Á venjingarleg í Vaxjø (Svøríki)

John Egholm fyrsti føroyameistari í Hvirluni í 2011
13.02.2011
Hvirluvindalegan 12.-13. mars – kunning
02.03.2011

Á venjingarleg í Vaxjø (Svøríki)

Fríggjadagin 4 mars kl. 5:50 møtast 13 spentir íðkarar og tveir spentir leiðarar á farstøðini. Leiðin liggur fyrst vestur í Vágarnar og síðan via Keypmannahavn til Vaxjø í Suðursvøríki. Túrurin er ein venjingarlega, har íðkarnir koma at venja saman við javnaldrum í felagnum IFK Vaxjø, ið er svenska vinarfelagið hjá Hvirluni.

Túrurin er samskipaður við FÍF, soleiðis at tey, sum hava klárað a-kravið til talentbólkin innan longu kastigreinarnar vera við á túrinum. Tey íðkandi er millum 12 og 21 ár.

Venjingin kemur at fara fram í Tipshallen-kompleksinum, har tey hava eina høll til sprint og eina til teknisku greinarnar. Harafturat er 400 m rennibreyt runt um innandura-fótbóltsvøllin, har Føroyar spældi javnt móti Svøríki fyri 10 árum síðan.

Ungu Hvirlurnar koma at venja allar greinar, og har er mest spenningur um at sleppa at royna seg í stangarlopið, ið er einasta frælsagrein ein ikki kann venja á Tórsbreyt.  Eitt høvuðsendamál er sjálvandi íblástur, bæði til íðkarar og venjarar, og tað kemur ikki at mangla tá m.a. svenskir landsliðsvenjarar í ávikavist spjótkasti og hæddarlopi koma at leggja lag á hjá føroyingunum.

1 Comment

  1. Daniel Djurhuus Rein says:

    Góðan túr!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *