Hvirlur kempaðu fyrra dagin á FMU

Hvirlur kunna máta seg við tey bestu í Danmark.
25.08.2019
Imponerandi avrik av ungum Hvirlum á FMU
01.09.2019

Hvirlur kempaðu fyrra dagin á FMU

Annar dagurin av ársins FM fyri ung var á Tórsbreyt sjálvan valdagin 31. august. Kappast verður í bólkunum 8-9, 10-11, 12-13, 14-15, 16-17 og 18-19 ár fyri ávikavist gentur og dreingir. Stuttligt var at síggja so nógvar hvirlur standa klárar tá ymsu kappingarnar fóru í gongd. Niðanfyri er ein stutt gjøgnumgongd av úrslitunum sum í løtuni eru tøk hjá ungu hvirlunum. Øll úrslit koma vantandi á heimasíðuna hjá FÍF í næstum.

Stutt sprint

Í yngsta bólki (Dreingir 8-9 ár) vóru Kristjan Róksson og Oddmar Olsen í fyrra riðlinum á 60 metra teininum. Hjá báðum var hetta teirra fyrsta kapping á hesum teininum. Hetta var tó ikki til at síggja, tí at teir vóru skjótir avstað tá skotið fór, og kempaðu væl allan vegin. Á málinum segði tíðin 11,58 sek til Kristjan og 12,06 sek til Oddmar. Í seinna riðlinum royndi Rói Thomassen seg. Eins og hjá Kristjan og Oddmar, so var hetta fyrstu ferð Rói royndi seg á hesum teininum. Hann var eisini skjótur avstað, og kom á mál við tíðini 11,43 sek. Fyri at koma millum teir seks í finaluni, so var kravið at ein gjørdist nummar eitt ella tvey í riðlinum, ella var ein av teimum báðum skjótastu av teimum, sum ikki gjørdust nummar eitt ella tvey í teimum báðum riðlunum. Hetta gjørdi at Rói ognaði sær pláss í finaluni, sum verður í morgin, meðan Kristjan og Oddmar gjørdust eitt vet ov stuttir at koma í finaluna.

Tær 10-11 ára gomlu genturnar royndu seg eisini á 60 m. Her var Elena Ellindsdóttir Olsen í fyrra riðlinum. Elena hevur tikið seg nógv fram í ár, og her sást at henda framgongd heldur áfram, tí hon var í tøttum dysti allan vegin og endaði við at koma á mál við tíðini 10,43 sek, sum er 0,61 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Í seinna riðli royndi Lív Neshamar seg. Hetta var fyrsta kapping hjá henni í ár, men at hon hevur flutt seg var eyðsýnt, tí tíðin hjá henni gjørdist 11,53 sek, sum er 0,89 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Samanlagt ognaði Elena sær eitt trygt pláss í finaluni, meðan Lív gjørdist eitt vet ov stutt hesaferð.

Rimarenning

Dysturin um heiðursmerkini á ársins FMU byrjaði við rimarenning fríggjakvøld. Her var Dánjal Dahl Ljósheim klárur at renna yvir tær tíggju 99,1 centimetrar høgu rimarnar á teimum 110 metrunum. Nógvur undanvindur var, so tað var avgerandi at tima flogið yvir fyrstu rim væl. Hetta eydnaðist væl. Hann var tó í so varin, og fekk tí ikki eyðkenda høga frekvensin hann er vanur við millum rimarnar. Hann kom tó uppum allar við trimum fetum ímillum hvørja rim. Úrslitið gjørdist 18,51 sek (w: 6,3 m/s), sum er tað skjótasta hann hevur runnið teinin.

Miðteinur

Í bólkinum gentur 10-11 ár royndi Elena Ellindsdóttir Olsen seg á 600 m teininum. Hon hevur áður víst, at hon dugir væl at renna slíkar teinar, og sást hetta aftur hesaferð, tí eftir ein varligan fyrsta umgang, setti hon ferðina upp, og endaði við at vinna ein tryggan sigur við tíðini 2 min 21,08 sek.

Hjá 10-11 ára gomlu dreingjunum royndi Terji Dal Christansen seg á 600 m teininum, sum er nakað longri enn, hann er vanur við at kappast. Hann kempaði tó væl, og á málinum segði klokkan 2 min 40,12 sek, sum er væl skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Tað fekk hann eitt bronsumerkið fyri.

Kristina Verlandsdóttir Hayfield royndi seg á fyrsta sinnið á 800 m teininum. Hetta var í bólkinum gentur 14-15 ár. Her vísti hon sín eyðkenda vilja at kempa, tí hon lá leingi í tøttum dysti um silvurmerkið, men tá 200 m vóru eftir setti hon ferðina upp, og hon økti støðugt um frástøðuna aftur til triðja pláss. Á málinum segði klokkan 2 min 52,15 sek, sum hon fekk eitt silvurmerkið fyri.

Í elsta bólkinum royndi Dánjal Dahl Ljósheim seg eisini á 800 m. Av tí at Dánjal royndi seg í øllum greinum, so var ætlanin at taka tað eitt sindur róligt á 800 m teininum. Hann legði tí út í einum varligum tempo, soleiðis at hann rann fyrsta umgangin uppá 64 sek. Hann helt sama tempo næstu 200 m, fyri síðan at økja tempo síðstu metrarnar, soleiðis at samlaða tíðin gjørdist 2 min 07,35 sek, sum hann fekk gullmerkið fyri.

Longdarlop

Tað vóru heilar fimm hvirlur sum royndu seg í yngsta bólki í longdarlopi. Eyðun Ellindson Olsen legði hart út við at leypa 2,75 m, sum er væl longri enn hann hevur lopið áður. Honum á baki kom Rói Thomassen, sum leyp 2,66 m, Kristjan Róksson leyp 2,44 m, Oddmar Olsen leyp 2,16 m og Jógvan Ziska Simonsen leyp 1,88 m. í øðrum umfarið øktu bæði Kristjan og Rói til 2,69 m, meðan Oddmar økti í triðja og síðsta umfarið til 2,66 m. Hetta gjørdi at Kristjan fór heim við bronsumerkinum.

Hjá teimum 10-11 ára gomlu gentunum royndi Lív Neshamar seg aftur. Hon legði út við at leypa 2,70 m. Hon royndi at koma enn longur, men hesaferð vísti tað seg at hennara besta kom í fyrsta umfarið. Teir 2,70 m hon leyp í fyrsta umfarið er væl longri enn hon hevur lopið áður.

Í næstelsta bólki royndi Miso Buha seg. Hann hevur bøtt munandi um sítt persónliga met í ár, men byrjaði varliga í dag við at leypa 5,12 m. Hann økti tó fyri hvønn umgang, fyrst til 5,24 m, so til 5,55 m, so aftur 5,55 m og so 5,57 m í fimta umfarið. Sætta gjørdist yvirtrakk, so hann endaði við 5,57 m og einum gullmerkið.

Dánjal Dahl Ljóshein royndi seg eisini í longdarlopi. Her sá tað fyrsta langt út, men var yvirtrakk. Næsta lopið sat á plankanum, og her fekk hann stóra ferð við sær út í lopið. Longdin gjørdist heilar 5,73 m, sum er væl longri enn hann hevur lopið áður. Hann var tó sera væl leypandi tí tvær ferðir økti hann, har tað síðsta lopið gjørdist heilar 5,82 m. Harvið bøtti hann um sítt persónliga met við 0,44 m. Hetta fekk hann gullmerkið fyri.

Trístøkk

Børka Berg Jørgensen og Kristina Verlandsdóttir Hayfield royndu seg í trýstøkk. Hetta er grein, har Børka plagar at klára seg væl, og hesaferð var onki undantak. Fyrsta lopið miseydnaðist, men var tó longri enn nakar annar megnaði í kappingini. Næsta lopið sat betur, hon kom við góðari ferð inn í plankan, og fekk ferðina við sær gjøgnum tey bæði fyrstu avsettini. Í triðja misti hon eitt sindur, men hon legði tó lítlan metur omaná byrjunalopið. Triðja var yvirtakk, men teir 9,72 m frá fyrsta umfarið rukku til eitt trygt gullmerkið.

Kristina Verlandsdóttir Hayfield, sum er eitt ár yngri enn Børka royndi seg eisini í trístøkk. Hon byrjaði við tveimum stabilum lopum, har hon ikki ordiliga fekk timing og ferð at sita. Hetta bøtti hon um í triðja lopinum, har hon bøtti um sítt persónliga met til 7,74 m. Nú sást at hon hevði fanga rútmuna, og í síðsta kom hon heilt út á 7,92 m, sum er 0,33 m longri enn hon hevur lopið áður.

Hæddarlop

Tær 12-13 ára gomlu genturnar royndu seg í hæddarlop. Her var byrja á 100 centimetrum, sum báðar lættliga komu uppum. Báðar komu somuleiðis lættliga uppum 105 centimetrar. Beinta Debes kom aftur lættliga uppum 110 centimetrar eisini, meðan Jóhanna Súnadóttir Pedersen mátti royna tvær ferðir áðrenn hon kom uppum 110 centimetrar. Á 115 centimetrum kom hvørgin uppum 115 í fyrstu royndini, men í aðru royndini kom Jóhanna uppum. Beinta var nær við, men kom ikki uppum 115 hesaferð. Jóhanna kom eisini uppum 120 centimetrar í fyrstu royndini. Hesaferð kom hon ikki hægri, men hon fekk eitt silvurmerki fyri teir 120 centimetrarnar.

Bóltkast

Heilar tríggjar hvirlur royndu seg í yngsta bólki hjá dreingjunum. Hesir vóru Kristjan Róksson, Rói Thomasen og Jógvan Ziska Simonsen. Her legði Kristijan hart út við at kasta 24,01 m, meðan Rói kastaði 18,22 m. Krisjan økti í øðrum til 25,80 m og Jógvan kom út á 18,45 m. Í síðsta økti Jógvan til 21,36 m. Krisjan vann silvur og Jógvan bronsu. Allir tríggjir bøttu munandi um síni persónligu met.

Hjá teimum 10-11 ára gomlu dreingjunum royndi Terji Dal Christiansen seg. Hann legði hart út við at kasta 34,53 m og legði seg harvið á annað pláss í tøttu kappingini. Í øðrum umfarið økti hann til 37,66 m og tók harvið fyrsta pláss. Triðja kasti var eitt sindur styttri, men teir 37,66 m, sum er smáðar 17 metrar longri enn hann hevur kasta áður, rakk til gullmerkið.

Spjótkast

Aron Mikkelsen royndi seg við 400 g tunga spjótinum í bólkinum dreingir 12-13 ár. Her tók hann eitt kast, sum lendi ái 6,78 m. Hetta fekk hann gullmerkið fyri.

Elin Niclasen (G16-17) hevur víst, at hon hevur hækkað støði munandi í ár, og aftur í dag megnaði hon at vísa sítt høga støði. Tað byrjaði tó ikki optimalt, tí eftir eitt miseydna kast og so eitt hálv miseydna uppá 30,05 m fór hon inn í triðja umfar. Har var betur, tí hesaferð lendi spjótið á 36,35 m. Næstu tvey miseydnaðust, men í síðsta kom hon heilt út á 38,09 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Hetta fekk hon gullmerkið fyri.

Hjá 16-17 ára gomlu dreingjunum royndi Miso Buha seg á fyrsta sinnið við 700 g tunga spjótinum. Her legði hann út við at kasta 33,68 m. Hann økti til 35,17 m í øðrum umfari, sum gjørdist tað longsta hesaferð, tí eftir at kasta eitt sindur styttri í triðja og gera yvirtrakk í fjórða, valdi hann at steðga. Hann fór tó heim við gullmerkinum fyri avrikið.

Sunniva Bogadóttir, Guðrið Káradóttir Petersen og Helena Svabo Ziska royndu seg við 600 g tunga spjótinum í elsta bólkinum (G18-19). Her var vantandi at Sunniva fór at vísa, at hetta var hennara, og so var, men tað tók henni tveir umgangir at koma í gongd, men so var ongin ivi um at gullið var hennara, tí teir 34,01 m hon kastaði var ongin nærhendis at náða. Guðrið kastaði eina stabila kapping, har tey fimm góðkendu kastini lógu millum 22,03 m og 24,95 m, har tað longsta kom í síðsta umfari. Hetta fekk hon silvurmerkið fyri. Helena legði út við at kasta 18,78 m, og í øðrum bøtti hon um sítt persónliga met til 21,24 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð.

Hjá dreingjunum var Dánjal Dahl Ljósheim aftur til dystin fús. Hann legði út við at kasta 800 g tunga spjótið út á 31,43 m. Næsta kasti var eitt vet styttri, meðan tey fylgjandi miseydnaðust, og valdi hann tí at steðga. Hann fekk tó eitt gullmerkið fyri avrikið.

Hamarkast

Yngsti bólkur, sum royndi seg í hamarkast vóru tey 14-15 ára gomlu. Her royndi Børka Berg Jørgensen seg. Hetta var hennara fyrsta kapping við 3,0 kg tunga hamarnum. Hon legði út við at kasta 20,28 m, men økti so fyri hvørt umfarið fyrst til 21,16 m, so til 23,24 m og so í síðsta umfarið til 23,66 m, sum rakk til eitt trygt gullmerki.

Í næstelsta bólki royndi Elin Niclasen seg. Elin, sum mest venur spjótkast, royndi seg á fyrsta sinnið við 3,0 kg tunga hamarnum. Hon legði út við at kasta 19,20 m. Í øðrum umfarið legði hon næstan tvær metrar omaná við at kasta 20,99 m. Triðja og fjórða vóru bæði omanfyri 20 m, men ikki heilt so lang sum tað næsta. Síðstu tvey miseydnaðust, soleiðis at Elin fór heim við gullmerkinum fyri teir 20,99 m, hon kastaði í øðrum umfari.

Í bólkinum gentur 18-19 ár royndu Guðrið Káradóttir Petersen, Helena Svabo Ziska og Lýdia Poula Simonsen seg. Guðrið hevur ment seg til besta hamarkastara nakrantíð í Føroyum, og hon lat ongan iva vera um hetta, tí longu í fyrsta umfarið kastaði hon 4,0 kg tunga hamaran út á 41,28 m. Næsta kasti var eisini omanfyri 40 m, meðan fylgjandi kastini vóru eitt sindur styttri. Helena Svabo Ziska, sum hevur vant mest diskuskast, legði hart út við at kasta 23,18 m, sum er væl longri enn hon hevur kastað áður. Næstu kastini vóru eitt sindur styttri, meðan hon í fimta umfarið økti til 23,38 m. Hetta er 4,44 m longri enn hon hevur kastað áður. Tað fekk hon silvurmerkið fyri. Lýdia Poula Simonsen, sum er besti kúlustoytari í Føroyum, kom beint úr arbeiðið fyri at kappast, har hon gekk beint inn í ringin í triðja umfarið. Hetta var tó mest at rokna sum upphitingarkast. Í triðja umfari kom hon út á 21,69 m. Næstu kastini gjørdust eitt sindur styttri, men hon ognaði sær bronsumerkið við 21,69 m.

Tað var bara ein drongur, sum royndi seg, tað var Dánjal Dahl Ljósheim í bólkinum dreingir 18-19 ár.  Eftir at fyrsta kasti miseydnaðist bøtti Dánjal í øðrum umfarið um sítt persónliga met til 20,34 m. Hetta økti hann um í fjórða umfari til 21,50 m og til 21,78 m í sætta og síðsta umfari.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *