Viðtøkur

Lógir fyri Ítróttafelagið Hvirluna

 

§1

Navn felagsins er Ítróttafelagið Hvirlan, og stovningardagurin er 15. Mars 2008.

 

§2

Endamál felagsins er í einum sunnum og mennandi umhvørvi at íðka ítrótt, serliga frælsar ítróttir og fremja áhugan fyri hesum ítróttum.

 

§3

Øll kunnu gerast limir í Hvirluni við at gjalda limagjald og binda seg við hesum til at ganga undir lógir, reglur og treytir felagsins.

 

§4

Limagjald verður ásett á ársaðalfundinum.

 

§5

Til at skipa fyri viðurskiftum felagsins verður 5 manna nevnd vald, sum skipar seg sjálv, við formanni, skrivara, kassameistara og tveimum nevndarlimum. Nevndarlimir kunnu eisini vera avvarðandi hjá persóni uttan atkvøðurætt.

Samstundis við nevndarvalinum verða valdir 1 roknskapargrannskoðari og 2 tiltaksfólk fyri nevndina. Nevndarlimir sita tvey ár í senn, soleiðis at annaðhvørt ár standa 2 og 3 fyri vali. Grannskoðari og tiltaksfólk standa fyri vali á hvørjum ári. Afturval er loyvt, tó kann formaður/-kvinna ikki sita meir enn 6 fylgjandi ár í sessinum.

Nevndin førir gerðabók og bók yvir ognir felagsins, krevur inn allar inntøkur og eigur heimild at gjalda allar neyðugar útreiðslur.

 

§6

Evsta vald í Hvirluni hevur aðalfundurin, ið verður hildin um heystið, soleiðis at hann fylgir venjingarárinum innan frælsar ítróttir (heyst til summar). Aðalfundurin skal boðast frá fyri almenninginum minst 2 vikur framman undan dagfesting, og innkomin mál skulu vera felagnum í hendi minst 1 viku fyri fundin. Tá ið lógliga er boðað til aðalfundar, er hann viðtøkuførur, og vanligt fleirtal er nóg mikið at avgera øll mál. Atkvøðurætt og valbæri hava allir limir, ið eru fyltir 15 ár, og sum møta á aðalfundi.

 

§7

Aðalfundurin verður hildin við hesi dagsskrá:

  1. Val av orðstýrara
  2. Formaður/-kvinna greiðir frá virki felagsins í farna ári.
  3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  4. Innkomin mál
  5. Val av nevndum og tiltakslimum
  6. Val av grannskoðara
  7. Ymiskt

 

§8

Boðast kann til eykaaðalfundar, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá í minsta lagi 16 limir, ið hava atkvøðurætt, krevja tað. Eitt slíkt krav má vera grundað og skal sendast nevndini skrivliga. Eykaðalfundur skal lýsast á sama hátt sum aðalfundurin.

 

§9

Um so er, at felagið er limur í eini sameining av ítróttarfeløgum, eru limirnir skyldugir at geva seg undir ta lóg og tær ásetingar, sum sameiningin samtykkir fyri limir sínar.

 

§10

Uppskot um avtøku av Hvirluni ella navna- og virksemisbroyting kann bert leggjast fram á aðalfundi. Fyri at vinna sømdir skal helmingurin av limunum vera uppmøttur, og uppskotið samtykkjast av í minsta lagi ¾ av teimum, ið hava atkvøðurætt. Um ikki nóg nógvir limir eru møttir á fund, verður boðað til nýggjan aðalfund við hesum sama evni, og kann hesin avgera hetta mál við vanligum atkvøðumeiriluta.

 

§11

Í sambandi við avtøku verða allar ognir felagsins at falla felagnum Smæruni í Tórshavn til og annars sersambandinum fyri frælsari ítrótt (FÍF).

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *