Bara vindurin forðaði Aldu, Tórur og Rúna at verða oyggjaleikaklár

Kemilux høvuðsponsor hjá Hvirluni
31.03.2015
Tilmelding til mannfólkarenning
05.04.2015

Bara vindurin forðaði Aldu, Tórur og Rúna at verða oyggjaleikaklár

Tríggir íðkarar kláraðu oyggjaleikakrav, men tíðanverri var vindurin aftur ov nógvur, til at úrslitini kundi góðkennast. Tað er tó hugaligt at síggja at bæði sprintarar og leyparar megna at byrja 2015 betur enn teir endaðu 2014.

Fyrst á skránni var 100 m hjá monnum, har Rúni (M20-22) og Tummas Napoleon (M20-22)  og Jóhan (M14-15) vóru klárir. Hjá Rúna var hetta fyrsta kapping eftir at hann fekk ein fiburskaða í november, meðan Tummas Napoleon og Jjóhan báðir runnu sín skótasta 100 m nakrantíð fyri lítlari víku síðan. Báðir fingur teir góðan start, og á hálvum teinin vóru teir meir at kalla javnari, men so trektir Runi eitt vet frá, og kom á mál sum nummar eitt. Tíðin hjá Rúna var 11,37 sek, sum er 2/10 skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Tummas Napoleon kom á mál við tíðini 11,45 sek, sum er 2/10 skjótari enn hann rann teinin fyri viku síðan. Tíðin hjá Rúna er skjótari enn oyggjaleikakravtíðið, men vindurin var 0,8 m/s omanfyri tað mest loyvda. Tummas Napolen var bara 0,05 sek frá at koma undir kravtíðina eisini. Jóhan gjørdi eins og teir báðir eldru og rann munandi skjótari enn hann hevur gjørt áður. Tíðin hjá Jóhan var 14,55 sek, sum er eitt heilt sekund skjótari enn hann rann í 2014.

So skuldu Alda og Lý royna seg. Fyri viku síðan rann Alda hon 13,50, sum er ½ sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Hesaferð vísti hon at tað ikki var eindømi, tí hesaferð rann hon 13,22 sek, sum er langt undir bæði kravtíð til oyggjaleikir og føroyska metið. Tiðanverri var vindurin aftur ov nógvur til at met og kravtið kundu góðkennast. Besta tið hjá Lý var omanfyri 17 sek, og tí var hon í fyrra riðlinum. Her vísti hon tó at hon hevur vant væl í vetur, tí hon var nógv tann skjótasta, og tá tíðin kom vísti tað seg at hon hevði runnið næstan 3 sek skjótari enn hon megnaði í 2014. Tíðin gjørdist 14,69 sek.

So var diskuskast á skránni. Her royndu Guðrið (G14-15), Jóhan, Dánjal (D14-15) og Heri (M) seg. Guðrið bøtti um sítt persónliga metið við 5½ m til 19,10 m, meðan Jóhan setti persónligt met við 15,05 m. Dánjal kastaði 17,30 m, meðan Heri kastaði 39,26 m.

IMG_9668.JPG

So fóru trýstøkk og spjótkast í gongd samstundis. Í trýstøkk royndu Tórur (D16-17), Jóhan og Edna Maria (G18-19) seg. Tórur kom tvær ferðir útum kraviðlongdina til oyggjaleikir, men tíðanverri var vindurin ov nógvur. Longsta lopið var 13,39 m. Jóhan smekkaði til longu í fyrsta lopið, við einum lopið uppá 8,60 m, sum er smáðar 2 metrar longri enn hann leyp í 2014. Í fjóra økti hann til 8,63 m. Edna Maria royndi seg í sini fyrstu kapping uttandura í 2015, og skuldi líka venja seg við umstøðurnar, men so gekk støðugt framá, og kom hon aftur hesaferð útum 10 m strikuna. Hennara longsta gjørdist 10,08 m.

Í spjótkast royndu Helgi (M20-22), Hanus (M20-22), Dánjal (D14-15) og Marita (G16-17) seg. Tað er avbjóðandi at kasta í undanvindi, har serliga tey lættaru spjótini ofta lenda við skeiva enda fyrst, og tá telur kasti ikki. Hetta gjørdi at Marita endaði við at kasta trygt og kom hon út á 29,66 m. Hanus hevði eisini trupulleikar og endaði við at kasta 54,35 m, meðan Helgi vísti at teknikkurin er við at seta seg, tí hann kastaði upp til sítt besta. Tað longsta gjørdist 44,40 m. Dánjal bøtti sum tann einasti um sítt persónliga met tá hann kastaði 24,00 m.

Næsta kappingin verður sunnudagin 12. apríl, tá 100 m, 200 m,

  • kl 14.00: longdarlop 14 ár og eldri
  • kl 14.00: 200 m 14 ár og eldri
  • kl 14.00: spjótkast 14 ár og eldri
  • kl 14.20: 200 m 10-13 ár
  • kl 14.30: 400 m 14 ár og eldri
  • kl 15.00: diskuskat 14 ár og eldri
  • kl 15.00: hæddarlop 10-13 ár
  • kl 15.30: 100 m 14 ár og eldri
  • kl 15:50: 100 m 10-14 ár

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *