Børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum

Frælsavøllir veri vælkomnir
05.10.2008
Innanduravenjing gongur við rúkandi ferð
09.10.2008

Børn stuttleikaðu sær á Stuttleikum

Tað var hugaligt at síggja nógv spent børn standa í kø tá tilmelding til Stuttleikir, ið var fyrsta tiltak á Tórsbreyt, fór í gongd. Áhugin gjørdist ikki minni av at veðurguðarnir vístu seg frá síni góðu síðu soleiðis at sólin skein so at siga gjøgnum alt tiltakið. Stór spjaðing var í aldrinum hjá íðkarnum, har yngsti var føddur í 2005 meðan tey elsti var føddur í 1998.

Tað var borgmeistarin Heðin Mortensen sum setti leikirnar, áðrenn børnini runnu hvør til tað grein tey helst vildu byrja við. Børnini deildu seg skjótt á tær tríggjar greinarnar sum vóru í gongd alla tíðina, tvs at nøkur fóru at kasta 150 g tunga bóltin, nøkur fóru at leypa longdarlop og restin fór at renna 60 m.

100 m renning er mest kenda greinin innan frælsar, og er tí eisini tann greinin sum er best umtøkt millum tey, sum íðka á frælsavøllum. Tey ungu renna tó 60 m í staðin. Við tað at rennibreytin á Tórsbreyt hevur seks geirar, so vóru tað seks sum runnu samstundis.

Av tí at hetta var eitt tiltak fyri tey yngstu var avgjørt at nýta avsetzonu í longdarlop, tvs at børnuini skuldu seta av á síðsta lítla metrinum áðrenn sandgrøvina, og longdin var máld frá har tey lupu frá. Orsøkin til hetta er at endamálið er at finna útav hvussu langt børnini leypa, og ikki hvussu væl tey duga at “tima” lopi til avsetplankan.

Bóltkast er grein, sum yngru børnini íðka, í staðin fyri at kasta spjót. Á Stuttleikum kastaðu børnini ein sokallaðan spjótbólt sum vigaði 150 g. Tað var sera ymiskt hvussu børnini kastaðu, men felags fyri øll var at tey gjørdu sítt besta, og øll kunnu verða væl nøgd við innsatsin.

Heiðursmerkir vóru til allar luttakarar sum høvdu roynt allar tríggjar greinar, og í trimum umganum vóru heiðursmerki handa. Tá dagurin var av høvdu 90 børn fingið heiðursmerkið fyri teirra avrik.

Hvirlan vil gjarna takka øllum sum gjørdu at tiltakið bleiv so væleydna

  • Tórshavnar Kommuna í hevur latið Tórsbreyt gera.
  • Sponsorarnir: Tryggingarfelagið Føroyar, Poul Hansen og Eik.
  • Allir hjálparnir og tey sum hava rætt eina hjálpandi hond í samband við tiltakið.
  • og allir luttakarnir.

Fleiri myndir frá tiltakinum síggjast í myndasavninum.

                           

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *