Alda nummar 10 á Gotlandi

Hálvfinalur vóru á skránni mánamorgunin, og hendan morgunin var Alda einasti føroyingur í eldin. Hon skuldi royna seg á geil seks í seinnu hálvfinaluni á 100 m.

Alda var styrkismett til at enda sum nummar fimm í hesi hálvfinaluni. Alda kom sera væl úr blokkinum var væl við fyrstu metrarnar. So dragnaði eitt vet í mun til hana sum rann á geil fimm. Alda vildi tó ikki sleppa heilt, og tá hon kom á mál vísti tað seg at hon var enda sum nummar fýra í sterku hálvfinaluni.

Tíðin hjá Aldu gjørdist 13,63 sek, hóast vindmátarin segði 4,85 m/s ímóti. Standard korrektión fyri vindin sigur at ein mótvindur uppá 4,85 m/s kostar 0,7 sek á 100 m, so ongin ivi um at Alda rann upp til sítt allar besta og eitt sindur afturat í síni fyrstu kapping á oyggjaleikum. Í morgin er hon partur av 4×100 m boðrenningini, har hon skal renna fyrsta teinin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *