Árliga kirkjurenningin í Suðurstreymoy jólaaftan

Hvirluvindavenjingin til jóla og beint eftir nýggjár – uppdatera
08.12.2012
Sumba og hugnakvøld
15.12.2012

Árliga kirkjurenningin í Suðurstreymoy jólaaftan

Níggjunda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Tað verður næstan “same procedure as last year”, tí tað vísti seg at vera væleydnað, men barnatúrurin er broyttur nakað.

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum, og á hvørjari leið hevur felagið ein ábyrgdarpersón, sum sær til, at øll koma aftur í øllum góðum:

  1. Barnatúrurin er skipaður við evninum renning, rørsla og kunning í huga. Runnið verður eftir gøtunum í náttúrvøkru Hoydølum, og renningin fer fram sum postarenning fyri lið. Øll børn eru hjartaliga vælkomin, men tey, ið eru yngri enn 10 ár, skulu fylgjast við onkrum, sum í minsta lagi er 10 ár. Vit enda eins og vanligt við onkrum hugnaligum á Tórsbreyt.
  2. 7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.
  3. 11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.
  4. 30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)

Ruturnar eru at síggja her.

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Í fjør vóru 60 luttakandi, hóast tað var ódnarverður.

Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”.

Kirkjumyndirnar hevur Marita Gulklett tikið, og eru tær at finna á www.jenskjeld.info

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *