Alda staðfest at hon er tann skjótasta í løtuni

Fleiri góð úrslit annan dagin á Stórmót ÍR
21.01.2018
Lýdia í topform
25.02.2018

Alda staðfest at hon er tann skjótasta í løtuni

Annað vikuskiftið á rað skuldi Alda Sigurðsdóttir Lamhauge royna seg í kapping innandura. Hesaferð í samband við at landsliðið luttók í altjóða kappingini Pallas Spelen í Malmø (Svøríki), har Alda royndi seg á 60 m og 200 m.

Leygardag var 60 m á skránni. Her bøtti Alda munandi um sítt persónliga met í Reykjavík, men har vóru ábendingar um meir var á veg. Tað var tí við spenningi at hon fór í blokkin. Her var hon tó hildin óvanliga leingi í blokkinum, og var líka við at tjóðstarta. Tá so starturin fór, var hon ikki klár aftur, og misti nakað. Hóast hetta, so megnaði hon at bøta um sítt bara eina viku gamla persónliga met, so tað nú er 8,28 sek, bara 0,06 sek frá føroyska metinum, sum nú er alvorliga hótt.

Sunnudag var tað 200 m sum skuldi rennast. Her kom Alda væl úr blokkinum. Stóra ferðin og krapa svingi gjørdi at hon mátti berjast við fyri at halda geilina, so eftir hálvan tein fór ein framvið, men Alda fekk rútmuna at koyra, og tók hana aftur móti endanum. Á málinum segði tíðin 27,38 sek, sum er heili 0,3 sek skjótari enn gamla persónliga metið hjá Aldu. Ein óvanliga stór forbetring, sum ger at nú resta bara 0,13 sek í føroyska metinum.

Við persónliga metinum hevur Alda megnað at bøtt um sítt persónliga met á báðum teinunum, hvørt ár síðan hon á fyrsta sinnið royndi seg innnadura í 2013. Eisini hevur hon staðfest, at hon í løtuni er tann skjótasta her heima. Nú ferð hon í gongd við at fyrireika seg til uttandura kappingarnar, sum byrja móti sumri.

(FÍF eigur myndina)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *