Alda í hálvfinaluna á Gotlandi

Alda Sigurðsdóttir Lamhauge kláraði á fyrsta sinnið kravið til oyggjaleikirnar í vár, og tí hevur fyrireikingin í seinastuni snúð seg um at blíva klár, vitandi at støði er væl hægri enn í Føroyum. Alda hevur tó eina tilgongd til ítrótt og venjing sum røkkur langt, og tað vísti hon í dag, tá allar fyrsta skot var latið av á Gutavallen í Vísby á Gotlandi.

Alda var í fyrsta riðli, har hon skuldi renna á geil 4. Í mun til tilmelding, so átti Alda at enda langt aftast í riðlinum. Alda kom væl úr blokkinum, og hekk væl í hinum eftir fyrstu 20 metrarnar. Tá var hon komin í rætta sprintstílin, og har frá snúði tað seg um at kempa. Tað dugir Alda. Hon helt ferðini, og kom á mál sum nummar fýra við tíðini 13,58 sek. Hetta hóast ein mótvind uppá  2,06 m/s, sum eftir standard útrokningum hevur kosta henni uml. ¼ sekund í mun til um ongin vindur var. Sostatt leveraði Alda aftur hesaferð sítt allar besta tá tað veruliga taldi.

Eftir var so at bíða fyri at vita hvussu langt tað rakk. Møguleikin fyri finaluplássi tyktist tunnur, tí nr 1 og 2 komu beinleiðis í finaluna, og so komu fýra tær skjótastu tíðirnar av øllum hinum. Eftir Fyrsta riðil merkti tað at Alda í besta fall endaði á 10. av 12 finaluplássum. Næstu riðlarnir broyttu onki, og tí kom Alda í finaluna sum nr. 10!

Alda rennur semifinalu á bana seks í riðli tvey í morgin kl 10.25 føroyska tíð.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *