Annað umfarð av Grand Prix verður 9. juni

Stuttleikir
30.05.2012
Stuttligt á Stuttleikum
03.06.2012

Annað umfarð av Grand Prix verður 9. juni

9. juni verður annað umfarð av Grand Prix á stadion. Hesaferð skipar Hvirlan fyri kappingini. kappast um grand prix verður í bólkunum: 8-9, 10-11, 12-13, 14-15, 16-17, 18-19 og 20+.

Í øllum bólkum verður kappast í einari grein í hvørjum bólkið í hvørjum umfarið. tvs ein miðtein, ein sprint-tein, eitt lop og eitt kast verður á skránni hvørja ferð. Vinnarin fær 10 stig, nummar tvey fær 9 stig osf. Tann, sum hevur flest stig innan hvønn bólk (miðtein, sprint, lop, kast) eftir trý umførð, vinnur samlaða Grand Prix kappingina í sínum aldursbólki.

Hvirlan vónar at nógvir limir velja at umboða felagið til hesar kappingarnar.  Hvør einstakur meldar beinleiðis til her. Tað tekur tíð áðren tað sæst um tilmeldingin er komin inn, og tí er neyðugt at fara innaftur at hyggja inntil ein er komin á listan. Um tilmeldingin ikki er registrera, so er ikki møguligt at rætta hetta eftir at freistin er farin. Um tað eru ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við felagið umvegis hvirlan@hvirlan.fo, ella við at tosa við ein av venjarunum ella umboð úr nevndini. 

Síðsta freist at melda til er 6. juni!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *