Barnavenjing í summar

Elin gjørdist sjeynda Hvirlan, sum kláraði oyggjaleikakravið
17.04.2019
Góð úrslit á Tårnby Games
06.05.2019

Barnavenjing í summar

Í mai byrjar barnavenjingin hjá okkum á Tórsbreyt. Tað eru tvey lið

  • Árgang 2009 til 2011 venja sunnudag kl. 14.30 til 15.30, fyrstu fer 5. mai
  • Árgang 2005 til 2008 venja týsdag kl. 17 til 18, fyrstu fer 7. mai

Tað eru eisini venjingar til tey vaksnu, vitja heimasíðu okkara, www.hvirlan.fo og vel venjing

Til hvørja venjing eru tveir vaksnir venjarir og ofta er onkur við fyri at hjálpa og fáa royndir í venjarayrkinum.

Tilmelding er er á https://bit.ly/2VlM748

Til barnavenjing verður dentur lagdur á almenna venjing av kroppinum. Tað eru øvingar til at menna styrki, skjótleika og gyrði (’spændst’ á do.) saman við reaksjónsøvilsum (serliga hoyrn og sjón) og forøvingum til ymsru frælsagreinarnar, eitt nú longdar- og hæddarlop eru ein aðaltáttur í hvørjum treningspassi, sum aftur kann varierast á óteljandi mátar. Dentur verður somuleiðis lagdur á at samskipa, kenna stev (’rytmesans’ á do.) og styrkja og menna íborin rørslumynstur.

Ítróttagranskarar vilja vera við, at ítróttarlig menning og skjót innlæring í vaksnamannalívinum er treytað av fjølbroyttum og støðugum arbeiði við samskipan og stevkenslu í barndóminum (serliga í 7-12 ára aldri). Børn/ung velja vanliga sergrein um 14 ára aldur, men vaksin kunnu kortini venja eitt sindur av hvørjum.

Barnavenjingin í Hvirluni er burturav ein íløga í framtíðina, og tann, ið vil síggja ítrótttaúrslit her og nú, verður ivaleyst glaðari onkra aðrastaðni, men tann, ið er nøgd/-ur við lutvísan ágóða her og nú og støðugan ágóða sum vaksin íðkari, hann trívist ivaleyst í Ítróttafelagnum Hvirluni. Ein vinningur, sum kann vera trupul á máta, men sum stórur dentur verður lagdur er, er eitt venjingarumhvørvi merkt av tollyndi og sosialum víðskygni. Tó er eitt aðalkrav bæði til venjarar og íðkarar, at skulu vit hava eitt venjingarumhvørvi við virðing fyri einstaklinginum og felagsskapinum, so mugu vit øll virka fyri hesum. Øll eiga vit ábyrgdina, men venjarin sum tann elsti og tann við vitanini og royndunum gongur á odda og er fyrimynd. Tað eisini hann, sum børnini skulu virða og lurta eftir.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *