av oynni. Millum tveir postar vóru 230 m ímillum á kortinum men harumframt var hæddarmunurin 100 m millum hesar postarnar.

Á startinum kom ein av luttakarnum yvir til fyriskiparnar og spurdi um teir ikki kundu halda vakt, tí nú skuldi vikomandi renna. Søgan aftanfyri vísti seg at verða at 4 m frá startinum lá ein æða og bøldi ungunum. Hon lá pinnas still og var uttan iva ræðslusligin. Heldigvís hevði ein av luttakarunum borið eyga við æðuna, og valdi so at ansa eftir at ongin kom nærri enn neyðugt. Stuttligt at síggja hvussu tilvita hesi fólk í verðuleikanum eru um náttúruna.

Hóast væl av vindi, gekk renningin væl. Tað tók bara góðan tíma at senda øll avstað, og síðstir út á rutuna vóru startarnir báðir. Onkur viðmerkti at tað tyktist sum tað bara var undanvindur, so rutan má hava verði sera væl løgd í mun til umstøðurnar.

Eftir at verða komin á mál, lá leiðin niðan í “event centre”, har úrslitini blivu savnaði saman. So var suppa á skránni hjá nógvum, mean onnur leitaðu sær oman í kaffistovuna ella kunningarstovuna, har tað eisini var opið.

Kl 16:50 fóru øll væl nøgd umborð á Ternuni ávegis til Havnar aftur.

Úrslit frá fyrstu tveimum døgunum síggjast her. Fleiri myndir eru i myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *