Annað umfar av stórkapping væleydnað

Stuttleikir 10 juni
04.06.2018
Miso gull, silvur og broncu á Copenhagen Open
10.06.2018

Annað umfar av stórkapping væleydnað

Tað er hugaligt at síggja, hvussu ungu hvirlurnar støðugt taka seg fram. Aftur í dag, har annað umfarið av stórkapping var á skránni, megnaðu tær flestu at ogna sær persónlig met. Hetta tíður uppá at venjingartilgongdin, sum hevur til endamáls at tryggja støðuga framgongd í longdini, er rætta leiðin at ganga.

 

Børn 5-7 ár

Seks ára gamla Ró Appolonia Hansdóttir var aftur hesaferð til dystin fús í yngsta bólki. Hesaferð var longdarlop á skránni. Hon legði út við at ogna sær personligt met við 1,31 m. Í næsta lopið legði hon 8 centimetrar afturat. Tað triðja var eitt vet styttri, so teir 1,39 m hon leyp í øðrum umfarið gjørdist tað longsta hesaferð.

 

Gentur 8-9 ár

Sigrið Hansdóttir og Sonja Klein Simonsen byrjaðu dagin við longdarlopi. Her legði Sigrið út við at leypa 2,97 m, sum er væl longri enn gamla persónliga metið. Sonja leyp 2,11 m, sum er ein flott debut! Sonja økti í øðrum umfarið til 2,12, og í triðja økti hon so aftur til 2,37 m, sum sostatt gjørdist hennara longsta. Sigrið leyp eisini sítt longsta í triðja umfarið har hon á fyrsta sinnið fór útum 3 metrar. Lopið bleiv mált til 3,02 m.

Eftir longdarlop var kúlustoyt á skránni. Her vóru báðar klárar at royna seg við 2,0 kg tungu kúlunum. Sonja legði út við at ogna sær persónligt met uppá 3,58 m. Hetta økti hon tó til 3,69 m í øðrum umfarið. Sigrið byrjaði eisini við persónligum metið í fyrsta umfarið. Hennara var 4,34 m. Eins og Sonja økti hon aftur í triðja. Tað bleiv mált til heilar 4,54 m.

So var 60 m á skránni, og aftur vóru bæði Sigrið og Sonja klárar til start. Hetta var fyrstu ferð Sonja royndi seg á hesum teini, meðan Sigrið hevur roynt seg áður. Sigrið var tann fyrra á mál, og har vísti tíðin, at hon hevði runnið gott og væl 2½ sek skjótari, enn hon hevur megnað áður. Tíðin hjá henni gjørdist 10,33 sek. Sonja, sum royndi seg á fyrsta sinnið, ran væl, og kom á mál við flottu tíðini 12,19 sek.

 

Dreingir 8-9 ár

Christian Dahl-Christiansen byrjaði dagin við longarlop. Hansara fyrsta lop gjørdist neyvt 1,00 m í mótvindinum, sum er persónligt met. Eftir hetta lopið valdi hann at steðga, men kundi fara heim við persónliga metinum.

Eftir longdarlop fór Christian beina leið til kúlustoyt. Her legði hann út við at ogna sær persónligt met, við at stoyta kúluna út á 2,46 m. Hann økti tó í næsta til 2,66 m og í triðja kom hann heilt út á 3,25 m. Hetta var hansara síðsta, og tí má hann bíða til næstu kapping, fyri at vita um hann kann halda áfram við at bøta um síni úrslit.

 

Gentur 10-11 ár

Tað er stuttligt at síggja ungar íðkarar taka Tórsbreyt til sín. Ein sum er í ferð við hetta er Elena Ellindsdóttir Olsen, sum í ár hevur valt at royna seg í flestu greinum. Elena byrjaði dagin á 200 m, har hon var á geil trý í fyrsta riðli. Hon kom væl úr svinginum, og á langsíðuni er uppgávan at halda formin og kempa seg á mál. Hetta gjørdi hon og megnaði í síni fyrstu 200 m kapping at koma undir 40 sek. Tíðin gjørdist 39,99 sek.

Eftir 200 m fór Elena til longdarlop, her var Beina Debes eisini við. Elena legði út við at bøta um sítt persónliga met til 2,61 m. Hetta bøtti hon aftur um í triðja umfarið til 2,79 m. Beinta, legði út við at tangera sítt persónliga met, men í øðrum umfarið kom hon heilt út á 3,04 m, og ognaði sær tí eins og Elena eitt flott persónligt met í nógva mótvindinum.

Báðar fóru bein leið frá longdarlop til kúlustoyt, har 2,0 kg tungu kúlurnar lógu klárar. Elena legði út við at ogna sær persónligt met við 3,12 m. Hetta met slapp tó ikki at standa tí í øðrum umfarið kom hon út á 3,24 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð. Beinta legði eins og Elena út við persónligum metið. Hennara var 5,55 m. Í øðrum umfarið økti hon til heilar 6,37 m og eins og hjá Elenu, so var hennar næsta hennara longsta.

 

Dreingir 10-11 ár

Terji Dal Christiansen byrjaði dagin við at renna 200 m. Hetta var hansara fyrsta roynd á hesum teininum. Terji kempaði seg gjøgnum svingið, og tá langsíðan kom og málið var í eygsjón var uppgávan at halda formin og kempa seg á mál. Hetta gjørdi Terji, og tískil segði tíðin á málinum 37,15 sek. Enn eitt flott persónligt met.

Í kúlustoyt legði Terji út við, at stoyta kúluna næstan tvær metrar longri enn hann hevur megnað áður. Hann steðgaði tó ikki har, tí í triðja umfarið legði hann lítlan hálvan metur omaná, soleiðis at hann endaði heilt úti á 5,83 m.

So fór Terji til longdarlop, har hann hevði tríggjar royndir. Hann byrjaði væl, við at leypa 2,62 m, men hann steðgaði tó ikki har, tí í næsta økti hann við 6 centimetrum og í triðja legði hann so heilar 12 centimetrar omaná afturat, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 2,80 m, og eitt flott persónligt met í nógva mótvindinum.

Terji endaði dagin við at debutera á 800 m. Hetta er grein, har tú skal renna tveir heilar umgangi á Tórsbreyt. Her er skjótt at lata aðrar seta tempo, og tað er sjálvdan gott. Terji megnaði at halda egi tempo, og rann ein javnan 800 m. Hann kom á mál við tíðini 3 min 30,09 sek, sum bara er uml 20 sek frá hansara bestu tíð á 600 m, so ein munandi skjótari miðalferð, hóast teinurin er longri.

 

Gentur 14-15

Børk Berg Jørgensen, sum primert venur trýstøkk og rimarenning, byrjaði dagin við hæddarlopi. Her var byrjunarhæddin 112 cm. Børka kom uppum í fyrstu royndini. So var yvirliggjarin fluttur upp á 117 cm. Hóast góðar royndir, so vildi yvirliggjarin ikki blíva liggjandi. Endaliga úrslitið gjørdist tískil eitt annaðpláss við 112 cm.

Eftir hæddarlop fór Børka til 200 m. Arbeitt hevur verið við at fáa økt um ferðina, og harvið ikki á sprintúthaldinheit, sum er kjarnin í einum góðum 200 m. Ferðin er tó økt munandi, og tað lønar seg, tí hóast ein minni góðan start, so gjørdi høga toppferðin at tíðin gjørdist 30,26 sek, sum er næstan trý heil sekund skjótari enn persónliga metið uttandura hjá Børku.

Tá 500 g spjótini blivu tikin fram, var Børka ikki einasta Hvirla, tí Elin Niclasen royndi seg eisini. Spjót er eisini fyrsta grein hjá Elin. Arbeitt hevur verið í longri tíð, við grundleggjandi tekniskum elementum hjá Elin, men fyri stuttari tíð síðan var fokus flutt yvir á tempo, sum skal realisera teknikkin og fysikkin til long kast. Hetta hevur eydnast stak væl, tí fyri góðari viku síðan, legði Elin góðar fýra metrar omaná sítt persónliga met. Tí var tað spennandi at vita, um nýggja støði heldur. So er, tí í dag kastaði hon sítt næsta og triðja kast útum 35 m strikuna. Tað longsta gjørdist 35,34 m. Børka, sum kom frá hædd og 200 m hevur ikki vant spjót, men megnaði í triðja umfarið at koma heilt út á 23,14 m.

Børka endaði dagin við at renna sín fyrsta 800 m. Hetta er rættuliga langt frá tí hon venur, men tað plagar ikki at steðga Børku, og gjørdi tað heldur ikki hesaferð. Hon legði meir varðliga út enn á 1000 m í síðstu stórkapping. Hetta loysti seg, tí hon helt eina javna ferð allan vegin, og á mál var tíðin so góð sum 2 min 40,89 sek.

 

Gentur 16-17 ár

Sunniva Bogadóttir og Helena Svabo Ziska royndu seg við 500 g tungu spjótunum. Helena legði út við at kasta spjótið út á 25,74 m, sum er nakað longri enn hennara persónliga met. Kasti hjá Sunnivu miseydnaðist og valdi hon tí at gera yvirtrakk. Sunniva kom tó sterkt aftur, tí í øðrum umfarið kastaði hon 35,74 m, og bøtti harvið um bólkametið hon tók fyri góðari viku síðan. Sunniva tók tvey kast afturat, men valdi so at steðga fyri ikki at yvirbelasta økslina, har hon hevur havt skaða. Helena hevði nøkur minni góð kast, men í síðsta riggaði betur, men kasti gjørdist tó ikki heilt so langt sum í fyrsta umfarið.

Gentur 18-19 ár

Guðrið Káradóttir Petersen, sum hevur gjørt hamarkast til sína grein, royndi seg við 600 g spjótinum. Her legði hon út við at kasta 24,06 m. Í næsta kasti kom hon heilt útum 26 m strikuna við 26,19 m. Hetta var hennara besta inntil síðsta umfarð. Tá kom hon heilt út á 26,31 m, sum bara er nakrar centimetrar frá hennara persónliga metið.

Dreingir 18-19

Dánjal valdi at geva avboð á 200 m og í spjótkast, fyri at kunna fokusera uppá 800 m, har hann vónaði at klára talentkravið hjá FÍF. Kravið var tó hart, tí har var væl av vindi, og av tí at Dánjal er í serflokki her heima, so noyddist hann at renna einsamallur allan vegin. Hann legði hart út, við at renna fyrstu 200 m uppá 29 sek. Á 400 m segði klokkan 59 sek, so kom Dánjal út í kraftiari mótvindin á handaru langsíðuni, og byrjaði hann at spenna upp. Hetta kostaði bæði kreftir og tíð. Seinnu 400 m blivu runnir uppá 71 sek. Endaliga tíðin gjørdist 2 min 10,92 sek, sum er nakað frá kravinum til talentbólkin, sum Dánjal annars var langt undir, tá hann royndi seg í dysti um danska meistaraheiti fyri ung í september í fjør.

Við einum hørðum 800 m í beinunum fór Dánjal til hæddarlop. Her valdi hann at byrja á 142 cm, sum hann lættliga kom uppum. Hann leyp síðan 147 cm um, fyri í staðin at royna seg á 152 cm. Dánjal kom eisini uppum 152 cm, og bøtti harvið um persónliga metið, hann setti seinastu ferð hann royndi seg í hesi grein. Dánjal hevði onkra góða roynd á 157 cm, men kom ikki uppum, soleiðis at hansara endaliga úrslit gjørdist 152 cm.

 

Kvinnur

Edna Maria Debes, sum var vorðin sjúk, valdi at luttaka í spjótkast og hæddarlopi hesaferð. Fyrra greinin var spjótkast, har hon skuldi vita hvussu langt hon kundi kasta 600 g tunga spjótið. Longu í fyrsta kasti kom hon heilt út á 24,91 m, sum er næstan 1½ m longri enn hennara persónliga met. Í øðrum og triðja umfarið sat timingin ikki heilt, og tí gjørdust hesi kastini eitt sindur styttri. So valdi Edna Maria at steðga fyri hesaferð og í staðin fara at gera seg klára til hæddarlop.

Edna Maria fór frá spjótkastinum til hæddarlop. Hetta var fyrstu ferð í tvey ár, at Edna Maria royndi seg í hæddarlopi. Hon legði út við at koma lættliga uppum 117 cm. So fór yvirliggjarin upp á 122 cm. Edna Maria leyp aftur lættliga uppum. Á 127 cm helt Edna Maria góðu agressivu ferðina inn móti stongini, og kom lættliga uppum. Á 132 cm miseydnaðist fyrsta royndin, og so valdi Edna Maria at steðga fyri hesu ferð.

 

Menn

Okkara menn byrjaðu dagin við at kasta spjót. Her vóru Tórur Mortensen, Magnus Dal-Christiansen og Kristian Martin Garðalíð við. Tórur legði út við at kasta 40,48 m. Hóast fleiri góðar royndi, so gjørdist fyrsta kastið tað longsta hjá honum. Magnus legði út við at kasta 34,79 m. Í fjórða umfarið kom hann út á 36,76 m og í fimta heilt út á 37,60 m, sum gjørdist hansara longsta. Kristian Martin, sum eisini kappast fyri Parasport Føroyar, gjørdi comeback eftir longri steðg. Eins og hjá Tórur, so kom hansara longsta í fyrsta umfarið, har hann kastaði 21,58 m.

Eftir spjótkast fóru Magnus og Tórur báðir til hæddarlop. Hvørgin venur greinina, men báðir eru altið klárir til eina kapping. Magnus fór inn í kappingina 137 cm, sum hann kom lættliga, uppum. Sama søgan var á 142 cm. So fór yvirliggjarin upp á 147 cm, og tá meldaði Tórur seg inn í kappingina. Tórur kom lættliga uppum. Í fyrstu royndini hevði Magnus góða hædd, men manglandi tekniska venjingin gjørdi at hann dróg yvirliggjaran niður við sær. Næstu tvær royndirnar vóru ikki líka væleydnaðar, so Magnus fór heim við einum persónligum metið uppá 147 cm. Tórur helt áfram, og kom í fyrstu royndini uppum 152 cm, 157 cm og 162 cm. Teknisk sá tað støðugt betri út, sum kappingin leið, men á 167 var gjørdi stóra fokus á tað tekniska at hann misti tempo inn móti stongini. Tískil sóðu fyrstu lopini væl tekniskt, men manglandi momentum gjørdi at hædd eisini manglaði. Í síðsta lopið kom tempo á aftur, og hæddin var øgilig, men teknikkurin var ikki har, so hóast hann við einum betri flog uttan iva kundi komi uppum bæði 167 og fleiri fylgjandi hæddir, so bar ikki til hesaferð. Endaliga úrslitið gjørdist 162 cm.

 

Øll úrslitini koma í næstum út á www.fif.fo. Fleiri myndir eru at finna í myndasavinum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *