Alda undir oyggjaleikakravið á 100 m

Fyri tveimum árum síðan var hon líka við at klára kravið, men síðan er kravið hert munandi, samstundis sum Alda hevur stríðst við skaða í seinastuni. Tí var frøin stór tá alt fyri eina ferð skuld fall rætta vegin. Undanvindurin var neyvt 2,0 m/s, sum er tað hægst loyvda, og tíðin gjørdist 13,30 sek, sum er neyvt tað, sum oyggjaleikakravið hjá FÍF sigur.

Edna Maria royndi seg eisini í trýstøkk. Her hendi tað tíðanverri at kappingin bleiv í síðsta eygablikk útsett ½ tíma. Hetta gjørdi at hon í staðin fyri at kappast, mátti arbeiða við at halda seg heita og klára í kuldanum. Hetta eydnaðist ikki, og tískil bleiv úrslitið ikki tað sum hon annars plagar at megna. Hon kom tó í fjóru royndini út á 9,59 m, sum eftir umstøðunum er góðkent.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *