75 heiðursmerkir og 91 persónlig met í 129 startum.

Virkisleikir 2012
05.09.2012
Øssur tvífaldur danmarksmeistari
07.09.2012

75 heiðursmerkir og 91 persónlig met í 129 startum.

Annar dagurin byrjaði við at íðkarar og venjarar gingu skrúðgongu inn á Tórsbreyt, har formaðurin í FÍF, Hallur Holm, segði nøkur orð. Hetta var eitt nýtt átak, men vónandi verður tað fastur táttur komandi árini.

Samanlagt yvir báðar dagarnar fekk Hvirlan 25 gull, 30 silvur og 20 broncumerkir. Samanlagt 75 heiðursmerkir (66 í 2011) í 129 startum. Av teimum 129 startunum vóru tað heilir 91, sum endaðu við persónligum metið til íðkaran. Imponerandi so seint í kappingarárinum.

Gentur 8-9 ár

Fyrsta kapping hjá Børku, ið aftur í dag var einasta genta í yngsta aldursbólkinum. Í finaluni fekk hon ein minni góðan start, men rann seg væl fram og har var ongin ivi um at silvurmerkið var heima. Tíðin hjá henni var 10,75 sek, ið er betur enn hennara gamla persónliga met, og eisini skjótari enn gamla bólkametið.

Í kúlustoyti bøtti Børka um sítt persónliga met við næstan 3/4 m til 4,01 m. Hetta rakk til enn eitt silvurmerkið í skjótt vaksandi heiðursmerkja samlingina hjá henni.

Dreingir 8-9 ár

Sigmund Jóhansson royndi seg í kúlustoyt, sum einasta Hvirla í hesum bólkinum. Hann kom út á 3,68 m í fyrsta umfarið. Hetta vísti seg at verða longsta hjá honum. Ein flott debut í kúlustoyt.

Gentur 10-11 ár

Kúlustoyt var einasta einstaklingagrein, har 10-11 ára gomlu genturnar luttóku. Emma Hansdóttir og Helena Svabo Ziska vóru til dystin fús. Emma legði hart út við 5,60 m, áðrenn hon í øðrum umfarið stoytti kúluna heilt út á 5,99 m, ið er meir enn ein metur longur enn, hon hevur stoytt kúluna áður. Triðja umfarið rakk enn longur, men tíðanverri gloymdi hon at fara rætt úr ringinum, og var tað tí kolldømt. 5,99 m var tó nóg mikið til at tryggja henni gullmerkið. Helena stoytti 2 kg tungu kúluna út á 5,42 m ið eisini var persónligt met.

Dreingir 10-11 ár

Bárður Jóhansson hevði megnað at runnið seg í finaluna í 60 m renning, ið var fyrsti startur hjá 10-11 ára gomlu dreingjunum. Hann rann teinin uppá 9,91 sek, ið einans var 0,03 sek seinni enn persónliga metið, hann setti í innleiðandi umførðunum leygardagin.

Bárður, Elias og Kristian D. Kúrberg roydu seg allir á 600 m teininum. Her var Bárður stinnastur, og kom á mál við tíðini 2,05,79 sek, ið er 8½ sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður. Elias nýtti 2 min 12,43 sek og Kristian 2 min 16,29 sek. Tíðin hjá Kristian var 20 sek betur, enn hann hevur runnið teinin áður.

Bárður, Elias og Kristian vóru aftur allir til dystin fús, tá 2 kg kúlurnar blivu tiknar fram. Elias var hesaferð tann stinnasti. Hann stoytti kúluna út á 6,48 m. Kristian bøtti um sítt persónliga met við næstan einum metri til 5,75 m, meðan Bárður kom út á 4,57 m.

Gentur 12-13 ár

Tinna Berg Jørgensen og Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge høvdu báðar runnið seg í finaluna. Tá starturin fór var tað Tinna, sum leyp avstað. Hon hevði longu eftir fáum metrum lagt allar hinar afturum seg, og endaði við at vinna trygt, eins og hon plagar, tá skjótasta genta skal finnast. Tíðin hjá Tinnu var 11,42 sek, ið er persónligt met, umframt at verða skjótari enn gamla bólkametið. Bjørk, ið er eitt ár yngri enn hinar í finaluni, kempaði væl allan vegin, og endaði á einum flottum fjóra plássi við tíðini 12,76 sek, ið er meir enn ½ sek skjótari, enn hon rann í innleiðandi umførðunum.

Heilar fimm gentur royndu seg í longdarlopinum. Tinna, fekk ikki heilt flog á síni lop, men hóast hetta, so leyp hon 3,72 m, ið rakk til eitt broncumerkið. Bjørk Mohr Joensen leyp 3,04 m, Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge leyp 3,25 í síni fyrsti kapping í longdarlop, Turið Biskopstø leyp 3,01 m og Guðrið Káradóttir Petersen leyp 2,90 m. Bjørk, Bjørk og Turið bøttu um síni persónligu met.

Spjótkast var síðsta greinin, sum 12-13 ára gomlu genturnar royndu seg í. Tinna, Bjørk S.L., Turið og Guðrið vóru við aftur. Hesaferð var Rebecka M. Jørgensen við eisini. Tinna kastaði stabilt og tryggjaði sær silvurmerkið við einum kasti uppá 17,01 m. Guðrið kastaði 14,30 m, Turið 10,23 m og Rebecka 9,55 m. Bjørk kastaði væl, men tíðanverri vildi fremri endi ikki lenda fyrst og var onki kast tí góðkent. Úrslitini hjá Guðrið, Turið og Rebecku eru persónlig met.

Dreingir 12-13 ár

Dávið Hentze og Dánjal Dahl Ljósheim byrjaðu dagin við at kasta spjót. Báðir løgdu teir varliga út. Í øðrum umfarið kastaði Dávið spjótið útum 20 m strikuna og legði seg sostatt á annað pláss. Hetta helt líka til Dánjal kastaði í síðsta umfarið. Dánjal, lá undan hesum kastinum á 5. plássi. Hann kastaði tó spjótið út á 24,83 m og ognaði sær sostatt silvurmerkið frammanfyri Dávið, hvørs besta kast var 21,18 m.  Dánjal bøtti um sítt persónliga met við meir enn 10 m, meðan hetta var fyrsta spjótkapping hjá Dávið.

Eftir spjótkast fóru bæði Dávið og Dánjal til startin av finaluni á 80 m, har báðir høvdu tryggja sær pláss. Báðir bøttu munandi um síni ein dag gomlu persónligu met. Tíðin hjá Dávið var 12,05 s. meðan tíðin hjá Dánjal var 12,19 s.

Kappingin um at leypa longst var, eins og hinar kappingarnar, ein dystur har 12 ára gomlu hvirlurnar stríddust við eitt ár eldri dreingir um heiðurin. Dánjal leyp 3,86 m og tryggjaði sær harvið broncumerkið frammanfyri Dávið í leyp 3,80 m. Báðir bøttu teir um síni persónligu met.

Dánjal var einsamallur á síðsta teininum, ið var 600 m renning. Her kempaði hann frá byrjan til enda um silvurmerkið. Ein dystur sum endaði við at Dánjal vann broncumerkið við tíðini 1 min 57,92 sek. í er skjótari enn gamla persónliga meti.

Gentur 14-15 ár

Edna Maria Debes og Marita Káradóttir Petersen byrjaðu dagin við longdarlopi. Marita legði seg á odda í fyrsta umfarið við 4,18 m. Edna Maria fór so framvið í øðrum tá hon leyp 4,23 m. Hetta vildi Marita tó ikki lata standa og leyp hon 4,38 m. Í síðsta umfarið hendu ongar broytingar og sostatt fór Marita við gullinum frammanfyri Ednu Mariu. Báðar bøttu um síni persónligu met. Harumframt var úrslitið hjá Maritu betri enn gamla bólkametið.

Edna Maria hevði avgjørt at royna seg á 300 m teininum eisini. Hetta er teinur hon ongantíð hevur vant, so forvantingarnir vóru ikki teir stóru. Hon gjørdi tó sum hon plagar, og kempaði væl allan vegin. Tíðin hjá henni var 49,24 sek, ið rakk til eitt flott silvurmerkið.

Síðsta greinin var kúlustoyt, har Marita og Edna Maria royndu seg. Marita var, sum vant, sikkur og avgjørdi dystin um gullið longu í fyrsta umfarið, tá hon bøtti um bólkametið til 8,88 m. Longsti stoyturin hjá Ednu Mariu var 7,68 m.

Dreingir 14-15 ár

Teir 14-15 ára gomlu dreingirnir byrjaðu við kúlustoyt. Her var Tóri Nielsen favorittur, og har var ongin ivi, tí hansara stytsta var næstan ein metur longri enn tað longsta hjá nummar tvey. Longsta hjá Tóri var 9,06 m. Jákup Dahl Ljósheim ognaði sær broncumerkið við at stoyta kúluna út á 5,75 m.

Dreingirnir fóru beint til longarlop, har Tórur Mortensen eisini royndi seg. Tórur hevði tíðanverri ein dag har atrenningin ikki vildi sita, og tí leyp hann nógv styttri, enn hann er vanur við. Hóast hetta var hann einans 9 cm fra gullinum. Flott, serliga tá havt verður í huga, at hann er eitt ár yngri enn vinnarin. Jákup tryggjaði sær broncuna við einum lopi uppá 3,95 m, meðan Tóri leyp 3,89 m. Úrslitið hjá Tóri er persónligt met.

Síðsta greinin var 300 m, har Tórur og Jákup royndu seg. Tórur segði at hann legði í so varliga út, men tó kom hann á mál við tíðini 44,74 s, ið er skjótari enn gamla persónliga metið. Jákup rann teir 300 m uppá 51,94 s, ið eisini er betur enn gamla persónliga metið. Tórur ognaði sær silvurmerkið, meðan Jakup fekk broncumerkið.

 

Gentur 16-17 ár

Einasta grein, har Hvirlan var umboða í hesum bólkinum var í spjótkast. Tað var, sum so ofta áður, Bjørk Reynagarð Svabo. Hon legði róliga út, men økti so fyri hvørt umfarð, og endaði við at kasta 600 g tunga spjótið út á 19,91 m, ið var nóg mikið til at tryggja henni gullmerkið.

 

 

Dreingir 16-17 ár

Hanus var einsamallur spjótkastarí hjá Hvirluni í hesum bólkinum. Einasti spenningurin var tó, hvussu langt hann kastaði. Ídag vildi teknikkurin ikki heilt, og bleiv hansara longsta mált til 50,86 m, sum var nógv longsta kast á degnum, men tó næstan 7 metur styttri enn Hanus sjálvur hevur kastað í ár.

Dreingir 18-19 ár

Fyrrsta kappingin hjá eldstu dreingjunum var spjótkast, og her vóru fýra mans klárir at kasta. Teir vóru Helgi Geyti, Steinolvur Geyti, Bjarni Kárason Petersen, Teitur Arge Seloy og Tróndur Arge. Dysturin um gullið kom, eins og vanta, at standa millum Trónd og Helga. Tróndur kastaði spjótið út 40,66 m í fyrsta umfarið og legði seg á odda. Helgi megnaði ikki at svarað hesum fyrr enn í síðsta umfarið, men tá setti hann trumf á við einum kasti uppá 41,67 m. Steinolvur tryggjaði sær broncumerkið við einum kasti uppá 33,27 m, meðan Bjarni kastaði 26,62 m og Teitur 20,43 m. Úrslitið hjá Bjarna er persónligt met.

Spenningurin var stórur tá Rúni Jacobsen fór í blokkin fyri at renna 400 m. Hetta var fyrsta kapping hjá Rúna á hesum teininum, men hann hevur tveir dagar vant fram móti hesum teininum, og týddu venjingartíðir uppá at hann kundi renna eina góða tíð. Rúni legði harliga út í fyrsta svinginum, so helt hann tempo næstu 200 m áðrenn hann kempaði seg á mál eftir langsíðuni. Hann megnaði at halda stílin líka til hann kom um mállinjuna hálvtannað sekund frammanfyri nummar tvey. Tað vísti seg at hansara debut á teininum tók 53,56 sek, ið er bólkamet.

Síðsta greinin hjá teimum 18-19 ára gomlu var hæddarlop. Her høvdu Trygvi Laksáfoss, Bjarni og Helgi avgjørt at royna seg. Teir fylgdust í byrjani, men á 1,55 m reiv Helgi einaferð áðrenn hann kom uppum. Næsta hæddin var 1,60 m, har Trygvi og Bjarni komu uppum í fyrstu royndini. Helga tørvaði trýggjar royndir áðrenn hann kom uppum. Bjarni og Helgi kláraðu ikki 1,65 m og sostatt ognaði Bjarni sær silvurmerkið, tí hann kláraði 1,55 m skjótari enn Helgi. Báðir bøttu teir tó um sítt persónliga met, umframt at Helgi bøtti um bólkametið. Trygvi var tó ikki liðugur. Hann leyp uppum 1,65 m í fyrstu roynd, á 1,70 tørvaði honum tvær royndir. So fór yvirliggjarin upp á 1,75 m, ið er 5 cm hægri enn hansara persónliga met. Fyrsta royndin miseydnaðist, men í øðrum umfarið kom hann uppum. Bólkametið var í hús, somuleiðis hevði hann klára a-kravið til talentbólkin. Hann steðgaði tó ikki har, tí yvirliggjarin bleiv fluttur upp á 1,79 m, ið er kravið til elitubólkin hjá FÍF. Her miseydnaðust tvær royndir, og so var bert ein møguleiki eftir. Henda møguleika nýtti Trygvi og fleyg hann uppum. So var yvirliggjarin fluttur upp á 1,85 m, ið er oyggjaleikakravið. Nógvu lopini høvdu tó kravt sítt, og var Trygvi ikki nær við at klára hesa hædd í dag. Hann bøtti sostatt sítt persónliga met við 9 cm.

Dagurin endaði 4×200 m blandað boðrenningum í yngru aldursbólkunum. Hjá teimum yngstu kundi Hvirlan ikki mannað lið, men í hinum bólkunum var møguligt at manna eitt lið.

Fyrst runnu tey 10-11 ára gomlu. Her var liðið manna við teimum báðum skjótastu dreingjunum Bárður og Elias umframt Helenu. Emma bar seg undan og tí var Lý Høgnadóttir komin við í staðin. Liðið kempaði væl, men endaði við at verða eitt lítið vet ov stutt til at náða broncumerkinum.

So skuldu tey 12-13 ára gomlu royna seg. Liðið var manna av báðum dreingjunum í bólkinum, Dávið og Dánjal umframt skjótastu gentunum Tinnu og Bjørk S. Lamhauge. Hesaferð stóð dysturin um silvurmerkið, og har megnaði Hvirlan at vinna henda dyst við 0,05 sek.

Síðsti starturin á degnum var 4×200 m blanda boðrenning hjá teimum 14-15 ára gomlu. Umboðini hjá Hvirluni vóru Marita, Jákup, Edna Maria og Tórur. Hetta vísti seg at verða ein stak spennandi kapping, sum Hvirlan tíðanverri endaði við at verða 0,3 sek ov stutt til at vinna. Tó stak flott kempa eisini hjá hesum íðkarunum.

 

Næsta stóra avbjóðingini hjá nøkrum av ungu hvirlunum verður danska meistaraheiti fyri ung, ið verður komandi vikuskiftið í Hvidovre.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *