Tvey föroysk met annan dagin

Status eftir fyrra dag: 25 persónlig met í 29 startum!
22.01.2011
Trygvi gott úrslit í Svøríki
29.01.2011

Tvey föroysk met annan dagin

Tað kom væl við, at kappingarnar í dag ikki byrjaðu fyrr enn kl. 10.00, tí langi og harði dagurin í gjár hevði merkt hvirlurnar. Tó vísti tað seg at úrslitini ikki vóru stórvegis ávirkaði.

Fyrst í eldin var Marita. Hon skuldi royna seg í forðarenning, har hon var tilmeldað við 13,55 sek, sum persónligt met. Tað vóru heilar 33, sum luttóku og nógvar vóru tilmeldaðar við betri tíð. Marita fekk ein góðan start, og rútman var góð. Hóast Marita ikki heilt nögd við hvussu tað földist, sovísti tað seg at hon hevði betra um sítt persónliga met við næstan 2 sekundum, so tað nú er 11,77 sek. Onnur greinin hja Maritu var hæddarlop. Har leyp hon 1,20 m.

Tórur hevði avgjört at royna seg í forðarenning, hóast hann ikki hevur vant tað, og ikki kann sigast annað enn at hann byrjaði væl. Rútman var ikki heilt sum hon skuldi, men hann kom á mál  góðuí tíðini 13,01 sek.

Hjá teimum 16-17 ára gomlu byrjaði dagurin við at Trygvi, Bjarni og Hallur royndu seg í forðarenning. Trygvi var tann drúgvasti, við Bjarna og Halli í hölunum. Tíðirnar vóru ávikavist 10,50 sek, 10,90 sek og 11,65 sek. Hetta vóru persónlig met við millum hálvt og heilum sekundi.

Síðan royndi Steinolvur seg í hæddarlopi. Bjarni skuldi havt verði við, men noyddist at velja millum trýstökk og hæddarlop, og har vann trýstökk. Í hæddarlopinum reiv Steinolvur fyrstu ferð á 160 cm, sum er 4 cm omanfyri hansara persónliga met, men í triðju roynd fleyg hann elegant uppum og tað persónliga metið var ein realitetur. Tað vísti seg at verða tað hægsta Steinolvur kom uppum í dag.

Bjarni, Hallur og Rúni royndu seg samstundis í trýstökk, og har var enn einaferð persónligt met yvir alla linjuna. Bjarni fördi ann við at leypa 10,45 m í tveimum teimum fyrstu umförunum. Síðan satsaði hann, og tey fylgjandi fýra lopini vóru öll mett at verða útvið 11 m, men tíðanverri vóru öll dömd yvirtrakk við millum 1/2 og 2 cm. Úrslitið rakk tó til silvurmerkið, fýra cm frammanfyri Rúna, við Halli á fjóra við10,24 m.

Seinasta grein hjá teimum 16-17 ára gomlu var 400 m. Har var tað Trygvi sum helt seg til, og hann legði hart út, og lá fremst eftir 300 m, men móti endanum sást at venjingin hevur verði meir málrætta til teir styttru teinarnar. Trygvi koma tó á mál í tíðini 57,05 sek, sum er meir enn 1,5 sek skjótari enn metið hjá honum úti.

Mennirnir royndu seg fyrst í trýstökk, og vorði sum byrjan. Helgi legði út við at betra um sítt met í fyrsta lopi, og bötti so aftur um tað í öðrum og triðja umfarið. Össur vildi tó ikki standa aftanfyri og í fimta umfarið sat rútman og hann lendi á 13,33 m, sum er nýtt föroyskt met innandura og eisini longri enn metið uttandura. Tað er samstundis longur enn A-kravið til oyggjaleikirnar. Hann steðgaði tó ikki har, tí í síðsta umfarið leyp hann 13,40 m. Öll lopini hjá Helga vóru longur enn hansara persónliga met, og longsta (10,45 m) var útvið 1/2 m longur enn tað gamla persónliga metið há honum.

Síðsti startur hjá monnunum var hæddarlop, og har sást at Össur var við at leypa seg heitan, tí hann leyp lætt og elegant uppum 160 cm, 170 cm og 175 cm. So var stongin flutt upp á 180 cm, ið er 4 cm omanfyri persónliga metið hjá Össur, sum eisini er föroyskt met uttandura. Innandura metið var 172 cm. Í fyrstu roynd vildi stongin ikki blíva liggjandi, men í öðrum umfarið leyp Össur besta lop hann higartil hevur lopið, og fleyg langt uppum stongina (myndin undir). Sostatt var hansara næsta föroyska met ein realitetur.

Dagurin endaði sostatt við 13 persónligum metum í 14 startum, harav tvey vóru föroysk met. Eisini bleiv tað til tvey silvurmerkir og eitt broncumerkið, og fyri Stórmót var tað 37 persónlig met í 43 startum, harav tvey vóru föroysk met og á pallinum vóru Hvirlur fimm reisur, ein í sprint (60 m) ein í kast (kúlustoyt) og trýggjar í lop (allar í trystökk).

Öll úrslitini eru her, og fleiri myndir koma í myndasavni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *