Alda nærkast 13 sek á 100 m.

Tíðarætlan Jatnatøk
21.07.2016
Hvirlur royndu seg í Ólavsøkurenningini
28.07.2016

Alda nærkast 13 sek á 100 m.

Ársins útgáva var á Tórsbreyt hóskvøldið (21. juli). Veðrið var næstan perfekt, næstan tí tað vísti seg at vindurin var tað einasta sum stóð millum Aldu og eitt føroyskt met á 100 m.

Fyrsta greinin var 100 m, og har vóru sjey luttakarar í alt, og tí var runnið í tveimum riðlum. Í fyrra riðli vóru Maiken Olsen (ÍSB), Lý H. Mohr (Hvirlan), Andrea K. H. Møller (Bragdið) og Lydia Simonsen (Hvirlan).

Her kom Lý fyrst á mál við tíðini 14,63 sek, sum er meir enn ½ sek skótari enn hon hevur runnið teinin áður. Andrea gjørdist nr tvey við tíðini 14,72 sek, Lydia Simonsen debuteraði við flottu tíðini 15,20 sek meðan Maiken rann teinin uppá 17,77 sek.

Í seinna riðlinum var Alda, sum einans var 0,01 sek frá føroyska metinum tá hon rann á VU-spelen í Gøteborg fyri trimum vikum síðani, og tá rann hon í mótvindi, nú lá hann undan. Starturin var ikki optimalur, men hon hevði gott drive frá startinum, og kom væl upp í ferð. Hon var jagstrað av Elisabeth, sum á 50 m lá undir liðini av Aldu, men Alda vísti sína styrki og trekti frá móti endanum. Tíðin gjørdist 13,23 sek, sum er 0,21 sek undir føroyska metið. Tíðanverri var vindurin 0,7 m/s omanfyr mest loyvda, so metið verður ikki viðurkent. Um tíðin verður korrigera til 2,0 m/s undan, so er hon 13,30 sek, ið er oyggjaleikakrav, og verður vindurin korrigeraður til 0,0 m/s, so verður tíðin 13,46 sek, og tað er eyðsýnt at Alda verðuliga hevur fingið ferð í beinini. Elisabeth kom á mál við tíðini 13,30 sek og Teresa 14,05 sek.

Hjá monnunum hendi tað óhepna at tíðtøkan á málinum miseydnaðist, og skipanin valdi síðani at fara í verkfall, so ætlaði umstarturin bleiv avlýstur.

So var spjótkast á skránni. Her royndu Sunniva Bogadóttir, Lydia Simonsen og Bárður Jóhanssen (øll umboða Hvirluna) seg. Kasta var undan vindinum, nakað, ið setur serlig krøv til kastaran, men sum kann geva nakað eyka. Hesaferð vísti tað seg at verða trupult at fáa spjótini at markera. Sunniva og Lydia fingu eitt góðkent kast í part, meðan Báður fekk trý. Tað longsta hjá Sunnivu var 23,11 m (500 g), hjá Lydiu 21,93 m (500 g)  og hjá Bárður 25,72 m (600 g).

bardur

So var tíð at nýta sandgryvjina. Her vóru tríggjir luttakarar í longdarlopi og tveir í trýstøkk, so fyri at leypararnir fingu nøktandi pausu millum loopini var kappast í báðum greinunum samstundis.

Elisabeth H. Simonsen (Bragdið) var einsamøll genta í longdarlopi, og leyp hon 4,52 m. Hjá dreingjunum royndu Dánjal D. Ljósheim og Tóki B. Sørensen (báðir: Hvirlan) seg. Dánjal byrjaði við at gera yvitrakk, meðan Tóki støðugt bygdi upp gjøgnum kappingina. Tað longsta hjá Tóka kom í fimta umfarið og bleiv tað mált til 4,55 m, ið er persónligt met. Dánjal, sum var gliðin aftur á annað plássi, svaraði aftur við at leypa 4.65 m. Hvørgin kom longur út hesa ferð.

danjal-longd

Í trýstøkk royndu Tinna B. Jørgensen (Hvirlan) og Andrea Kirstina H. Møller (Bragdið), seg. Tinna legði út við at leypa 9,29 m, meðan Andrea leyp 9,59 m, sum gjørdist hennara longsta. Tinna setti so ferð á og kom út á 9,74 m og bøtti harvið um sítt persónliga met. Har var tó meir at heinta, men ótryggleikin í atrenningini, sum áður hevur kosta nógv, er enn har, men fyri fyrstu ferð í ár var onki yvirtrakk. Í fjóra lopinum fekk hon ilt í hælin, og tí var valt at droppa síðstu tvær royndirnar.

tinna

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *