Børka og Misu lupu væl á Tórsbreyt

Kastaragenturnar í kanónform á Tórsbreyt
01.06.2018
Stuttleikir 10 juni
04.06.2018

Børka og Misu lupu væl á Tórsbreyt

Miso og Børka royndu seg bæði í opnari kapping í dag. Venjingin upp til hevur primert snúð seg um kappingar, sum liggja longur frammi, og tí var hvørgin hvíld til at præstera væl, men ein kapping er góð venjing. Bæði royndu seg á 100 m og í longdarlopi.

100 m

Fyrstur í startblokkin var Miso. Miso hevur primert arbeitt við at fáa startin at sita, tí var áhugavert at síggja, hvussu hetta fór at rigga í kapping. Miso fekk gott trýst aftur í blokkin, og kom tí væl betur avstað enn hann plagar. Eisini var hann lægri enn áður, men tó ikki so lágur, sum hann hevur megnað at verði til venjing, og tí misti hann nakað av drive, og harvið ferðøking, fyrstu 10-15 metrarnar. Toppferðin og sprintúthaldni er enn á góðari leið. Tíðin í mótvindinum gjørdist 12,87 sek (w: -1,9 m/s).

Børka hevur, eins og Miso, arbeitt við startinum. Hennara fokus hevur verið, at fáa økt um frekvensin. Hetta riggaði stak væl, og kom hon væl skjótari út á 10 m enn hon plagar. Hon var tó merkt at nógvari venjing í seinastuni, og kostaði tað nakað síðstu metrarnar. Tíðin gjørdist tó 14,98 sek (w: -1,5 m/s), sum er hennara næstbesta nakrantíð.

Longdarlop

Av tí at luttakarar ikki vóru so nógvir, sluppu øll at leypa samstundis ein lítlan tíma eftir at 100 m kappingina. Hetta var gott val, tí annars høvdu pausurnar millum lopini gjørst í styttra lagi. Børka byrjaði við at leypa 4,32 m, sum var 5 centimetrar frá hennara persónliga metið. Næstu lopini gjørdust styttri og styttri. Nakað, sum var vantandi havandi í huga at hon hevur vant nógv í seinastuni.

  

Miso hevur stríðst við at fáa atrenningina at sita. Í teimum síðstu tveimum kappingunum, bleiv tað til seks yvirtrakk í hvørjari. Stóra avbjóðingin var, at har var nógvur munur á hvussu yvirtrakk hendi. Tí hevur verið arbeitt við at stabilisera atrenningina. Hetta hevur eydnast allsamt betur fyri hvørja venjing. Dagurin byrjaði tó við tveimum yvirtrakk, men so sat í triðja lopið. Tað bleiv mált til 5,25 m, sum er persónligt met. Næstu trý lopini sótu eisini perfekt á plankanum, og vóru øll omanfyri fimm metrar, og trý av teimum fýra síðstu lopunum vóru omanfyri gamla persónliga metið.

 

Næsta kapping er stórkapping, sum Hvirlan skipa fyri vegna FÍF.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *