Bólkamet í fyrstu royndini

Nú tað várar, byrja opnu kappingarnar á Tórsbreyt. Tað er altíð við spenningi at farið verður í gongd, tí eftir langan vetur, er hetta fyrsti royndin at fáa eftir mett status. Í dag var hamarkast og diskuskast á skránni.

Hamarkast

Fyrst var tað hamarkast, og her vóru tað tær tríggjar Guðrið Káradóttir Petersen (’00), Lydia Poula Simonsen (’01) og Helena Svabo Ziska (’01), sum royndu seg við 3 kg tunga hamrinum. Fyrst í eldin var Guðrið, sum hevur vant nógv hamarkast í seinastuni. Byrjanin var tó ikki heilt eftir bókini, tí tey trý fyrstu køstini endaðu í netinum. Lydia tók av, og kastaði hamaran út á 24,77 m, sum er ½ m longri enn bólkametið (G16). Í øðrum umfarið kastaði hon 24,85 m, og bøtti harvið aftur um bólkametið. Helena legði út við at seta persónligt met við 15,41 m, eitt met hon bøtti til 17,13 m í øðrum og 17,96 m í triðja. Hóast køstini hjá Guðrið vóru uttanfyri, so sást væl at har var okkurt ávegis, tí hon sat væl í øllum køstunum. Ein lítil justering inn til fjórða kast, og so bar til. Tveir skjótar umgangir og so slepti hon hamaran beint út á kastibreytina. Tíðanverri gloymdi hon í spenninginum at fara rætt úr ringinum, og tí bleiv kasti ikki góðkent, hóast tað var langt omanfyri bólkametið. Tað sást hon var irritera í fimta umfarið, tí hon royndi ov nógv. Kasti fór tó rættan vegin út, og lendiá 28,42 m, sum er góðar 4 metrar longri enn gamla bólkametið (G17). Í síðsta var fokus aftur uppá pláss, og fekk hon tá kasta hamaran heilt út á 31,76 m, og bøtti harvið um bólkametið, sum systurin Marita átti, við 7½ m. Lydia hevði eina stabila kapping, har hon endaði við at kasta hamaran út á 24,89 m, og bøtti hon harvið á triðja sinni um bólkametið hjá G16. Helena helt áfram í bæði triðja og fjórða umfarið við bøta um persónliga metið. Hennara longsta gjørdist 19,77 m.

Diskuskast

So skjótt hamarkast var av, byrjaði kappingin i diskuskast. Her royndu tær tríggja seg aftur. Helena, sum síðstu mánarnar hevur vant nógv diskuskast, byrjaði við at kasta 1,0 kg tunga diskin út á 20,68 m, sum er 1 m longri enn hon áður hevur kasta 0,75 kg diskin. Í øðrum umfarið økti hon til 21,87 m, sum gjørdist hennara longsta. Tað er persónligt met við 3½ m. Har er tó væl meir at heinta, tí í fimta umfarið setti hon tempo niður, og vísti hvussu væl hon er fyri tekniskt. Tá tempo og teknikkur ganga upp í eina hægri eind verður tað langt. Lydia kastaði eisini 1 kg diskin longri enn hennara persónliga met vi 0,75 kg diskinum tá hon í fimta umfarið kastaði diskin út á 21,07 m. Guðrið bøtti eisini um sítt persónliga met tá hon í fyrsta umfarið kastaði 20, 78 m. Hetta gjørdist hennara longsta.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *