Aftur í ár var føroyskt met sett á Jatnatøkum

Jatnatøk: Skrá og startlistar – mílin kvinnur flutt
21.07.2014
Hvirlur á Jatnatøkum
26.07.2014

Aftur í ár var føroyskt met sett á Jatnatøkum

Hvirlan roynir altíð at hugsa uttanfyri kassan, og nú FÍF hevur strika hæk í øllum grandprix kappingum, so var hann sjálvandi við á Jatnatøkum. Harumframt var Mílin tikið við í skránna. Mílin er ein tann mest siðbundna greinin innan frælsu ítróttirnar, har serliga avriki hjá Roger Bannister, tá hann, sum fyrsti maður nakrantíð, rann teinin skjótari enn 4 min, er hæddarpunktið. Í dag hava metrisku teinarnir vunnið hævd, og er mílin tí avloyst av 1500 m teininum. Tað er tí forkunnugt hjá føroysku íðkarunum at fáa høvi at royna seg á teimum 1609 m.

Hjá kvinnunum var tað tíðanverri bara ein luttakari, men tá hesin luttakarin er Rebekka Fuglø, so er onki “bara” yvir tí. Hon legði hart út, og helt síðan eina stabila ferð. Tað resulteraði í eini tíð uppá 5 min 11,52 sek, ið er føroyskt met. Hetta rakk eisini til ein tryggan sigur í dystinum um at gerast ársins Jøtna.

Dysturin um heiðurin sum ársins jøtun var munandi meir spennandi enn dysturin um ársins jøtnu. Her hevði Øssur Debes Eiriksfoss fyrsta møguleikan at royna seg í longdarlopinum, har hann kom út á 6,15 m. Hetta merkti at um Hanus Bergsson skuldi ogna sær heitið, so var kravið at hann kastaði minst 55,24 m. Hóast hann kendi seg stívan í økslini, so kastaði hann 57,02 longu í fyrsta kasti og tá ongin annar fekk fleiri stig, so ognaði Hanus sær heiðurin sum Ársins jøtun á fyrsta sinni.

Intersport og Hotel Føroyar stuðlaðu kappingini.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir koma í myndasavnið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *