Árligi aðalfundur Hvirlunnar verður sunnudagin 13. januar kl. 16.00 í ÍSF-húsinum
29.12.2018
Góð byrjan uppá ársins Stórmót ÍR í Reykjavík
19.01.2019

Aðalfundurin 2018

Heili 18 fólk møttu í ÍSF húsinum til árliga aðalfundurin hjá Hvirluni.

Fundurin byrjaði við at formaðurin Eyðun Jacobsen greiddi frá virkseminum farna árið. Her vísti hann á hvussu Hvirlan, hóast lítið felag, megnaði at bjóða fram venjing í øllum greinum til allar aldursbólkar. Felagsnevnarin fyri venjingina er kvalitetur, tvs í trá við hjartatáttin í felagnum, so verður dentur lagdur á at møta einstaka íðkarnum har hann er í síni menning. Hetta sæst aftur, partvís sum lítið fráfall í eldru aldursbólkunum, og partvís í, at aftur í ár vóru nakrir av íðkarunum millum tey, sum fingu tilluta stuðul umvegis Úrval.

Formaðurin greiddi eisini frá, at stóru tiltøkini hjá felagnum Kerjar, Mannfólkarenning og Stuttleikir øll eydnaðust væl. Hetta komst av at limir í felagnum løgdu neyðugu orkuna í. Har okkara røsku renni-kvinnur í samstarvið við góðar sponsorar áttu stóra heiðurin fyri Kerjar og Mannfólkarenningini, meðan ungu íðkararnir áttu heiðurin fyri Stuttleikir.

Kassameistarin Hans Debes greiddi frá fíggjarstøðuni, og her sást m.a. at ¾ av samlaðu inntøkunum hjá felagnum ferð út aftur til venjingarlegur og kappingar uttanlanda hjá ungum íðkarum.

Nevndarval var á skranni, og her endaði tað við at nýggja nevndin er manna av

  • Eyðun Jakobsen
  • Anna Simonsen
  • Hans Debes
  • Guðrið Káradóttir Petersen
  • Sjøfn Gudmundsdóttir

Eykalimur er Rógvi Højgaard.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *