Barna- og ungdómsvenjing í Hvirluni

Ein gevandi venjingarlega í Spania
17.04.2016
Opnar kappingar á Tórsbreyt – Úrslit
04.05.2016

Barna- og ungdómsvenjing í Hvirluni

Nú summarið nærkast eru venjingar í frælsum ítrótti á Tórsbreyt. Hvirlan hevur lið til børn og ung frá fimm ára aldri og uppeftir.

 

Pinkufrælsar, árgang 2007 til 2011

Venja sunnudag kl. 14.30 og har verður dentur lagdur á at venja gjøgnum spæl. Børnini arbeiði við grundrørslunum við at renna, kasta og leypa.

 

Hvirluvindar árgang 2002 til 2006

Í hvirluvindum er tað framvegis venjing gjøgnum spæl og at stimbra grundrørslur. Men dentur er nú í størri mun lagdur á tekniska partin. Á flestu liðum hjá Hvirluni er yvirlap, soleiðis at tey, ið eru fødd á markamótinum millum lið, kunna velja at venja við yngra ella eldra liðnum.

 

Venjingartíðir árg. 2002-2004:

Tíð venjarar viðmerking
Manadag 18:00-19:00 Tinna og Edna Maria saman við árg. 2002-2000
Týsdag 17:00-18:00 Randi og Steinolvur
Hósdag 17:00-18:00 Steinolvur og Tórur saman við árg. 2005-2006

 

Venjingartíðir árg. 2004-2006:

Tíð venjarar viðmerking
Týsdag kl. 16:00-17:00 Randi og Steinolvur
Hósdag kl. 17:00-18:00 Steinolvur og Tórur saman við árg. 2002-2004

 

Felags

Hvirlan leggur dent á, at tað skal verða rúm at venja hvønn einstakan. Hetta merkir at tað er avmarka pláss á liðunum, og eru við at fyllast hjá teimum yngstu (árg. 2007-2011).

Hvirlan fylgir meginreglunum hjá svenskum frælsum ítrótti, har dentur verður lagdur á at venjarir eru væl útbúnir og at venjingin skal verða skipað so hon kennist stuttlig og gevandi fyri hvønn einstakan.

Øll eru vælkomin at royna nakrar venjingar fyri at vita um tað er nakað fyri ein. Eru ivamál ella spurningar, so er at tosa ella venda sær til felagið á hvirlan@hvirlan.fo, ella við at koma til eina venjing at tosa við venjararnar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *