Fleiri felagsmet sett til Tórshavn Marathon
13.09.2009
Skúlar á Tórsbreyt
22.09.2009

Annaðleiðis dagur hjá teimum ungu

Dagsins venjing gekk meir at kalla sum vanligt, tó við tí broyting at tað vóru Randi og Rógvi, sum stóðu fyri venjingini. Randi tók sær av lopvenjing, ið endaði við trýstøkk, meðan Rógvi tók sær av kastivenjing, sum endaði við kúlustoyt.

bowling

Eftir venjing var fari oman í ÍSF húsið har frugt stóð á borðinum. Endamálið var tó at tosa um venjing, og hvørji ynski tey ungu høvdu í mun til greinatilboð í Hvirluni, og eins og vantað so var tað áhug í øllum greinabólkum, tvs sprint, lop, mið-langteinarenning og kast, útyvir almenna frælsavenjing.

bowl

Eftir at hava tosa um venjing og ætlanir, var farið at bowla, og ikki kann sigast annað enn at nógv var lagt fyri. Teknikkirnir vóru ymiskir, men øll tyktust stuttleika sær óført.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *