At kasta er eisini stuttligt

Limafundur sunnudagin 15. mars
11.03.2009
Venjing í sprint og lop
17.03.2009

At kasta er eisini stuttligt

Hvirluvindarnir og tey ungu royndu seg hesaferð sum kastarar. Hvirluvindarnir við meira almennum kastirørslum, meðan tey ungu vandu diskuskast.

Bæði liðini av hvirluvindum royndu somu skrá hesaferð. Byrjað varð við spælinum “familjan fór at ferðast”, áðrenn gjørt varð klárt til at kasta. Kastið var skipað soleiðis, at arbeitt var í fýra bólkum, har hvør bólkur kastaði uppá sín máta. Ein bólkur kastaði tungan vektarbólt síðulangs um bumm, næsti bólkur kastaði innkast við fótbóltum upp um bumm, triði bólkur royndi at kasta antin fótbóltar ella vektarbóltar sum lobb upp um bumm, meðan tann síðsti kastaði liggjandi skiftivís á rygginum og búkinum. Tað gekk uppá stás hjá børnunum og sjálvt tungu bóltarnir flugu upp um bummarnar uttan trupulleikar.

Síðsta liðið slapp at spæla eitt sindur, tá dagurin var liðugur, og har var stuttligt at síggja, hvussu væl tey duga.

Tey ungu sluppu at royna diskuskast hesa ferð. Lærihátturin, ið varð nýttur, var heildar-inngangurin, soleiðis at tey vandu alt kastið frá byrjan. Hetta varð gjørt við at læra hvørja fasu fyri seg, og so beinan vegin knýta fasurnar saman til eitt heilt kast. Tað var hugaligt at síggja, hvussu væl tey tóku hesa lutfalsliga torføru grein til sín, og øll høvdu lært grundrørslurnar í diskuskastinum eftir einans ½ tíma. Venjingin endaði við sirkulvenjing.

Nú nærkast tíðin, at vetrarfrælsar eru av, og 1. apríl er síðsti venjingardagur. Tá ætla vit at vera úti, uppi á Tórsbreyt, so at vit fáa eina hóming av, hvusssu tað veruliga er at íðka frælsar, tí summarfrælsar fara bara fram úti – óansæð veður!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *