Annað umfarð av GP b&u gav nógv góð úrslit

Broyting!!! Framskundað fráferð í dag
09.06.2010
Hvirlan og grandprix leygardagin 26. juni
22.06.2010

Annað umfarð av GP b&u gav nógv góð úrslit

Hóskvøldið skipaði Treysti fyri øðrum umfari av GP fyri børn og ung á Svangaskarið. Veðrið var av tí allar besta, so upptaktin kundi ikki verði betur, men tíðanverri spældu menn bólt meðan kappast var og hevði hetta stóra ávirkan á fyriskipanina av kappingini. Tað bleiv tó væl lofta av fyriskiparanum, og vóru allar greina avviklaðar sum tær skuldu, tó at onkur var eitt sindur seinkað. Hvirlan var umboðað í flestu aldursbólkum og flestu greinum, partvís av “veteranum”, um ein kann tosa um veteranar í einum tvey ára gomlum felag, og av onkrum, sum nýliga eru byrjað at kappast.

Tey yngstu (árg. ’01-’02) skuldu royna seg á 40 m teininum og í longdarlop. Hjá dreingjum vóru tað Bárður, Elias og Kristian, sum luttóku, meðan Helena umboðaði genturnar. Øll fýra vístu at tey hava tikið seg nógv fram, og serliga stuttligt var tað at síggja í longdarlop, hvussu væl Hvirlurnar dugdu tekniska partin av lopinum. Tað berð boð um, at tíðin har ein kann umhugsa tann meira fysiska partin, ið gevur tað stóru framgongdina, spakuliga er við at nærkast. Bárður leyp 2,94 m, Kristian leyp 2,52 m, Elias leyp 2,15 m meðan Helena leyp 2,66 m. Bárður gjørdist nummar 2 og Helena nummar 3. Í sprint runnu tey 40 m, og har rann Bárður teinin uppá 7,75 sek, Elias 7,89 sek, Kristian 7,96 sek og Helena 8,15 sek.

Í bólkinum G10-11 royndu Tinna og Guðrið seg. Tær byrjaðu við at renna 80 m, og har gjørdi Tinna bart við at vinna greinina við 12,75 sek í síni fyrstu kapping í sprint. Guðrið, ið er eitt ár yngri, rann teinin uppá 15,36 sek. Tær báðar royndu seg eisini í longdarlop og enn einaferð endaði Tinna ovast. Hon leyp 3,64 m, sum var næstan ½ m longur enn nummar tvey. Guðrið leyp 2,55 m og var tað longst av teimum, sum vóru føddar í 2000.

Bólkuri D12-13 og G12-13 (árg. ’97 og ’98) er ein spennandi bólkur tí at tey, sum vunnu nærum alt fyri Hvirluna í bólkinum 10-11 í 2009 luttakað nú í hesum bólkinum, tó sum tann yngri árgangurin. Tað at tey eru ung steðgaði teimum ikki, tá tey royndu seg í kúlustoyti, longdarlopi og 80 m renning. Hjá gentunum vóru tað Marita, Emilia og Anny sum royndu seg, meðan Tóri, Tórur, Ólavur og Jákup royndu seg hjá dreingjunum. Í longdarlop lupu Marita og Emilia ávikavist 3,57 m og 3,35 m á øðrum og triðja plássi, meðan Tórur leyp 3,94 m á øðrum plássi, Ólavur leyp 3,78 á triðja plássi meðan Jákup leyp 3,26 m. Har kann nevnast at teir, sum endaðu frammanfyri Hvirlurnar, eru eitt ár eldri enn Hvirlurnar. Hin greinin hjá hesum bólkinum var 200 m renning. Marita rann teinin uppá 32,58 sek og gav tað eitt triðjapláss, meðan Anny rann 36,77 sek. Hjá dreingjunum var úrslitið at Tórur rann teinin uppá 32,21 sek, Ólavur uppá 32,55 sek og Jákup uppá 36,90 sek. Í kúlustoyt var Tóri einans cm frá at tryggja sær fyrstapláss tá hann í síðsta umfarið stoytti kúluna út á 7.92 m. Ólavur stoytti 5,80 m, Tórur 5,65 m og Jákup 5,55 m.

 

Í bólkinum D14-15  luttóku Hallur og Hanus meðan Bjørk luttók í bólkinum G14-15. Hesi royndu seg í kúlustoyt. Bjørk, ið nýliga er komin av við skaða vann við 6,73 m. Hanus og Hallur gjørdu eins og í fyrstas umfarið og tóku fyrstu tvey plássini við ávikavist 9,15 m og 8,73 m. Hallur var næstan ein metur frammanfyri nummar trý. Á 200 m teininum royndi Tummas Napoleon seg eftir langa pausu, og var úrslitið 27,45 sek.

Hjá teimum 16-17 ára gomlu (árg. ’93-’94) vóru tað bara dreingir við. Hesir fyltu tó nógv, tí av 13 startum í hesum bólkinum átti Hvirlan teir níggju. Í kúlu vann Helgi sum hann plagar. Hesaferð við 10,37 m. Úrslitini hjá hinum var at Tróndur kom á triðja pláss við 8,49 m, Bjarni stoytti 8.00 m, Steinolvur 7,76 m og Trygvi 7,22 m. Á 200 m teininum gjørdist Trygvi nummar tvey við 25,64 sek, meðan Bjarnni fekk tíðina 27,15 og Gwenael fekk tíðina 27,90. Tað var einans Gwenael sum royndi seg á 1000 m teininum, og har bleiv hann nummar tvey við tíðini 3 min 11,53 sek.

Samanumtikið ein stak góður dagur har tað endaði við sjey fyrsta plássum og 20 endaðu millum tey trý bestu. Tað merkir at annarhvør startur gav eitt úrslit í top 3, harafturat eru tey allar flestu úrslitini persónlig met. Øll úrslitini finnast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Triðja umfarð í GP b&u 2010 verður á Tórsbreyt leygardagin 26. juni. Tá er tað Hvirlan sum skipar fyri. Greinarnar síggjast her. Um onkur hevur hug at royna at rokna stig sjálvur, so liggur leinkja til tabellina (excell rokniark) her. Fyrst skal ein finna arki við rætta aldursbólkinum á niðara bredda. Tað er eldri bólkurin sum verður nýttur. Tvs tað er tabellina Dreingir 15 sum er nýtt at rokna stigini í bólkinum D14-15. Av tí at tabellin steðgar á 10 árum, so verða stigini hjá bólkunum G8-9 og D8-9 rokna eftir tabellini hjá teimum 10 ára gomlu. Úrsliti verður tasta í gulu feltini og so fær ein stigini í grøna feltinum til høgru. Tað eru tvey tey bestu úrslitini í hvørji grein sum telja.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *