Áhugavert venjaraskeið í ÍSF húsinum

So hvirla vit av álvara :-)
12.01.2010
Hvirlan til Íslands
21.01.2010

Áhugavert venjaraskeið í ÍSF húsinum

ÍSF er í ferð við at skipa soleiðis fyri, at venjarar í ymsu feløgunum, ið eru limir í ÍSF, fáa møguleikan fyri at nema sær eina útbúgving sum venjarar. Tey skeið, sum skipa hevur verði fyri higartil eru; “Venjing fyri børn og ung”, “Ítróttur og venjing” og “Ítróttarskaðar – nei takk”. Tey bæðið seinastu, ið byggja á tað fyrsta, vóru seinasta vikuskiftið í ÍSF húsinum. Tað var danin Ulrik Balle, ið stóð fyri undirvísingini.

Fríggjadagurin snúði seg mest um skaðar og skaðafyribyrging. Har var nógv tosa um hvussu t.d. røtt upphiting kann fyribyrgja einum stórum parti av skaðum, og at ein við at hugsa seg um í síni tilgongd til venjing kann fyribyrgja minst ¾ av øllum ítróttaskaðum sum fólk koma út fyri.

IMG_4733

Leygardagurin snúði seg mest um venjing, og har var millum annað tosa um anatomi, fysiologi, venjingarhættir, leiðsluhættir o.a. Tað, sum tó fekk flestu smílini fram, var tá grísaknøðini komu á bori. Har sluppu so fundarluttakarnir at sita við skalpel og skera seg inn í knæði, fyri at síggja hvussu ymsu liðbondini, knæskel osf lógu í knæðum. Eisini var tað stuttligt at fara í fimleikahøll at royna eina tilgongd til upphiting, sum er dokumentera at minka um talið av skaðum, og annars at royna ymisar mátar at venja styrki, úthaldinheit, koordinatión og liðiligheit.

Eftir lokið skeið fingu luttakarnir prógv fyri skeiðini og harafturat prógv sum “Venjari 1” í útbúgvingarskipanini hjá Dansk Idrætsforbund. Skeiðini eru tó kompetancugevandi í Europa, soleiðis at ein kann velja at byggja uppá hesa útbúgving í øðrum Europeiskum londum.

IMG_4714

Samanumtikið er tað eitt sera gott initiativ, sum ÍSF er farið í gongd við, og er tað ongin ivi um at Hvirlan ferð at halda áfram við at senda sínar venjarar á hesi og onnur skeið fyri at tryggja at vitanin um venjing er so góð sum gjørligt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *