8 gull fyrsta dagin á FM

Edna Maria bar flaggi
28.07.2019
Føroyskt met á 4×100 m
18.08.2019

8 gull fyrsta dagin á FM

Fyrsti dagurin av ársins stóra-FM (FM á breyt) fór fram í toku, men mangland vindurin og lýggja veðrið gjørdi at møguligt var at fáa góð úrslit. Hesum gjørdi Hvirlan sær dælt av, við at fara heim við 8 gull, 6 silvur og 3 broncu í teimum 17 kappingunum sum vóru fyrsta dagin.

400 m rimarenning, menn (Dánjal Dahl Ljósheim)

Innan renning er tað vanligt at íðkarar hava fleiri greinar teir satsa uppá. Soleiðis er eisini hjá Dánjal, sum hevur 400 m og 800 m sum sínar sergreinar. Harumframt ynskti hann at royna 400 m rimarenning á FM. Tíðanverri er skráðin løgd soleiðis, at hann mátti velja. Hesaferð bleiv tað til avboð á 400 m og 800 m fyri at hann kundi fokusera uppá 400 m rimarenning. Ferðina og special-úthaldni til greinina hevur hann vant, men tekniska partin at renna uppum tær tíggju 91,4 cm høgu rimarnar, hevur hann ikki vant, og tí var tað við spenningi at hann fór í blokkin. Hann kom væl avstað, men longu á fyrstu rim sást at tryggleikin ikki var har, hann ivasti og leyp so alt ov høgt uppum, við tí úrslitið at hann lendi tungt, steðgaði nærum upp og fór so avstað aftur til næstu rim. Hetta helt sær allan vegin líka til síðstu rim, sum hann rakti hart við aftara beini, soleiðis at hon koppaði. Hann helt seg tó á beinunum, og kom á mál við tíðini 60,78 sek. Tað er bara 0,28 sek frá føroyska metinum. Ein flott debut sum hann fekk gullmerkið fyri.

Longdarlop, menn (Miso Buha)

Meðan Dánjal rann rimarenning royndi Miso seg í longdarlop. Hetta er grein, hann hevur tikið seg nógv fram í ár, soleiðis at hann nú nærkast 6 m strikuni. Hesaferð hevði hann trupulleikar við at fáa rútmuna og ferðina at sita inn móti plankanum, og tískil fekk hann ikki hædd á lopini. Tað fyrsta gjørdist 5,11 m, meðan tey næstu tvey miseydnaðust heilt. So fekk hann betur tempo inn, men enn manglaði hann rútmuna. Hann økti tó til 5,20 m. Fimta var meinlíkt og lendi hann tá 5,16 m. Í síðsta satsaði hann, og ferðin var munandi betur, men timing á plankanum miseydnaðist, so teir 5,20 m í fjórða umfarið gjørdist tað longsta hesaferð. Hetta fekk hann silvurmerkið fyri.

Hamarkast, kvinnur (Guðrið Káradóttir Petersen, Lýdia Poula Simonsen, Sunniva Bogadóttir og Helena Svabo Ziska)

Venjingin hjá Guðrið hevur síðstu vikurnar ikki gingið heilt eftir vild, og sama støða var við upphitingini, har tað ikki heilt vildi sita. Tá so kappingin byrjaði vísti Guðrið at hon kann tá hon skal, tí longu í fyrsta kasti kom hon út á 40,70 m. Sunniva kom út á 13,46 m, meðan kastini hjá Lýdiu og Helenu lendu uttanfyri kastiøki og blivu tí skil ikki máta. Tær báðar slerdu tó til í øðrum umfarið. Helena kom út á 18,79 m, meðan Lýdia kom út á 21,78 m. Tær tóku sostatt annað og triðapláss frá Sunnivu, hóast hon økti til 14,20 m. Har var ongin broyting í triðja umfarið, men í fjórða økti Guðrið til 41,50 m. Lýdia ognaði sær eitt persónligt met við 24,07 m og Sunniva økti til 16,86 m. Sunniva valdi tá at gevast, tí hon hevði trupulleikar við fótinum. Lýdia hevði meir eftir tí í sætta umfairð økti hon aftur um sítt persónliga met, hesaferð til 24,74 m. Sostatt fór Guðrið við gullmerkinum, Lýdia tók silvur og Helena bronsu.

Hamarkast, menn (Heri Ziska, Magnus Dal-Christiansen)

Mennirnir kappaðust samstundis sum kvinnurnar, og her økti báðir mennirnir um longdirnar gjøgum kappingina, soleiðis at Heri endaði við at kasta 34,47 m, sum hann fekk gullmerkið fyri, meðan Magnus í tveimum umførum bøtti um sítt persónliga met. Í øðrum umfarið til 19,64 m og í fjórða til 20,63 m, sum tryggjaði honum silvumerkið.

Longdarlop, Kvinnur (Edna Maria Debes)

Edna Maria var, sum vant til dystin fús tá longdarlop var á skránni. Hennara fyrsta lop miseydnaðist, men í øðrum fekk hon góða ferð. Hon fekk tó ikki hædd á. Hon legði seg tó á triðja pláss í kappingini við 4,49 m. Í triðja fekk hon betur hædd á, men hon roteraði eitt sindur við mjødnini í avsettinum og tískil tók høgra bein ov aftarlaga í sandinum. Hetta bleiv rætta til fjórða lop. Harvið økti hon til 4,56 m. Næstu tvey lopini vóru rættuliga lík, men tó nakrar fáa centimetrar styttri. Edna Maria endaði sostatt við at leypa 4,56 m, sum rakk til eitt flott brosumerkið í hørðu kappingini.

Diskuskast, kvinnur (Edna Maria Debes, Guðrið Káradóttir Petersen, Lýdia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska)

Kappingin um at gerast føroyameistari hjá kvinnunum gjørdist eitt sindur óvanta ein sera spennandi og jøvn kapping. Eftir fyrsta umfar var bara hálvur annar metur millum tær tríggjar fremstu, við Helenu á odda við 25,85 m, Guðrið nummar tvey við 24,88 m og Lýdiu nr trý við 24,33 m. Helena økti í øðrum til 27,42 m, har Enda Maria, sum kom beint frá longdarlop, byrjaði sína kapping uttan møguleika fyri at gera royndarkast. Í triðja kom Edna Maria út á 19,98 m. Helena var støðug uttanfyri 25 m, men tá Guðrið í fjórða umfarið kom út á 26,14 m var spenningur aftur í. Eisini sást at Lýdia hevði kapasitet til at kasta langt. Hesaferð riggaði tó ikki hjá Lýdiu, sum endaði á triðja plássi við 24,33 m, aftanfyri Guðrið, sum kastaði 26,14 m og við Helenu á fyrsta plássi, við 27,56 m, sum hon kastaði í síðsta umfarið.

Diskuskast, Menn (Heri Ziska, Magnus Dal-Christiansen)

Eins og í hamarkast, so kappaðust menn og kvinnur samstundis í diskuskast. Her tryggjaði Heri sær gullið við einum kasti uppá 31,17 m, meðan Magnus ognaði sær silvurmerkið við 23,21 m.

5000 m, kvinnur (Rigmor Napoleonsdóttir Arge)

Veteranurin Rigmor er mest kend fyri teir heilt langu teinarnar, har hon m.a. hevur vunnið Tórshavn Marathon fleiri ferðir, og í summar á øðrum sinnið var við til at vinna Føroyum heiðursmerkið fyri lið á oyggjaleikum. Longsti teinur á FM á breyt er 5000 m, og her var Rigmor klár. Hon legði væl út, og har sást á rennilagnum at hon var væl fyri. Hon kappaðist saman við monnunum, og har rann hon í einum bólki við tveimum monnum. Hon tryggjaði sær gullmerkið við tíðini 19 min 26,63 sek, sum er tað skjótasta, hon hevur runnið teinin. At bøta um persónlig met tá man hevur runda tey hálvt hundrað er imponerandi.

100 m, menn (Tórur Mortensen, Miso Buha)

So skuldi skjótasti føroyingur finnast, og her hevði ungi Miso bjóða Tórur av. Tað var á Gibraltar at Tórur tók føroyska metið. Tórur hevði tó avgjørt at taka tað róligit á 100 m, men fyri at kunna halda Miso, sum støðugt tekur seg fram, aftanfyri, so var neyðugt at leggja hart út. Tórur var tí sum eitt skot úr blokkinum, men hesaferð fekk Miso ein sera góðan start og var ikki lang aftanfyri eftir fyrstu 10 m. Tórur er tó tann skjótari og eftir 30 m var munurin so mikið stórur at Tórur kundi taka fótin av speedarnum, og renna róliga heim við tíðini 11,97 sek. Miso kom á mál við tíðini 12,24 sek, sum rakk til silvurmerkið. Hjá Miso var tíðin 0,07 frá persónliga metinum, men um hugsa verður um at metið er runnið í undanvindi og hann hesaferð rann í mótvindi er lítil ivi um, at hetta er besti 100 m hann hevur runnið.

4×100 m menn (Magnus Dal-Christiansen, Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha og Tórur Mortensen)

Síðsta kapping á degnum var 4×100 m. Her er størsta avbjóðingin at fáa boðini frá manni til mann uttan at missa ferð. Tá skotið fór, var Magnus sum eitt skot úr blokkinum, og eftir fyrstu 100 m avleveraði hann eitt vet frammanfyri nummar tvey. Dánjal, sum rann næstu 100 m, var sum eitt skot avstað og ferðin var so mikið høg at kappingin í verðuleikanum var avgjørd tá hann gav Miso boðini. Miso rann eitt gott sving, og økti enn meir til teir næstu, so hóast skifti ikki sat væl, so var Tórur sendur avstað væl frammanfyri nummar tvey. Tórur vísti tó at hann er tann skjótasti, tí hann økti nógv síðstu 100 m, so spenningur var ongantíð um hvør vann. Spenningur var tó um 19 ára gamla metið endiliga fór. Her vísti tað seg at ongin ivi var, tí við tíðini 45,18 sek høvdu ungu hvirlurnar skotið meir enn eitt sekund av gamla føroyska metinum.

Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *