Áhugaverd evnir viðgjørd annað vikuskiftið av venjari-2 útbúgvingini.

Hvirluvindalega í Hvalba 9.-10. mars og fundur í ÍSF-húsinum í annaðkvøld kl. 19.00-19.30
03.03.2013
Nógv børn, nógv ferð og nógv gleði á Tórsbreyt
04.03.2013

Áhugaverd evnir viðgjørd annað vikuskiftið av venjari-2 útbúgvingini.

Annað vikuskiftið av trimum í venjari-2 útbúgvingini var eins gevandi og tað fyrsta. Aftur hesaferð vóru tað Pernille og Mads Wied, ið stóðu fyri venjingini, og eins og seinast vístu tey hvussu stóra vitan tey hava, og væl duga tey eisini at greiða frá, soleiðis at luttakandi venjararnir fingu nógva góða vitan heim við.

Byrja var leygardagin 1. Mars kl 18.00 tá venjara-rollan var á skránni. Her var m.a. komi inn á hvørjar uppgávur liggja í tí at verða venjari, umframt at tosa var nógv um hvørji amboð venjarin hevur tá íðkarar skulu motiverast til at náða síni mál. Kl 22.00 var fyrsti dagurin liðugur.

Leygardagurin byrjaði kl. 09.00 við styrkivenjing. Her var fyrst komi inn á grundleggjandi evnir sosum hvussu vøddar arbeiða, og hvussu ein kann broyta arbeiðskapacitetin gjøgnum ymisk sløg av venjing. Tá tosa verður um arbeiðskapacitet, so er tað í mun til krøvini innan tað ítrótt einstaki íðkarin hevur valt at venja. Fleiri tímar vóru nýttir í fitness centri, har ymisk øvilsir vóru víst. Nógv av hesum eru standard hjá hvirluíðkarunum, men hugskot vóru til fleiri. Tó var, eins og vanligt tá tosa verður við styrkivenjarar innan ítrótt, víst á at maskinur ikki er nakað ítróttarfólk fáa stórvegis nýttu burturúr.

Leygarkvøldið var komi inn á hvussu venjing verður tillaga aldurin av einstaka íðkarunum. Her var so undirstrika at tað er menningar-aldurin, ið er avgerandi, tvs at venjingin broytist tá ein kemur í pubertetin og tá ein kemur út aftur pubertetinum. Tað er stórt sæð óansæð hvussu gamalt barnið er.  Kl 19:00 stóð døgurði á borðinum, áðrenn farið var heim.

Sunnudagurin var halgaður ítróttarskaðum. Byrja var kl. 9.00 við at tosa um sløg av skaðum, og har sluppu so ymsu ítróttargreinarnar at vísa á hvørjir skaðar eru vanligir innan viðkomandi ítrótt. Tað var, eins og vanta, stórur munur á hvørjir skaðar eru vanligir í ymsu ítróttargreinunum. Tosa var um fyribyrging. Tað vil siga hvussu ein kann tryggja umhvørvið og menna/venja íðkaran soleiðis at sannlíkindini fyri at fáa skaðar minka. Eisini var komi inn á hvat í gerast skal tá skaðin er hendur. Bæði í akut fasuni, og eisini í mun til tað at tryggja at íðkarin kemur fyri seg aftur og kann gerast virkin aftur sum ítróttarfólk.

Partur av degnum var nýttur í høll, har nógvar ymsar fyribyrgjandi rørslur vóru royndar, umframt at luttakandi venjararnir sluppu at royna seg við at eygleiða hvønn annan og síggja smá-munir í ymsum rørslum í kunna gera munin millum nakað styrkjandi og nakað, sum í ringasta fall, kann virka niðurbrótandi.

Sunnudagin kl. 17.00 vóru tað nakrir móðir venjarar, sum fóru heim eftir at hava luttikið á hesum øðrum partinum av venjari-2 útbúgvingini. Eitt vikuskiftið er eftir, tað er 12-14 apríl, tá kostur, teknik-venjing og venjingar-planlegging er á skránni.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *