LOADING

Type to search

Góð úrslit fyrra dagin av stóra FM2022

Kast Lop miðtein sprint tíðindi Uncategorized úrslit

Góð úrslit fyrra dagin av stóra FM2022

Fyrri dagur FM var á Tórsbreyt, har luttakaratalið var søguliga lágt, við nógvum greinum við ongum luttakara, og fleiri greinum við einans einum luttakara, tó megnaðu hvirluíðkarar at fáa nógv góð úrslit við heim.

Fyrsta greinin var 100 m hjá kvinnum. Her vóru einans tveir luttakarar, har tann eina var Tinna Berg Jørgensen, sum í ár hevur bøtt um sítt persónliga met frá 13,27 sek til 12,78 sek og í sama tikið føroyska metið, sum við ársbyrjan var 12,99 sek. Tinna vann ein tryggan sigur við tíðini 12,94 sek (w: +3,7 m/s).

So var tað 1500 m hjá monnum, og her vóru tríggjir luttakarar, har Tummas Napoleon Arge var tann eini. Tummas Napoleon, sum nú mest venur longru teinarnar, legði seg á odda, og átti harvið tunga trekki í mótvindinum, meðan hini lógu í le aftanfyri. Hann helt tó ferðina og vann gull við tíðini 4 min 54,04 sek.

Villiam á Lava Persson royndi seg í tr‎‎ystøkk. Tað var trupult at fáa atrenningina at sita í upphitingini, men tá kappingin fór í gongd riggaði. Hann leyp 8,44 m í fyrsta lopið, sum er 48 cm longri enn hann hevði lopið áður. Næsta lopið gjørdist eisini 8,44 m, meðan tað triðja var eitt vet styttri. Í fjórða lopið leyp hann aftur 8,44 m. Síðstu tvey miseydnaðust, men Villiam fekk gull fyri teir 8,44 m hann leyp heilar 3 ferðir.

So var kúlustoyt á skránni, og her vóru tríggjar kvinnur og ein maður við. Kvinnurnar vóru Lovisa Niclasen, Elin Niclasen og Tinna Berg Jørgensen. Hendan kappingin gjørdist ein tættur dystur milum møðgurnar Elin og Lovisu, har Elin í fyrsta umfarið kom út á 8,36 m, frammanfyri Lovisu sum kom út á 7,11 m, meðan Tinna bøtti um sítt persónliga met til 6,43 m á triðja plássi. Í øðrum umfarið legði Lovisa góðan hálvan metur afturat sínum persónliga metið við at stoyta 4 kg tungu kúluna heilt út á 8,69 m og tók hon harvið fyrsta pláss frá dóttrini. Tinna bøtti aftur um sítt persónliga met, hesaferð til 7,11 m, men var enn á triðja plássi. Í triðja umfarið svaraði Elin aftur, og bøtti um sítt persónliga met til 8,87 m og tók har við fyrsta plássi aftur. Allar royndu tær at koma longur, men so var ikki, tað nærmasta var at Elin aftur í 5 umfarið stoytti kúluna út á 8,87 m. Sostatt Tók Elin gullmerkið við 8,87 m, sum er 11 cm longri enn hennara gamla persónliga met, frammanfyri Lovisu, sum við 8,69 m bøtti um sítt persónliga met við 53 cm, meðan Tinna við 7,11 m á triðja plássi bøtti um sítt persónliga met við 96 cm.

Hjá monnunum var tað Tummas Sørensen, sum royndi seg á fyrsta sinnið við 7,26 kg tungu kúluni. Málið undan kappingin var 10 m, men hesum málinum náddi Tummas longu í fyrsta umfarið við 10,35 m. í næsta umfarið rakti hann kúluna munandi betur og kom heilt út á 10,91 m. Tey næstu f‎ýra vóru øll omanfyri 10 m, men tað longsta hesaferð gjørdist 10,91 m, sum hann fekk gullmerkið fyri. Viðmerkjast kann at vit skulu heilt aftur til 2015 fyri at finna ein føroying, sum kom longur út við kúluni.

Síðsta greinin var diskuskast, og aftur vóru tað tríggjar kvinnur og ein maður. Maðurin var Heri Ziska, sum við 29,30 m vann gull. Hjá kvinnunum gjørdist tað ein tøtt kapping millum Elin Niclsen, Ai Waagstein og Tinnu Berg Jørgensen. Tinna legði seg á odda í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 20,40 m, sum var persónligt met. Í øðrum kom Elin út á 24,08 m, og tók harvið fyrsta plássi. Í triðja bøtti Tinna aftur um sítt persónliga met, hesaferð til 22,36 m. Her svaraði Ai við at kasta 22,38 m og legði seg harvið 2 cm frammum Tinnu. Ongin megnaði at koma longri, sostatt vann Elin gull við 24,08 m, frammanfyri Ai, sum í síni fyrstu kapping við 1,0 kg tunga diskinum kastaði góðan metur longri, enn hon áður hevur megnað við 0,75 kg tunga diskinum. Tinna bøtti um sítt persónliga met við 2,01 m, sum hon fekk broncumerkið fyri.

Fleiri myndir frá degnum síggjast her: https://photos.app.goo.gl/UdPbp61UvkETdpPv9

Trending & Hot