7-800 fólk á Tórsbreyt!

Áhugaverd vitjan til barnavenjing
14.05.2009
Fyrsta umfar av grand prix fyri børn og ung
16.05.2009

7-800 fólk á Tórsbreyt!

Tórshavnar býráð hevði sum part av tiltakinum “Tórsdagur” heitt á Hvirluna um at skipa fyri onkrum á Tórsbreyt, har starvsfólk fingu møguleika at royna ymsar greinar, og tað endaði so við, at eitt kast, eitt lop og ein stafett stóð á skránni.

 

10 lið komu á Tórsbreyt hvønn tíma skuldu eisini vera á frælsavøllunum uml. ein tíma. Helvtin av liðunum fóru at renna stafett, meðan hin helvtin fór at stoyta kúlu og leypa longdarlop.

Fyri at øll skuldu fáa møguleika at royna seg, var stafettin ein 20×40 m, og hóast tað tók eina løtu at fáa tey millum 11 og 19 fólkini á hvørjum liði út á ymsu støðini á rennibreytini, soleiðis at tað tilsamans blivu runnir 20 teinar á 40 m, so vóru øll klár, tá ið skotið fór, og ongin spardi seg. Ofta var tætt millum liðini á málinum.

Í longdarlopi varð sjálvandi lopið undan vindinum, og har sluppu fimm at royna seg á hvørjum liði. Góða veðrið hevði óivað sína ávirkan á hýrin á fólki, men eyðkennandi var, at fólk vóru glað, prátingarsom og skemtilig. Hetta sást veruliga til longdarlopið, har nógv varð klappað og rópt hvørja ferð, ein liðfelagi royndi seg. Nøkur lop vóru oman fyri 5 metrar, sum má metast at vera heilt gott fyri óroynd fólk.

Kúlustoyt fór fram á sama máta sum longdarlop, t.v.s at fimm á hvørjum liði sluppu at royna seg. Menninir nýttu 7,26 kg kúlu og kvinnurnar 4 kg kúlu, so har var onki latið í mun til hvat í annars eru reglur innan frælsu ítróttina. Eins og í longdarlopi so var munur á longdunum, og kom onkur útum 9 m strikuna.

 

Tað var sera stuttligt at uppliva so nógvan aktivitet á Tórsbreyt, og fólkini tóktust hugna sær óført. Onkur hevði gjørt nógv burturúr við heimagjørdum hjálmum, krígsmáling og pannubandi o.s.fr. At so nógv fólk kundu uppliva so nógv ymiskt uppá so stutta tíð og samstundis hugna sær vísir, hvussu ómetaliga góð íløga Tórsbreyt er.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *