Bottnarydkastet

Tórsbreyt nærkast
10.07.2008
Sprint, Lop og Kast (ung)
14.07.2008

Bottnarydkastet

Tey fýra, Randi, Silvia, Rógvi og Heri, fingu sera nógv burtur úr túrinum í Bottnaryd, har tey møttu bæði gomlum kenningum og heimsklassakastarum.

Umstøður – ferðing, bústaður, kappingartreytir og trivnaður sum heild

Ferðingin var yvir Kastrup og so við toki til Jønkjøping, har vit blivu avheintað av Jonas Melblom, sum vit kenna so væl frá venjingarlegunum í Vaxjø, har hann hevur lagt lag á og verið okkum hollur. Jonas er ein av fyriskiparunum og koyrdi okkum seinastu 30 km til lítlu bygdina, Bottnaryd, ið telur 800 fólk, 2-3 virkir,  barnaskúla, keypmann og frælsavøllir.

Fyrst vóru vit og hugdu eftir kappingarstaðnum, har vit máttu sanna, at við vilja og kreativiteti kemur ein langt á leið. Bottnaryd IF hevur serliga sterka kastisiðvenju (havt fleiri kastarar á svenska landsliðnum), og tað sást við hálvum eyga, tí tvey kastibúður vóru á leikvøllunum, meðan rennibreytin var heldur simpul við vanligum, reyðum grúsi og einans trimum geilum. Men hon var har! – og tað er faktiskt tað týdningarmesta. Atrenningin til spjótkast var eisini sindur alternativ, tí at byrja við var hon reiðiliga smøl, men síðstu 15m leyk hon altjóða krøv, og spjótkastarin hevði undir øllum umstøðum møguleika at fáa ta ferð, honum tørvaði. Sandgryvjan til lop, ið var plaserað í einum horni á frælsaøkinum, minti meir um ein vanligan sandkassa enn nakað annað, men alt funkaði, og eingin frælsagrein var fyri vanbýti, eins og høvi var at venja alt: sergrein, styrki, gyrði, skjót- og smidleika. Samanbera vit við okkara frælsavøllir, so eru teir munandi flottari og stórbærari, men tað er ikki alt, tí í Bottnaryd merkti ein stemning og eitt stað við sál. Eg haldi eisini, at áskoðaraplássini (einfaldir, skinklutir benkur) kring vøllin og felagshúsið, har umklæðing, amboðsgoymsla og kaffistova var, gjørdu sítt til, at staðið angaði av trivnaði. Kanska vit og myndugleikarnir kunnu læra okkurt og taka eftir lítlu bygdini? 

Randi, Heri og Rógvi

Eldsálin Greger! Á forvitnisferð okkara kring vøllin, heilsaðu vit uppá Greger Mehlin, ein av stigtakarunum til kappingina og framvegis millum stóru drívkreftirnar. Kappingin, sum næsta ár hevur 10 ár á baki, kom í lag, tí Greger millum annað hugsaði, at tað var keðiligt, tá sonurin endiliga var komin heim til Svøríkis í summarfrí, at hann fór at ferðast kring landið til alskyns kappingar: Fólk kundu tað sama koma til Bottnaryd sum bottnarydbúgvar skuldu fara til onnur! Borið varð so í bandi at skipa fyri kastikapping, og byrjað varð í smáum, har fólk búðu privat, t.d. gistu eini 15 luttakarar hjá Greger og konuni. Síðani er kappingin vorðin kend sum kastikapping burturav, og fólk úr øllum ættum koma at kappast, t.d. hevur týska, Franka Dietch, tvífaldur HM-vinnari í diskkasti verið til Bottnarydkastet nakrar ferðir, eins og so at siga allir svenskir úrvalskastarar, hvørt teir fáast við sleggju, kúlu, spjót ella disk, eru í Bottnaryd, tá Bottnarydkastet fer av bakkastokki.

Smáttur, mýggjabitar og summarhugni à la Emil í Lønnebergi og vinmaður hansara, Alfred

Við einum 100 luttakarum ber ikki til hjá øllum at búgva privat, so í staðin búgva tey, ið hava tørv á gisting á “Brittebo”. “Brittebo”, ið liggur oman til eitt vatn við hugnaligum skógi og baðiumhvørvi, er eitt stað við felagshúsi, vesi- og baðifasilitetum og 8-10 smáttum, sum verða brúktar sum soviskemmur. Liggipláss eru til eini 40-50 fólk, umframt stórur felagssalur til samkomur, máltíðir o.a. samveru. Kommunan hevur fingið ognina frá fólki, ið mistu dóttrina í druknivanlukku á staðnum. Gentan æt Britt, og tí eitur staðið “Brittebo”. Nú rekur kommunan staðið, ið fyrst og fremst verður brúkt sum legustaður fyri fólk og skúlar í kommununi. Føroyingarnir búðu í einari hyttu, og vit innrættaðu okkum eins og í kirkjuni í gomlum døgum við at hava eina mannfólka- og eina konufólkusíðu, tí Heri og Rógvi svóvu í eini koyggjusong og Randi og Silvia í hinari. Trongligt var, faktiskt var í mesta lagi pláss fyri tveimum standandi uppi á gólvinum, men hugnaligt og prátið gekk lívligt viðhvørt.

Umhvørvið var sum skrætt úr eini søgubók hjá Astrid Lindgren: friðsælt og vakurt, tað var bara flaggstongin, sum Ida varð hivað upp í, sum manglaði… Tjald- og grillstaður hoyrdu til økið, og niðri við vatni var baðstova og bátabrúgv, so høvi var bæði at leypa útí og fara ein túr við báti og tráðu. Einasti trupulleikin, men kortini stórur, vóru teir mongu mýggjabitarnir, ið vóru sirka allastaðni og forbiðið naskir, so tað ráddi um at smyrja seg við mýggjabitaverju, soleiðis at ein kundi njóta paradísið uttanfyri.

Sjafførurin Silvia og tey slikksjúku

Silvia Henriksdóttir, sum hevur kastað í Føroyum, býr í løtuni Norra og luttók fyri Hvirluna á Bottnarydkastinum. Hon kom pressandi í bili, og tað kom væl við hjá okkum at hava egnan sjaffør, tí so kundu vit ráða okkum sjálvi í størri mun, enn tá alt var treytað av øðrum. Vit gjørdu okkum eisini dælt tað eina kvøldið, tá vit púra slikksjúk fóru at koyra, til vit funnu eina kiosk. Vit mundu koyrdu ein hálvan tíma og høvdu hug at keypa allan handilin, tá vit endiliga komu fram, men tíverri fyri tey, so skoraðu tey ikki kassan, eftirsum vit ikki sluppu at keypa við korti. Menninir høvdu ongar svenskar pengar, so teir fóru á knøini fyri at fáa nøkur oyru frá Randi og Silviu. Eftir at tær høvdu fingið at vita, hvussu fittar og týdningarmiklar tær vóru, fingu Heri og Rógvi nakrar krónur ;-).

 

Høvdingar hittast 😉

Longu til nátturðan fyrsta kvøldið møtti Heri fleiri gomlum kenningum úr felagnum Aarhus 1900, t.d. Christinu Scherwin, ið skal umboða Danmark til OL í Beijing, og Knud Andersen, spjótvenjara, sum var í Føroyum fyri nøkrum árum síðan og legði Rógva og Randi lag á. Tað var í Århus, at Heri av fyrstan tíð lærdi at kasta og venja. Eisini Rógvi og Randi kendu onkran aftur, sum tey høvdu hitt á venjingarlegnunum í Vaxjø, m.a. Mikaelu Wislander, Annu Wessman og Andreas Wulff. Tær báðar vóru komnar úr Vaxjø at hjálpa til, m.a. at vera frásøgufólk til kappingarnar og koyra fólk aftur og fram. Andreas kappast, og borgar hann altíð fyri einum 70m kasti ella gott tað. Anna Wessman kastaði í vikuni 51.38 m í innleiðandi umfarinum til junior-HM og kom sostatt í finaluna. Magnus Arvidssen, okkara golden-league-maður, var eisini tilmeldaður, men var kortini ikki við vegna skaða. Hann høvdu vit eisini fegin viljað heilsað uppá, fryntligur sum hann er, men stuttligt var at heilsa upp á hini og skifta orð við tey.

Har ið merkini veittra, veittrið eisini mítt

Umframt at verða heintað og fáa innivist, vóru vit eisini væl trakterað, tá tað snýr seg um mat. Vit fingu alt fyri eitt ein drekkamunn, tá vit komu, og lítil løta gekk til nátturðin, kebab-pitsa, stóð á borðinum. Og soleiðis var lagið allan túrin: morgunmat á “Brittebo”, kaffi, breyð og frokost á frælsaøkinum, og leygarkvøldið vóru øll boðin til  felags døgurða á veitingarstaði nærhendis “Brittebo”, har Jonas helt lítla røðu. Eitt hugnaligt kvøld og frálíkar vistir frá enda í annan. 

 

Kastarar í kapping

Leygardagurin var fyrsti kappingardagurin, og skuldu Randi, Silvia og Heri royna seg. Fyrst var Silvia, sum nýliga er byrja at venja aftur. Millum so nógvar óvanliga góðar diskkastarar mundi hon vera nakað kroyst av støðuni og endaði aftast eins og væntað, – tað at hon kortini fekk diskin út á 22.72 m var jaligt.

 

Næsta kapping var spjótkast hjá Randi. Hon hevur sum flestum kunnugt fokuserað uppá hamarkast í ár, og tí var ikki væntandi, at hon fór at gera tann heilt stóra vørrin, men hon megnaði tó at abstrahera frá, at OL-luttakari var við, og kastaði spjótið út á 32.50 m. Hon betraði tó ikki um sína styrkimeting, og endaði sum væntað aftast.

 Randi kastar spjót

Síðstur í eldin fyrra dagin var gamli maðurin, Heri. Hann hevði eina góða uppiting, ið boðaði frá góðum, men tá kastararnir vóru linaðir upp at blíva presenteraðir, var ein longri steðgur, tí at ein frásøgumaður vildi ikki sleppa mikrofonini. Og tá kastarnir so langt um leingi vóru presenteraðir og skuldu byrja at kasta, vóru teir kølnaðir aftur, so kappingin byrjaði alt annað enn væl hjá Hera. Fyrstu 5 kastini eisini styttri enn 42 m, og tað er ikki honum líkt, tá hann er í kampformi. Heri tók seg, sum so ofta áður, saman og kastaði diskin út á 43,96 m í síðsta umfari og fór fram við einum av møtstøðumonnunum. Hetta hevði við sær, at hann endaði eitt pláss fremri enn hann var styrkimettur til.

 

Sunnudagin skuldu allir føroysku kastararnir í eldin. Fyrst snúði tað seg um hamarkast hjá Silviu og Randi, har tær vóru styrkimettar aftast og næstaftast. Kappingin byrjaði illa hjá báðum, Randi kastaði í netið og síðan uttanfyri, meðan teknikkurin ikki heilt vildi tað, sum Silvia vildi. Randi var tí pressað undan triðja umfari, har kravið var eitt góðkent kast fyri at koma víðari. Hon vísti tá mentala styrki, fekk eitt hampuligt kast út og kom sostatt við millum tær átta bestu saman við Silviu. 9 luttakarar vóru í kappingini, men av tí at ein ikki fekk tað heila, teknikk og vilja, at hanga saman, fekk hon einki kast góðkent, tó at hon, tá tað bar til, kastaði nógv longri enn bæði Randi og Silvia. Eftir fyrstu trý umførini varð sáldað frá, soleiðis at 8 tær fremstu fingu 3 køst afturat, og eftirsum bæði Silvia og Randi høvdu fingið køst góðkend, taldust tær millum tær 8 og fingu trý køst afturat.

 

Spjótkast hjá monnum var næst á skránni, og har skuldi Rógvi royna seg. Hann hevur stríðst við eina skaða í seinastuni, men lív var í vónini um, at hann kundi kasta ígjøgnum í Bottnaryd. Tíverri var armurin ikki heilt frískur, so hóast Rógvi royndi at kasta 100%, sást týðiligt, at hann var darvaður og royndi at ansa eftir. Av tí sama fekk hann ongantíð uppbygt neyðuga spenningin í kroppinum, sum krevst til eitt gott og langt kast, og eftir tvær royndir gjørdi hann tí av at trekkja seg úr kappingini.

 

Síðsti føroyingur í eldin var Heri. Hann skuldi royna seg í hamarkasti, har hann síðan venjingarleguna í vetur hevur roynt at gjørt nakrar grundleggjandi broytingar í teknikkinum. Heri byrjaði róliga og økti so tvey tey næstu umførini til 44.89 m. Hetta var nóg mikið til at halda fram í kappingini, men í seinastu kastunum vísti Heri einans stabilitet, tí tey bæði síðstu vóru ávikavist 44.89 m og 44.88 m. Heri endaðit tó ikki aftast eins og styrkimetingin spáddi, og var hetta einamest tí at svenski meistarin seinnu árini hevði ein minni góðan dag, har øll køst hansara fóru av kós og endaðu uttan fyri kastiteigin. Serliga eitt kast hjá honum, ið kvetti nakrar greinar av einum træi, fekk áskoðararnar at klappa, tí tað mundi vera um teir 70 metrarnar, ið faktiskt er heilt pent. Hav í huga at ein handbóltsplena bert er 40 m. Tá heiðursmerkini skuldu handast, varð Heri róptur fram. Tað vísti seg, at onkur hevði lagt til merkis, at hann var í M40 bólkinum, tvs øðrum veteranbólki. Og tað avrik, hann hevði megnað, var nakað, sum fyriskipararnir vildu heiðra, og tí fekk Heri eitt Bottnaryd-heiðursmerki.

 

 

 

 

Silvia hevði langan veg aftur til Norra og helt leiðina heim, beint eftir at hon var liðug at kasta. Hinir tríggir kastararnir fóru við tokinum til Keypmannahavnar beint eftir at kappingin hjá Hera var liðug.

 

 

 

 

 

 

 

Eitt gott vikuskifti, har okkurt kundi gingið betur, men nógv var at fegnast um kortini. Bara tað at fáa eina kapping í kroppin, har ein er millum klassakastarar er ikki at forakta, og hevur ein bara eitt sindur av skili og áræði, kann ein av slíkum túri læra nógv og fáa nørt um motivasjónina 🙂

 

 

 

 

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *