Hvirlur royndu seg í Ólavsøkurenningini
28.07.2016
Tórur dystast um norðurlendska meistarheitið
07.08.2016

Alda flaggberi

Hvørt ár, síðan Hvirlan varð stovnað, hevur hon luttikið í Ólavsøkuskrúðgonguni, og so var aftur í ár. Flaggberi hesaferð var ungi sprintarin Alda Sigurðsdóttir Lamhauge. Alda hevur vant við Hvirluni í nøkur ár, og hevur tikið seg støðugt fram, frá at hon var millum tær aftaru í finalunum á stytsta sprint-teininum, til hon fyri góðari viku síðan rann teir 100 m skjótari enn nøkur føroyskt kvinna hevur runnið teinin. Við hennara íðni er lítil ivi um, at har er meir í vantu.

alda

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *