Annar dagurin í Vaxjø: sprint, hædd, stong, trýstøkk, spjótkast og shopping

Fyrsti dagurin: ferðing, stangarlop, spjótkast og sprint
04.03.2011
Triðji dagurin: forðarenning, longdarlop, trýstøkk, spjótkast og kinamatur
06.03.2011

Annar dagurin í Vaxjø: sprint, hædd, stong, trýstøkk, spjótkast og shopping

Annar dagurin í Vaxjø byrjaði við at Hvirlurnar ótu morgunmat heima hjá familjunum har tey búgva. So var farið í Tipshallen at venja. Fyrrapartin var venjingin í “Høll C“, ið er bygd undir áskoðaraplássunum á stadion. Har er pláss til 6 breytir,sum eru 120 m langar. Hendan verður ikki nýtt til dagligt, men av tí at tað var kapping fyri børn í “høll B” (Teknikhøllini) so var avgjørt at venja í Høll C. Sjálvt um hetta ikki verður rokna fyri at verða optimalt í Vaxjø longur, so hevði tað verði ein ómetaliga stór hjálp í Føroyum um ein slík “høll” var tøk til venjing um veturin.

Mrogunvenjingin var sprintvenjing, har Hvirlurnar vandu saman við nøkrum frá IFK Vaxjø. Rørslurnar vóru nógvar og sera ymiskar. Øll var hon tó fokusea uppá grund-venjing, har almen koordinatión var tað afturvenandi temaði.  Beint eftir venjing fóru íðkarnir at hyggja eftir skóm á lagrinum hjá IFK Vaxjø, og har vóru nógv sum funnu skógvar, tað verði seg trýstøkks-, hæddarlops, sprint- ella spjótkast skógvar.

Eftir venjing fingu vit ein bita í kafeteria í Tipshallen áðrenn farið var ein túr inn í býðin í Vaxjø at “shoppa”. Fyrsti steðgur var (sjálvandi) ein ítróttarhandil, og síðan fóru fólk hvør í sína ætt. Góðar tveir tímar seinni møttust fólk aftur, og tá komu øll við posa, nógv við ítróttarklæðum, men eisini onnur ting høvdu funnið pláss á innkeypslistanum.

Seinnapartsvenjingin var fjølbroytt, har sprint, hæddarlop, trýstøkk, spjótkast og stangarlop blivu vand samstundis. Hæddarlop var skipa av Ingelu, og har var tað serliga Øssur sum hevði ein góðan dag. Hann leyp 185 cm uttan truplleikar (føroyska metið er 180 cm). Í stangarlopinum, ið Fredrik aftur í dag stóð fyri, var tað serliga Marita sum imponeraði venjaran. Hon leyp 2.00 m. Tað hevði í 2010 rokki til eitt fimta pláss á danska ranglistanum í stangarlopið i hennara aldursbólkið, og er einans 25 cm frá A-kravinum til talentbólkin. Ikki so galið eftir einans at hava roynt greinina í lítlan tíma. Tað var yvir alla linjuna at íðkarnir tóku venjingina til sín, t.d. leyp Bjarni  lítlan metur longur í trýstøkk enn hansara persónliga met, ið var set í Íslandi fyri einans 6 vikum síðan. Venjingin endaði við ser-venjing fyri føturnar, fyrst í sandgryvjini og síðan á lopbreytini.

Tá venjingin var liðug, fóru Hvirlurnar aftur heim til familjurnar at fáa sær ein bita og at slappa av, áðrenn venjingin aftur byrjar í morgin kl. 11.30. Flestu familjurnar høvdu spurt føroyingarnar hvat tey kundu hugsa sær, og tað endaði so við at nærum øll fóru at fáa Taco’s til náttura í kvøld.

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *