Barna- og ungdóms venjaraskeið kom væl í gongd

Heimsmet á heimavøllinum hjá vinarfelagnum
24.03.2009
Síðstu vetrarfrælsar eru úti
31.03.2009

Barna- og ungdóms venjaraskeið kom væl í gongd

11 nýggir hvirlu-venjarar eru nú komnir hálva leið at ogna sær førleika at venja børn 7-10 ár og ung 10-14 ár.

Farna vikuskiftið skipaði Hvirlan fyri barna og ungdóms venjaraskeið. Tann, sum hevði innihaldsligu ábyrgdina av skeiðnum, var sviðin Daniel Bergin. Daniel hevur havt liknandi skeið í Føroyum. Hvirluvenjarnir Heri Ziska og Randi Kúrberg stuðlaðu Daniel í tí innihaldsliga.

Fyrsti skeiðdagurin byrjaði við at fólk lærdu hvønn annan at kenna fyri síðan at leypa beint út í tann teoretiska partin. Hesin partur var skipaður bæðið sum fyrilestur, kjak og bólkaarbeiðið. Partur av bólkaarbeiðnum var at tilrættisleggja eina venjing innan útvaldar greinar til børn 10-14 ár.

Seinnapartin var fari í hoyvíkshøllina at síggja hvussu ein kann skipa innanduravenjing fyri tey 7-10 ára gomlu. Har var fari ígjøgnum elementir sum navnaspøl, bólkauppdeiling, renning, kast, lop og ymisk gevandi spøl, sum eru egnaði til henda aldursbólk. Komandi venjarnir fingu skjótt at merkja at hóast venjingarnar vóru skipaðar til børn, so vóru tær krevjandi.

Næsti skeiðdagurin byrjaði við at bólkarnir løgdu síðstu hond á sínar fyrireikingar til at skipa fyri venjing í útvaldum greinum. Hareftir var fari til tað meira teoretiska aftur. Hesaferð var serliga stórur dentur lagdur á hvussu ein kann møta børnum og ungum har tey eru og soleiðis tryggja at øll føla seg trygg og mennast optimalt. Seinnapartin var aftur fari til dømir um venjingar. Fyrst vísti Daniel dømir um hvussu ein kundi skipa kast, lop og rennivenjing fyri 7-10 ára gomlum. Síðan kom tann spennandi løtan, tá í komandi venjarnir skuldu royna at skipa eitt venjingarpass. Fyrsta lið, sum royndi seg, hevði høvi at instruera nakrar ungar gentur, sum vóru komnar í einari skjótari vending. Temaði var kappingarupphiting, koordinatión og hæddarlop. Hetta eydnaðist stak væl og serliga dámdu gentunum at royna hæddarlop. Síðan skuldi næsti bólkur instruera eitt venjingarpass har temaði var sprint. Hesi høvdu “einans” hinar skeiðluttakarnar at venja. Hóast onkrir av skeiðluttakarnum kanska vóru meira truplir at arbeiða við enn ungu genturnar høvdu verði, so eydnaðist tað sera væl.

Nú skeiðini eru hálvliðin, eru skeiðluttakarnir einigir um, at tað higartil hevur verði stak áhugavert og gevandi at verða við, og gleða tey seg til seinna umgang, sum verður 25. og 26. apríl.

Fleiri myndir frá skeiðnum finnast í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *