Úrslit frá kastikapping

Hvirluvindar og regndropar 5 min. yvir 6
29.05.2008
Rennikapping í Klaksvík
03.06.2008

Úrslit frá kastikapping

Í góðveðrinum sunnudagin 1. juni royndu kastarnir seg enn eina ferð á kastivøllinum við Eysturskúlan í Tórshavn. Tað vóru 4 luttakara: Randi Kúrberg, Janus Jakobsen, Rógvi Højgaard og Heri Ziska.Randi hevur slept hamarnum 

Rógvi royndi seg á fyrsta sinni í spjótkast síðan hann skaddi sær armin fyri 9 vikum síðan. Hann var forsigtigur og kastaði einans 3 kast áðrenn hann valdi at gevast fyri at spara armin. Hóast longu pausuna frá spjótkastinum, so kastaði hann 52.58 m, sum má metast at verða eitt sera gott úrslit. Ungi Janus Jakobsen bøtti um sítt einans tríggjar vikur gamla persónliga met tá hann í síðsta kasti fekk spjótið út á 44.85 m.

Í hamarkast vísti Randi at hon aftur er við at stabilisera teknikkin eftir nakrar vikur av meira óstøðugum úrslitum. Hon kastaði hamaran út á 35.77 m, sum er besta úrslit síðan 30. mars í ár, tá hon setti verðandi felagsmetið, ið er 36.95 m. Heri betraði um felagsmetið við nøkrum centimetrum tá hann kastaði hamaran út á 44.97.

 

Spjótkast:

Navn Árg. Felag Reiðskap Úrslit  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 800 g 52.58 m felagsmet
Janus Jakobsen 1989 800 g 44.85 m persónligt met
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 600 g 30.08 m  

 

Diskuskast:

Navn Árg. Felag Reiðskap Úrslit  
Heri Ziska 1967 Hvirlan 2 kg 41.11 m  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 2 kg 29.63 m  
Janus Jakobsen 1989 2 kg 20.89 m persónligt met

 

Hamarkast:

Navn Árg. Felag Reiðskap Úrslit  
Heri Ziska 1967 Hvirlan 7.26 kg 44.97 m felagsmet
Randi Kúrberg 1972 Hvirlan 4.00 kg 35.77 m  
Rógvi Højgaard 1983 Hvirlan 7.26 kg 29.77 m  
Janus Jakobsen 1989 7.26 kg 19.65 m  

 

Næsta kapping verður um tvær vikur. Tá skipar Hvirlan fyri einari kapping í kasti 5-kamp, ið er ein kapping har kappast verður í hamar, kúlu, diskus, vekt og spjót. Stig verða givin eftir altjóða stigatalvu. Randi Kúrberg og Heri Ziska eiga verðandi føroysku metini í hesari greinini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *