8 gull, 9 silvur og 6 broncumerkið fyrsta dagin á FM

Hvirlur aftur í eldin triðja dagin í Gøteborg
01.07.2018
Hvirlan tók (næstan) alt á FM
22.08.2018

8 gull, 9 silvur og 6 broncumerkið fyrsta dagin á FM

Tað var nógvur vindur, men turt tá stóra FM (føroyameistaraheitið fyri vaksin á breyt) fór í gongd á Tórsbreyt. Hvirlan var væl umboðað, og væl hava tey vant, tí nógv megnaðu at bøta um sítt besta í ymsu greinunum tey royndu seg í, og reytt var nakað, sum sást ofta tá heiðursmerkini blivu handað.

100 m innleiðandi

Dagurin byrjaði við at mennirnir runnu innleiðandi kapping um at koma í 100 m finaluna. Tað vóru tveir riðlar, har Dánjal Dahl Ljósheim og Tórur Mortensen vóru í fyrra riðlinum. Tveir teir fremstu í hvørjum riðli umframt tvær tær skjótastu tíðirnar hjá hinum, komu í finaluna, so uppgávan var at gerast nummar eitt ella tvey. Tá starturin fór, flugu teir báðir avstað, og tá 30 m vóru farnir afturum, tóku teir fótin av speedarnum, og runnu róliga á mál sum nummar eitt og tvey.

Í hinum riðlinum vóru Miso Buha, Magnus Dal-Christiansen og Rúni Jacobsen klárir. Av tí at einans tveir vóru tryggir uppá at koma í finaluna, so var eitt sindur meir press á. Her var Rúni skjótastur úr blokkinum, og kundi taka tað luftallsliga róligt, men ungi Miso Buha pressaði øgiligt, og á málinum var hann einans 0,01 sek aftanfyri Rúna, og við tíðini 12,17 sek (w: +0,8 m/s) skar hann 0,14 sek av sínum persónliga metið á teininum. Magnus Dal-Christiansen tryggjaði sær við tíðini 12,36 sek eitt pláss í finaluni.

Hamarkast – Kvinnur (gull, silvur og broncu)

Fýra kvinnur royndu seg í hamarkast. Her var Guðrið Káradóttir Petersen, sum eigur føroyska metið, greiður favorittur, og hetta vísti hon longur í fyrsta umfarið við at kasta heilar 40,37 m við 4 kg tunga hamarnum. Við hesi longdini megnaði hon í triðju kapping í summar at koma útum 40 m strikuna. Sera flott, havandi í huga at hon byrjaði árið við einum persónligum metið uppá 33,25 m. Tað gjørdist heldur ongin dystur um silvurmerkið, tí tær 23,93 m, sum Lydia Poula Simonsen kastaði longu í fyrsta umfarið, megnaði ongin annar at pressa. Dysturin um broncumerkið stóð millum Helenu Svabo Ziska og Sunnivu Bogadóttir. Helena byrjaði við at kasta 18,94 m, sum er 2,44 m longri enn hon hevur kastað hamaran áður. Sunniva byrajði meir varliga, men í øðrum legði hon seg beint aftanfyri Helenu við einum kasti uppá 18,54 m. Í triðja kastaði Helena útum 20 m strikuna, men tíðanverri beint uttanfyri kastirætningin, so tað bleiv ikki mált. Sunniva svaraði aftur við eisini at kasta útum 20 m strikuna. Hennara bleiv mált til 20,23 m, sum er persónligt met við 66 cm. Báðar kempaðu fyri at koma longur, men ongin broyting hendi, so Sunniva fór við broncumerkinum, meðan Helena gjørdist nummar fýra.

Hamarkast – Menn (gull og silvur)

Hjá monnunum vóru tað einans tveir luttakarar. Hesir vóru Heri Ziska og Magnus Dal-Christiansen. Magnus var tó við at fara í blokkin fyri at renna innleiðandi riðil á 100 m, so fyrstu tvey umførðini var Heri einsamallur. Hann kastaði 33,86 m í fyrsta og 35,86 m í øðrum við 7,26 kg tunga hamarnum. So valdi hann at steðga. Magnus kastaði sítt fyrsta kasta í triðja umfarið. Í fjórða kom hann út á 19,39 m, og so valdi hann eisini at steðga, tí hann skuldi skunda sær til longdarlop.

Longdarlop – menn (silvur og broncu)

Magnus fór beint frá hamarkast til longdarlop. Her skuldi hann royna seg saman við m.a. Miso Buha. Hvørgin hevur longdarlop sum sína bestu grein, men báðir hava kvik bein. Nógvi mótvindurin gjørdi tað ”áhugavert” at leypa. Miso legði út við at leypa 4,62 m (-2,3 m/s), meðan Magnus leyp 4,40 m (-5,0 m/s). Báðir fingu boð um at pressa fram í plankan fyri at fáa mest møgliga ferð við sær inn í nógva mótvindin. Í øðrum umfarið sat lopið munandi betur hjá Miso, sum kom út á 4,92 m (-2,2 m/s). Hann økti aftur í triðja til 4,96 m (-1,3 m/s). Í triðja økti Magnus til 4,73 m/s (-3,0 m/s). Miso var tó flúgvandi tí aftur í fjórða økti hann, hesaferð til 4,97 m/s (-2,4 m/s). Miso valdi siðan at gevast fyri at fokusera uppá 100 m finaluna. Magnus helt áfram, men ikki fyrr enn í siðsta umfarið fekk hann tað at sita, og gjørdist longdin 5,09 m (-1,8 m/s). Sostatt gjørdist Magnus nummar tvey og Miso nummar trý í kappingini.

800 m – menn (gull og silvur)

Tvær hvirlur royndu seg á 800 m teininum. Dánjal Dahl Ljósheim og Tummas Napoleon Arge. Tummas Napoleon er betur kendur sum ein av bestu sprintarum vit hava átt. Hetta var fyrsta royndin á 800 m, tað var tó ikki til at síggja, tí Dánjal legði seg á odda, og Tummas Napoleon legði seg í ryggin á honum. Har lá hann nærum allan teinin, uttan at missa formin, sum ofta ferð tá man debuterar á hesum teininum. Tummas Nappoleon hevði orku til at økja ferðina nakað inn móti málstrikuni, men megnaði tó ikki verðuliga at hótta Dánjal. og har rann hann inn til eitt trygt silvurmerkið aftanfyri Dánjal, sum vann sítt fyrsta FM á favorit-teininum. Tíðin hjá Dánjal gjørdist 2 min 19,05 sek, meðan Tummas Napoleon nýtti 2 min 25,88 sek um teinin.

5000 m – kvinnur (silvur og broncu)

Eitt nýtt, og sera væleydnað tiltak hesaferð var, at hava master-kapping í longru renniteinunum. Hetta gjørdi at feltini gjørdust munandi størri enn vit eru von við. Millum master-rennarnar vóru Rigmor Napoleonsdóttir Arge og Marita Andrasardóttir, sum umframt opna bólkin, eisni royndu seg í Kvinnur 40-49 ár. Tær eru báðar royndir rennarar, og tað sást á tempo, sum var javnt allan vegin. Rigmor fór eftir at renna hvørjan kilometurin skjótari enn 4 min, og hetta megnaði hon við at renna teir 5000 m uppá 19 min 53,40 sek. Marita var ein lítlan minut aftanfyri við tíðini 20 min 50,15 sek. Umframt at vinna master-bólkin, so gjørdist tær ávikavist nummar tvey og trý í opna FM-bólkinum.

Diskuskast – kvinnur (gull, silvur og broncu)

Tær fýra hvirlurnar vóru aftur til dystin fús tá 1 kg tungu diskarnir komu fram. Her var vantandi at dysturin um gullið kom til at standa millum Lydiu og Helenu, men tað var Guðrið, sum í fyrsta umfarið kom út á 26,54 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met við 1,75 m. Helena legði út við at bøta um sítt bólkamet við næstan 1½ m til 28,60 m. Lydia svaraði aftur í øðrum umfarið við at bøta um sítt persónliga met við næstan tveimum metrum við at kasta 28,98 m, og harvið taka bólkametið frá Helenu. Helena svaraði aftur í triðja umfarið við at kasta 29,67 m, harvið tók hon enn einaferð bólkametið, og fyrsta plássi. Henda støða helt sær til síðsta umfarð tá Lydia rakti diskin plet, og hesaferð lendi hann ikki fyrr enn hann var farin útum 30 m strikuna. Kasti bleiv mált til 30,73 m, og harvið strikaði Lydia 16 ára gamla føroyska metið hjá Ingibjørg Poulsen. Sunniva, sum einamest ger seg galdandi í spjótkast, fekk tað ikki heilt at sita hesaferð, og endaði við at kasta 22,50 m. Guðrið bøtti seg við 1,75 m, Helena við 2,44 m og Lydia við 3,05 m, so ikki kann sigast annað enn at tað er framgongd í kvinnukastingini her heima.

Diskuskast – menn (gull og silvur)

Eins og í hamarkast, so vóru tað einans tveir luttakarar, og aftur vóru teir sparnir við køstunum. Heri kastaði eitt kast, sum bleiv mált til 32,61 m, og valdi so at steðga. Magnus bøtti um sítt persónliga met við heili 2,05 m í fyrsta umfarið, við at kasta 26,72 m. Hann hevði fleir aðrar góðar royndir, men hesaferð gjørdist hansara longsta 26,72.

Longdarlop – kvinnur

Sjøfn Guðmundsdóttir, sum ikki hevur fingið vant í seinstuni, valdi at royna seg í longdarlopi í mótvindinum. Her legði hon út við at leypa 3,78 m (w:- 2,8 m/s), sum er tað longsta hon hevur lopið uttandura síðan hon byrjaði aftur at venja frælsar fyri góðum ári síðan. Vindurin tyktist bara økjast, men hetta steðgaði tó ikki Sjøfn, tí hon leyp 3,82 m í øðrum umfarið (w: -3,5 m/s). Fyri at økja um longdirnar var fokus á, at hava mest møguliga ferð inn í lopið, og tá so vindurin er svikaligur, vil hetta onkuntið merkja yvirtrakk. So var í bæði triðja og fimta umfarið, meðan tað fjórða bleiv mált til 3,80m. Í síðsta makaði hann vindin eitt vet (1,7 m/s ímóti), og ferðina hevði Sjøfn við sær, og tí lendi hon heilt úti á 3,97 m, sum rakk til eitt flott fjórðapláss.

100 m – menn (gull, silvur og broncu)

Fimm hvirlur høvdu ogna sær pláss millum teir seks, sum sluppu at renna finalu, men Magnus valdi at geva avboð tí hann kendi til gamlan skaða. Tá skotið fór vóru Tórur og Rúni skjótir úr blokkinum og fyrstu 30 metrarnar var ringt at taka dagar ímillum hvør var tann fremri. Dánjal og Miso kempaðu sín dyst aftanfyri um triðja plássi. Eftir teir fyrstu 30 metrarnar sást at Rúni ikki hevur vant so nógv í seinastuni, tí hann byrjaði at dragna í mun til Tórur, men hann megnaði at halda avstandin til Dánjal á triðja plássi og Miso, sum var beint í hølunum á Dánjal. Á málinum var Tórur greitt fremst, so kom Rúni, meðan Dánjal megnaði at halda Miso aftanfyri seg í dystinum um broncumerkið. Tíðin hjá Tórur var 11,05 sek, sum er 0,22 sek undir føroyska metið, men nógvi undanvindurin ger at tíðin ikki blívur góðkend sum føroyskt met. Rúni rann teinin uppá 11,38 sek, sum er 0,08 sek frá hansara besta. Hinar tíðirnar eru ikki kendar í løtuni.

 

400 m  – menn (gull, silvur og broncu)

Tórur, sum skal royna seg á hesum teininum til DM komandi vikuskiftið, valdi at geva avboð fyri at optimera møguleikan fyri at renna eina góða tíð á 200 m í morgin, har vindurin vónandi er meir til vildar. Tað merkti at einastu hvirlur vóru Rúni, Dánjal og Miso. Her var Dánjal favorittur frammafyri Miso við Rúna sum tann ókenda, tí hann ikki hevur vant so nógv, men hevur eina góða ferð í beinunum. Allir vóru skjótir út blokkinum, men eftir fyrstu 100 m vóru Dánjal og Rúni tættir, við Miso eitt vet aftanfyri. Á handaru langsíðuni fór Dánjal eitt sindur frá Rúna, meðan Miso helt tørn. Í svinginum sást at har var ikki meir at heinta hjá Rúna, sum byrjaði at kempa. Tá 100 metrar vóru eftir var Miso komin upp á liðina av Rúna, og síðstu 100 metrarnar fór hann framvið og ognaði sær eitt trygt silvurmerkið aftanfyri Dánjal, meðan Rúni helt fast í broncumerkinum.

4×100 m – menn (gull)

Hjá monnunum hevði hvirlan eitt lið, tað var manna av Rúna Jacobsen, Dánjal Dahl Ljósheim, Miso Buha og Tórur Mortensen. Rúni kom væl úr blokkinum og fekk handa boðini til Dánjal, sum rann sokallaða langa túrin á handaru langsíðuni. Dánjal handaði til Miso, sum átti síðsta svingi áðrenn hann skuldi handa til Tórur, sum rann tað trygt heim til gullmerkið. Tíðin var bara lítið ½ sek frá føroyska metinum, sum má metast at verða góðkent, havandi í huga nógvu kappingarnar allir høvdu verið áðrenn boðrenningina.

Í morgin verður hildi áfram at kappast. Tá er 200 m, 1500 m, trýstøkk, hæddarlop, kúlustoyt, spjótkast og 4×400 m á skránni.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *