Fresandi hvirlur í erva og neðra

Fínur foreldrafundur
08.11.2008
Broytingar í mið- og langteina venjing
18.11.2008

Fresandi hvirlur í erva og neðra

Venjingin hjá hvirluvindunum og teimum ungu var sum vant í Kommunuskúlanum. Fyrra tíman vóru tey ungu uppiá, meðan hvirluvindar 08 vóru niðriundir. Seinna tíman vóru hvirluvindar 07 niðriundir saman við Randi og Hera, sum áðrenn høvdu verið ávikavist í neðra og erva saman við Ragnari og Rógva.

Hvirluvindar 08 løgdu fyri við “madrassuskumparanum” og “sjúkrapikki”. Tey dugdu ordiliga væl at samstarva og flentu eisini óført. Síðan hevði Ragnar ymsar stafettir, m.a. eina dimmustafett, har børnini skuldu renna við eini dimmu á bringuni uttan at missa hana. Hetta gekk sum eftir ánni, eins og Randi hevði á orði, at tey dugdu væl bæði at halda rekkjurnar og handa næsta manni dimmuna, soleiðis at hesin slapp beint til renningar. Eisini tunnilsstafettin fall í góða jørð, og nøkur dugdu heilt væl at aka við ferð millum beinini hjá einum 5 børnum í einum. Vit endaðu við eini breyt, ið meir legði upp til nógva ferð enn styrkiavbjóðingar, og væl gekst, tí summir kjálkar blivu reyðir 🙂

Í rundinginum hesa ferð tosaðu vit um, at vit eiga at siga “hatta fari eg at læra”, tá eitt nýtt øvilsi verður framført. Fleiri vístu so skilagott á, at vit kunnu siga “eg prøvi”, meðan onkur segði, at vit skuldu “bara gera tað”, og tað dámdi Randi og Ragnari reiðiliga væl at hoyra. Vit avtalaðu, at vit skuldu hjálpa hvør øðrum at fáa “eg dugi ikki” burt, tí nú er tað ikki loyvt at siga 😉

Tey ungu hitaðu upp við einum bana, áðrenn tey fóru til høvuðsgreinina henda dagin. Greinin var diskuskast, og var hetta fyrstu ferð, at tey royndu hesa tekniskt krevjandi grein. Tekniska venjingin byrjaði við ymsum stuðulsrørslum, har tað at snara á fótunum og samstundis hava rættan kropsburð var tað primera. Síðan var farið at kasta. Av tí at vant var innandura, var tað ikki ráðiligt at venja við diskum, og tí nýttu tey ungu bóltar, ið vigaðu 400 g, at byrja við og síðan ein sokallaðan slyng-bólt, ið er eitt amboð, sum egnar seg stak væl til at venja diskuskast við. Tá tekniska venjingin endaði, høvdu øll fingið eina fatan av rørslumynstrinum, og harafturat var ein góð rútma longu við at síggjast. Áðrenn farið var at strekkja, gjørdu tey cirkulvenjing, har tað gekk við nógvari ferð í 5 min.

Tað vóru 19 hvirluvindar ið møttu til seinna tíman, og har var full ferð á longu frá byrjan. Upphiting var “mðadrassuskumparin”, har børnini vóru deild upp í tveir líka stórar bólkar, og so skuldu bólkarnir kappast sínámillum um at trýsta hvør sína madrassu tvørtur um høllina. Hetta nutu børnini stak nógv. Síðan varð farið til sjúkrapikk, áðrenn dagsins frælsatema byrjaði. Frælsatemaið hesa ferð var lop. Hetta fyrigekk í tveimum bólkum sum ein rullandi stafett, har tey runnu yvir og síðan lupu í madrassuna. Renningin broyttist so við og við frá at renna vanligt yvir ymiskar variantar til nakað, sum minti um 3-støkk, og tá børnini vóru komin hartil, dugdu tey tað eisini. Lopini endaðu við, at tey skuldu renna upp eftir tveimum trinum, áðrenn tey lendu. Sum heild gekk stak væl hjá øllum at leypa bæði longdarlop og trýstøkk. Endað bleiv við eini breyt, ið hesa ferð var styttri, men gjørd so at ferðin var hægri enn vanligt.

Í rundinginum hesa ferð tosaðu vit um “bólið” og tað at standa í rekkju. Vit avtalaðu at hjálpa hvør øðrum at minnast til plássið, soleiðis at øll altíð vita, hvar tey skulu vera.

Fleiri myndir eru at síggja í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *