7 gull fyrsta dagin á FM

Jatnatøk: Rebekka Fuglø føroyskt met á mílini
25.07.2017
Hvirlan vann FM 7. árið á rað
20.08.2017

7 gull fyrsta dagin á FM

Fyrsti dagurin av ársins útgávu av stóra FM (FM á breyt fyri vaksin) var í dag á Tórsbreyt. Hóast onkur av stuðlunum manglaði, so var Hvirlan væl umboðað í flestu greinum. Úrtøkan gjørdist at sjey av teimum fimtan gullmerkjunum endaðu um hálsin á hvirlu-íðkarum.

100 m kvinnur

Á 100 m var Alda Sigurðsdóttir Lamhauge klár at royna seg á 100 m. Alda, sum í apríl setti sítt persónliga met undir perfektum umstøðum, men á Gotlandi vísti at har er meir at koma eftir. Í dag var høvi so har, at vísa hvat hon kundi, og tað gjørdi hon. Hon skuldi tó fyrst ígjøgnum innleiðandi, og har rann hon taktiskt, fyri at spara kreftir til finaluna.

Í finaluni fekk hon ein góðan start, og lá á odda eftir fyrstu 10 metrarnar, hesa leiðslu helt hon nærum allan vegin, men á málstrikuni fekk ein kroyst seg framvið. Tíðin hjá Aldu vísti tó, at hon hevði runnið stak væl, tí við 13,24 sek fyri teir 100 m í einum lítlum mótvidni, skar hon 0,06 sek av sínum persónliga met.

 

100 m menn

Hjá monnunum royndu Magnus Dal-Christiansen og Tórur Mortensen seg. Magnus er nýliga byrjaður at venja aftur eftir ein longri steðg, har hann fokuseraði uppá primer-ítróttin hjá sær Badminton, har hann umboðaðið Føroyar á oyggjaleikunum. Tórur, sum fekk ein skaða á oyggjaleikunum, hevur síðan fokuserað uppá sprint, so her var spennandi at vita, hvat fór at henda. Báðir vóru teir í sama innleiðandi riðli, og her runnu teir so mikið taktiskt at teir báðir vóru nærum 2 sek aftanfyri sínar bestu tíðir. Tað rakk tó til trygg pláss í finaluni. Tummas Napoleon Arge, sum eigur skjótastu tíð av teimum tilmeldaðu, rann seg eisini trygt í finaluna, men í upphitingini til finaluna gjørdi gamal skaði um seg, og tí valdi hann av geva avboð til finaluna.

Hóast starturin hjá Tórur ikki sat heilt, so var hann longu langt fremst eftir teir fyrstu 10 metrarnar, og hann økti allan vegin á mál. Tíðanverri uttan at verða pressaður, og gjørdi tað, at tíðin ikki gjørdist enn betur. Hann kom á mál við tíðini 11,45 sek, sum er 0,18 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin áður, og nú eru onnur 0,18 sek til føroyska metið. Magnus fekk ein fyri hann óvanliga vánaligan start, men megnaði tó at verða við í dystinum um annað plássi. Manglandi venjingin síðstu mánaðirnar gjørdi tó, at hann misti ov nógva ferð síðstu 20 metrarnar, og endaði hann tí á triðja plássi, tó við einum persónligum metið, sum nú eitur 12,12 sek.

 

Longdarlop kvinnur

Hjá kvinnunum var Edna Maria Debes við. Edna Maria er við at koma í gongd við venjing eftir ein longri steðg, og tí er primera fokus við FM at koma í gongd við at kappast, soleiðis at hon er klár til komandi kappingarár. Edna Maria hevði góða ferð í atrenningini í fyrsta lopið, men hon fekk ikki timingina í avsettinum at rigga. Lopið bleiv tó mált til 4,33 m hóast ein mótvind uppá 1,5 m/s. Hetta var tað longsta lopið Edna Maria fekk góðkent, hon hevði tó eitt sera langt lop har bæði tempo og timing sat, tíðanverri var tað yvirtrak við 2 centimetrum. Tað er gott at síggja at tá tað riggar, so hevur hon tey heilt longu lopini í sær.

Longdarlop Menn

Hjá monnunum vóru Tórur og Magnus aftur klárir. Hjá báðum er hetta fyrsta kapping í longdarlopið hjá síðan stóra FM í 2016. Tórur, sum í vár hevur valt at skifta lop-bein, vísti at hann eisini dugir við hinu beininum, tí longu í fyrsta lopið leyp hann 5,93 m, sum var 30 cm longri enn tað longsta nakar annar kláraði á degnum. Hann steðgaði tó ikki har, tí í øðrum umfari legði hann 27 cm omaná, og vann harvið trygt eitt gullmerkið. Magnus hevur havt trupulleikar við lyskuni, og tí valdi hann at leypa við lægri ferð. Hann leyp tó væl og í øðrum umfarið leyp hann 4,92 m. Hann leyp eitt afturat, men valdi so at steðga fyri at umganga at irritera lyskuna ov nógv.

 

Diskuskast kvinnnur

Hvirlan hevur fingið ein sterkan og stak spennandi hóp av ungum kvinnum sum kasta. Tríggjar av hesum royndu seg í diskuskasti. Hetta vísti seg at blíva ein sera spennandi kapping, har einans 1½ metur skilti tær tríggjar til síðst. Sunniva legði seg á odda við 20,90 m i fyrsta umfarið, men Helena fór framvið í næsta umfarið, tá hon kastaði 22,68 m. Sunniva svaraði aftur beinan vegin við at bøta um sítt persónliga met til 23,30 m. Í fjórða kastaði Helena heilar 24,83 m. Beint eftir bøtti Guðrið um sítt persónliga met til 23,71 m, og legði seg á annað pláss. Í fimta umfarið rakti Guðrið diskin væl, og kom heilt út á 24,09 m. Hóast góðar royndir í síðsta umfarið, broyttist onki. So Helena fór heim við sínum fyrsta føroyameistaraheitið, Guðrið við silvurmerkinum og Sunniva við broncumerkinum. Fyrsti reint reyði pallur á degnum.

Diskuskast menn

Hjá monnunum var gott at síggja Helga Geyti aftur. Hetta var fyrsta kapping hjá Helga í tvey ár. Hann royndi seg móti Magnus Dal-Christiansen og Hera Ziska. Magnus og Helgi høvdu ein tættan dyst um silvurmerkini, har Helgi í fjórða umfarið tryggjaði sær silvurmerkið við einum kasti uppá 26,23 m, sum bara er 4½ m frá gamla persónliga metinum hjá honum. Tað longst hjá Magnus var 24,35 m, sum bara er nakrar centimetrar frá hansara persónliga metið. Heri vann gull við einum kasti uppá 34,75 m, og tryggjaði harvið enn ein reyðan pall.

Hamarkast kvinnur

Hjá kvinnunum var ikki tann stóri spenningurin um hvør fór við gullinum, tí Guðrið Káradóttir Petersen, hevur veruliga flutt seg í hesi grein. Longu í fyrsta umfarið bøtti hon um sítt persónliga met við góðum 14 m. í øðrum umfarið kastaði hon 33,25 m og legði enn ein metur afturat sínum persónliga metið. Dysturin um silvurmerkini gjørdist tættur millum Ednu Mariu Debes, sum vann gull í 2016 og Sunnivu Bogadóttir. Í hesum dystinum legði Edna Maria seg á odda í fyrsta umfarið við 18,37 m. Hon økti til 18,82 m í øðrum, men í triðja kastaði Sunniva 19,57 m, sum er persónligt met. Hon legði seg harvið á annað pláss. Ongar broytingar hendur síðstu trý umførini. Fjórða pláss ognaði Helena Svabo Ziska sær við einum persónligum metið uppá 16,50 m. Enn ein reyður pallur. 

Hamarkast Menn

Hjá monnunum var gott aftur at síggja bæði Bjarna Kárason Petersen og Helga Geyti. Hvørgin hevði kappast, ella vant í fleiri ár. Tað var tó eyðsýnt at teir enn vistu hvat ein skuldi, tí báðir kastaðu væl. Helgi var tó tann stinnari, sum við einum kasti uppá 28,35 m ognaði sær silvurmerkið. Hetta er bara góðan metur frá hansara persónliga metið. Bjarni kastaði 26,74 m og ognaði sær harvið broncumerkið. Heri Ziska vann við 38,14 m, og tryggjaði harvið fjórða reyða pallin á degnum.

4×100 m boðrenning, Kvinnur

Á hvirluliðnum vóru 2 kastarar, ein leypari og ein sprintari, so ikki kann sigast annað enn at hetta var eitt blanda lið. Tað var tó ikki so lætt at síggja at tað ikki vóru fýra sprintarar, tí tær vóru væl við allan vegin, og tá Alda Sigurðsdóttir Lamhauge fekk boðini í síðsta skiftið, var hon bara nakrar metrar aftanfyri nr 2. Hon rann seg væl fram, men tað manglaðu nakrir centimetrar á málinum. Tó eitt flott broncumerkið til Hvirluna.

 

4×100 m boðrenning, Menn

Hjá monnunum kom tað illa við at Tummas Napoleon, sum hevði skjótastu tíð av teimum tilmeldaðu á 100 m, fekk ein skaða, og eisini noyddist at geva avboð til boðrenningina. Hetta gjørdi at hvirlan noyddist út at leita eftir einum at renna fyrsta túr. Hesum møguleikanum tók Hans Sivertsen við. Hans kom væl avstað, og tá Magnus, sum næsti maður fór avstað, var hann á liðini av næsta manni. Hann legði seg á eitt fyrsta pláss, soleiðis at Rúni Jacobsen, kundi renna í frið. Rúni økti allan túrin, soleiðis at Tórur fekk ein reinan paradutúr móti endanum. Tíðin gjørdist 47,00 sek, sum er góðtikið, serliga havandi í huga at skjótasti maður ikki var við, og at skiftini vóru varin

 

Fleiri myndir koma í myndasavnið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *