Áhugaverd vitjan til barnavenjing

Eik fór við gullinum
09.05.2009
7-800 fólk á Tórsbreyt!
16.05.2009

Áhugaverd vitjan til barnavenjing

Dagurin byrjaði, sum hann plagar við venjing av teimum ungu og yngra hvirluvindaliðnum, men tá seinna lið av hvirluvindum fór í gongd, kom barnaútvarpið at vitja og fregnast um frælsar.

Fyrra lið av hvirluvindum byrjaði við ‘øllum mínum høsnarungum’ og ‘slangustafet’ við vektarbóltum. Eftir hesa innleiðslu fóru børnini í tveir bólkar, sum kastaðu við pinnum og hoppaðu band. Venjingin við pinnum er eitt slag av forøvilsi og tøknivenjing til spjótkast. Venjingin við hoppibondum er grundvenjing til bæði lop og renning, tí element sum samskipan, rútma, fráspenni, styrki og javnvág er at finna slíkum rørslum. Øll sleppa altíð at royna alt, so tá gott korter var farið býttu bólkarnir um, og síðstu 10 minuttirnar sluppu øll at royna at renna kapp, har tey startaðu úr reiðiligum startblokkum. Børnini komu skjótt á lagi við at vera til reiðar og síðan starta, tá tey hoyrdu eitt ávíst ljóð, t.d. ein lógvabrest. Somuleiðis vóru tey ófør at skipa seg í røðir og sýna hvør øðrum fyrilit. Venjarin var ikki sørt erpin av, hvussu nom og hugagóð tey eru. Dygga foreldrahjálpin er framvegis hin sama og stimbrar hugin hjá venjarunum 🙂

Tey ungu fóru eftir upphiting við vektarbólta-spæli at venja við forðingum, har tey gingu yvir forðingar á ymsar hættir áðrenn fari var at renna, og hóast tað var fyrstu ferð onkur royndi seg, so gekk tað væl hjá øllum. Eftir forðarenningin var fari til spjótkast, sum byrjaði við vektarbólt venjing. So var spjótkast á skránni. Fyrst var arbeitt við armførðing, men hesaferð var skjótt farið til kast við renningarferð, og tað blivu nógv slík til hvønn íðkaran.

Seinna liðið av hvirluvindum byrjaðu sína upphiting við eini slangustafett og síðan vela-pikk. Meðan hetta fór fram, var vitjan komin oman á vøllin. Tað vóru Jonna og Elin frá barnaútvarpinum, sum vóru komnar oman at heilsa uppá børnini. So meðan helvtin av børnunum kastaðu spjót og hin helvtin royndi seg sum longdarleyparar, tosaðu fittu barnaútvarpsvertirnir við nøkur av børnunum um tað at íðka frælsar í Hvirluni. Venjingin endaði við nøkrum startum.

Hvirlurnar vera eftir ætlan at hoyra í Barnaútvarpinum, týsmorgunin 26. mai.

Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *