Aðalfundur og nýggj nevnd í Hvirluni

Stangarlop á Tórsbreyt
14.09.2013
7- og 10- kampur á Tórsbreyt
16.09.2013

Aðalfundur og nýggj nevnd í Hvirluni

Ítróttafelagið Hvirlan hevur havt aðalfund í dag, og útskiftingin í nevndini var stór, tí bara ein limur helt fram. Teir tríggir limirnir, ið stóðu fyri afturvali, Heri Ziska, Birna M. Joensen og Rigmor N. Arge  tóku ikki við afturvali, og Tummas Napoleon Arge fór í úrtíð. Eftir stóð Birna Abrahamsen, men ikki stóð á at manna nevndina, og sum ikki eina ferð mugu vit sanna, at foreldrastuðulin í felagnum er fantastiskur. Tvær mammur, Hervør Jacobsen og Anna Simonsen, tóku við vali, og tað gjørdu Teitur Seloy og Randi Kúrberg eisini. Tiltakslimirnir, Helgi Geyti og Trygvi Laksáfoss, sum verða valdir eitt ár í senn, tóku báðir við afturvali. Oman fyri 20 limir og avvarðandi vóru møtt, og má tað sigast vera gott, tá ið 2/3 av limunum eru niðan fyri 14 ár.

Felagið takkar hjartaliga gomlu nevndarlimunum fyri tað stóra og ofta ósjónliga, men sanniliga virðismikla arbeiðið, teir hava gjørt hesi seinastu árini. Eisini fegnast felagið um, at teir ikki sleppa felagnum heilt, men taka við álitisstørvum sosum at skipa fyri tiltøkum og standa fyri venjing. Óført!

Nevndin skipaði seg eftir fundin

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Randi Kúrberg sum forkvinnu, Annu Simonsen sum næstforkvinnu, Birnu Abrahamsen sum skrivara, Hervør Jacobsen sum kassameistara og Teiti Seloy sum ognarrøkli. Tiltakslimirnir, sum vanliga møta á fundi, tó at teir ikki hava skyldu til tað, søgdu seg vilja arbeiða við PR og umrøðu burturav, og teir skuldu gera hetta í samstarvi við hini ungu í felagnum.

Fyrsti nevndarfundur verður mikukvøldið 25. sept. kl. 19.00 í ÍSF-húsinum, og er skráin henda:

1) Vit taka við, har gamla nevndin slepti

2) Árshjólið

3) FÍF – kunning fyri nýggju nevndarlimunum um sersambandið

4) Tiltøk restina av árinum – Vitarenningin í Hoydølum og náttúrurenning undir Kerjum

5) Ymiskt

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *