Hvirlan ferðabúgvin
24.01.2013
Hvirlan lend
25.01.2013

Hvirlan lend

Dagurin byrjaði við at 36 spentar Hvirlur og Ódn stóðu á farðstøðini í Havn, har tær tóku bussin vestur í vágarnar. Í vágunum biðaðu tær síðstu tvær. Check in var effektivt sum altíð og so var bara eftir at bíða til flogfarið fór. Flogferðin var stutt, men nakað av turbulensi var, sum gjørdi at fólk vóru biðin um at sita íbundin stóran part av túrinum.

Í Íslandi bíðaðu teir fimm leigubilarnir frá “Akureyar Bilaleiga”. Leigin var so løgd framvið Kringluni, har møguleiki var at veksla til íslendskar pengar ella keypa okkurt smávegis at taka heimvið aftur.

Tá Hvirlan vitjar í Íslandi verður búð í felagshúsinum hjá ÍR. Her vóru tey eins og undanfarin ár, stak fyrikomandi. Tá viðføri var avlevera var fari at venja í høllini har kappingin er. Tað var stak hugaligt at síggja 35 hvirlur hita upp saman. Eftir upphiting var fari til ymsu greinarnar at royna seg.

Á matarseðlinum var ein góður grýturættur við salat, rís og breyð. Akkurát tað, sum tørvur er á eftir ein so langan og upplivingarríkan dag. Dagurin endaði við nøkur hugdu at hondbólti í sjónvarpinum, meðan onnur stuttleikaðu sær í fimleikahøllini í kjallarnum.

Í morgin leygardagin byrjar dagurin longu kl 8.00 tá tann fyrsta skal í gongd og kl 18.00 er startur nummar 59 og tann síðsti fyrra dagin.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *